týsdagur 17. mars 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Við ómetaligari ferð hevur koron
avirusið brádliga lagt allan heimin
lamnan.
Hevði tú fyri einum mánaði
síðani sagt, at alt samfelagið fór at
liggja lamið av hesum virusinum,
sum vit høvdu hoyrt um í Kina, so
hevði helt eingin trúð tí,
Men so er. Í skrivandi løtu er
støðan sera álvarslig, og hetta
blaðið er prentað og borið lesar
um, og støðan helst uppaftur álv
arsligari.
Rættiliga strong krøv verða
sett teimum, sum eru smittað og
teimum, sum hava verið nærindis
teimum smittaðu. Tølini vaksa al
samt, og søgurnar um fólk, sum
ikki virða álvaran í boðunum um
at vera sóttarhaldi, eru skakandi.
Higartil hevur verið roynt at
byrgja upp fyri, at smittan skal
breiða seg í Føroyum. Nú eru vit
komin hartil, at sjúkan breiðir seg
í Føroyum – og at tað ikki bara eru
fólk, sum hava verið uttanlands,
sum verða smittað.
Tað var væntandi, at vit fóru at
koma í ta støðuna, men roynt hev
ur verið at halda ímóti sum longst.
Í dag skal hjálparpakki leggjast
fyri tingið, sum skal hjálpa starvs
fólki og vinnuni, sum er sera sperd.
Harðast gongur tað út yvir ferða-
og maststovuvinnuna, men skaðin
breiðir seg skjótt til aðrar vinnur –
og rokningin verður stór, sera stór.
Í skrivandi stund er ikki greitt,
hvussu
stórt
lønarendurgjald
fólk fara at fáa, sum verða sent
til hús gjøgnum skipanina hjá
ALS. Vónandi verða politikararnir
ikki ov pírnir, tí fólk mugu hava
pengar um hendi, so tey kunnu
verja sínar skyldur, og tað er sera
týdningarmikið, at vinnan eisini
klárar skerini. Tí talan er ikki um
virksemið, sum ikki ber seg. Men
um virksemið, sum fullkomiliga
er lagt lamið av teimum tiltøkum,
sum eru sett í verk.
Tí hevur landið ikki ráð at lata
vera við at brúka nógvar hundrað
milliónir ella meira fyri at bjarga
samfelagnum.
Tað er eisini av alstórum týdn
ingi, at land og kommunur ikki
steðga øllum virksemi, sum er í
gongd og ikki avlýsa ordar. Haldið
fast við tað virksemið, sum er sett í
gongd, so búskapurin ikki fullkom
iliga steðgar upp.
Lurtið tí eftir boðunum frá
Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum
staðiliga heitir á kommunur og
stovnar hjá landinum um ikki at
avlýsa ordrar og ístaðin at bera so
í bandi, at ætlað virksemi verður
framt. Hetta er galdandi fyri allar
vinnugreinar – lýsingar, bygging,
umvæling,
support,
tænastur,
veitingar o.s.fr.
Tað hevur týdning, at gongd
kann
haldast
í
almennum
funktiónum, sum hava týdning
fyri vinnuligt virksemi – og tað
hevur sera stóran týdning, at vit
øll virða álvaran í boðunum um,
hvussu vit fyribyrja smittuni.
Vit skulu virða boðini og
royna at halda sum mest koyrandi
MUGU TAKA BOÐINI Í ÁLVARA