týsdagur 17. mars 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33
TÍÐINDI
Steinar Patursson
Í minsta lagi 247 føroy
ingar sita í sóttarhaldi
kring landi. Í minsta
lagi 47 teirra hava fingið
staðfest
koronasmittu,
meðan onnur hava verið
í sambandi við korona
smittað fólk ella eru
komin heim úr útlondum
seinastu dagarnar.
Tað tykist, sum at
ivamál hava stungið seg
upp millum fólk, um
hvørji sløg av sóttarhaldi
eru, og hvat tey merkja.
Sosialurin
hevur
tí
fingið eitt prát við Bjarna
á Steig, yvirlækna, at
greiða frá, hvørji sløg av
sóttarhaldi eru, og hvørj
ar avmarkingar tey seta
teimum, sum eru í sóttar
haldi.
Familjuuppihald:
Situr tú í familjuuppi
haldi, skalt tú halda teg
við hús, men familjan
hjá tær sleppur útum og
til arbeiðis sum vanligt.
Bjarni á Steig, yvirlækni,
nevnir sum dømi ein
lesandi í Danmark ella
øðrum
koronaraktum
landi, sum er komin heim
til Føroya.
Kravt verður, at tey,
sum koma uttanlands til
Føroya, skulu í sóttarhald
í tvær vikur. Tann lesandi
skal tá halda seg við hús,
men restin av húskinum
kann fara til arbeiðis
og til handils sum vant.
Onnur fólk sleppa ikki
inn í sóttarhaldið at vitja.
Vísir tað seg síðani, at við
komandi - í hesum føri
num tann lesandi - hevur
koronavirus,
verður
alt húskið koyrt í fulla
isolatión.
Isolatión:
Tann, ið verður sendur
í isolatión, hevur ikki
samband við onnur fólk
yvirhøvur.
Isolatiónin
er galdandi fyri tey, sum
antin hava fingið staðfest
koronavirus,
ella
tey,
sum hava havt samband
við onnur, ið hava fingið
staðfest koronavirus.
Tey, sum sita í isola
tión,
eru
í
isolatión
heima hjá sær sjálvum,
um umstøðurnar loyva
tí (so sum í einum
avbyrgdum
parti
av
húsunum,
um
onn
ur búgva har), ella sita
tey í sóttarhaldi, sum
myndugleikarnir skipa
fyri (so sum á Hotel Vág
um).
Matur og annað, ið tey
isoleraðu hava tørv á,
verður settur uttanfyri,
uttan at tey isoleraðu
koma í samband við hini.
Sjálvboðið sóttarhald:
Aftrat teimum báðum
sóttarhaldunum,
ið
myndugleikarnir kunnu
krevja, er eisini sjálv
boðið sóttarhald. Sjálv
boðið sóttarhald verður
brúkt av teimum, sum
hava ivamál av onkrum
slag, sum til dømis at
vera komin til Føroya
við flogfari, áðrenn myn
dugleikarnir kravdu sótt
arhald frá øllum ferða
fólkum inn í landið. Tey
velja at fara í sóttarhald
av egnum og fríum vilja,
og tað er einki galið við tí.
Tvørturímóti, ger Bjarni
á Steig greitt og sigur, at
sjálvboðið sóttarhald fyri
tað mesta líkist familju
uppihaldinum.
SOLEIÐIS VIRKA
SOLEIÐIS VIRKA
SÓTTARHALDINI
SÓTTARHALDINI
Starvsfólk,
sum
eru
til arbeiðis, kenna seg
ótrygg, tí nógvir føroy
ingar taka ikki tilmælini
frá
heilsumyndugleik
unum í álvara. Tað er
sera umráðandi, at ØLL
virða tilmælini og verja
hvørannan
Vinnuhúsið heitir á
allar føroyingar um at
taka tilmælini hjá heilsu
myndugleikunum
um
COVID-19 í allarstørsta
álvara.
Tíverri hoyra vit frá
starvsfólkum í handl
um, at tey kenna seg
ótrygg
av
summum
viðskiftafólkum, tí hesi
gera gjøldur burtur úr
tilmælunum hjá heilsu
myndugleikunum. Eisini
frættist um fólk, sum
fara til handils, hóast tey
eru í sóttarhaldi.
Tað
er
sera
um
ráðandi,
at
vit
øll
gera
okkara
ítarsta
at verja hesi fólkini,
sum
veita
beinleiðis
tænastur til borgaran
–
handilsdrongin,
kassadamuna, reingerð
arfólkið, flogternuna og
øll hini, sum syrgja fyri
at vit fáa neyðugu vør
urnar og tænasturnar.
Við at fylgja vegleið
ingunum
hjá
heilsu
myndugleikunum
um
sóttarhald, reinføri og
frástøðu verja vit hvør
annan.
Á heimasíðuni https://
corona.fo
finnur
tú
tilmælini
hjá
heilsu
myndugleikunum.
Verjið tey sum arbeiða