týsdagur 17. mars 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Eingin týðandi ávirkan
á tunnilsverkætlaninar
- Tað er greitt, at støðan millum lond er
trupul, nú víðgongd tiltøk eru sett í verk
til tess at tálma korona-smittu, og tað
kann eisini gerast trupult at fáa arbeiði
við skiftivaktum at passa inn í nýggja
veruleikan, soleiðis sum hann er beint
í løtuni, sigur Teitur Samuelsen, stjóri
í P/F Eysturoyar-og Sandoyartunlar
Vilmund Jacobsen
- Tað er ógvuliga trupult at
siga beint nú, hvørja ávirkan
korona-trupulleikin fær fyri
tær stóru tunnilsverkætlanin
ar, sum eru í gongd í løtuni.
Tað sigur stjórin í P/F Eyst
uroyar-
og
Sandoyartunlar,
Teitur Samuelsen.
Hóast støðan, sum er íkom
in, er so nýggj, og mangur iva
leyst stærir seg blindan í tí,
sum hendir beint í løtuni, nú
víðgongd tiltøk eru sett í verk,
heldur tunnilsstjórin kortini
ikki, at støðan fer at fáa týð
andi ávirkan á tunnilsverkætl
aninar.
- Eg haldi, at tað, sum vit í
fyrsta lagi eiga at gera, er at
taka tað róligt. Hetta er ein
trupul støða - ikki minst, tá
ræður um flutning av arbeiðs
megi millum lond, men vit vita,
at støðan verður ikki varandi,
sigur tunnilsstjórin.
Eingin panikkur
Teitur Samuelsen sigur, at
trupulleikin kann gerast, at út
lendsku arbeiðsmenninir, sum
vanliga eru heima í Føroyum í
einar 10 dagar og síðan einar 14
dagar heima við hús, hava
trupult við at sleppa ímillum
Føroyar og heimlandið.
- Tað er greitt, at útlendsku
arbeiðsmenninir eru skerdir í
sínum virksemi, soleiðis at
skilja, at bæði flutningur og
treytir fyri eitt nú heimkomu
eru broyttar. Teir eru langt
burtur frá familjuni, sam
stundis sum treytir kunnu
áleggjast teimum við sóttar
haldi, tá teir ferðast millum
lond.
Stjórin í P/F Eysturoyar-og
Sandoyartunlar vísir á, at støð
an er broytt frá degi til dags -
ja, næstan tíma fyri tíma - og í
løtuni veit eingin, hvør gongd
in verður, hvørki við corona-
trupulleikanum,
ei
heldur
teimum treytum, sum mynd
ugleikarnir seta í royndini at
tálma útbreiðsluni av smittu.
- Vit vita ikki enn, hvussu
endaliga støðan verður, og tí er
eisini ógjørligt at siga nakað
ítøkiligt. Hinvegin er greitt, at
støðan landanna millum er
trupul, og tað kann eisini ger
ast trupult at fáa arbeiði við
skiftivaktum at passa inn í
veruleikan, soleiðis sum hann
er beint í løtuni.
Teitur
Samuelsen
leggur
dent á, at støðan fer at laga
seg, men í løtuni veit eingin
nær.
- Men, tað er ógvuliga týdn
ingarmikið, at panikkur ikki
kemur í, leggur hann stóran
dent á.
Kanska steðgur
Stjórin leggur eisini dent á,
hvussu umráðandi tað er, at
arbeiðsfólkið, sum er knýtt at
tunnilsverkætlanunum, fylgir
tilmælunum
hjá
landsins
myndugleikum - tað verið seg
bæði her í Føroyum og í teim
um londum, haðani útlendska
arbeiðsmegin kemur.
- Hetta eru stórar verkætl
anir, og her arbeiða menn
spjaddir. Tískil eigur dagliga
virksemi í tunlunum í so máta
ikki at vera nakar trupulleiki í
mun til tey tilmæli, ið eru.
Spurdur, um tað kann hugs
ast, at steðgur møguliga verð
ur í boringini av Sandoyartunl
inum, sigur Teitur Samuelsen,
at tað kann hann einki siga um
í løtuni.
- Um so var, hevði tað ikki
verið tann stóri trupulleikin
fyri verkætlanina, um ein
”pausa” var í boringini í nakrar
vikur, men tað vita vita einki
um enn, sigur tunnilsstjórin.
Gongur væl
Tá Sosialurin skifti orð við
Teit Samuelsen í gjár, hevði
hann júst verið ein túr inni í
Eysturoyartunlinum.
- Arbeiðið í tunlinum gongur
væl. Tað verða fimm pumpu
støðir í Eysturoyartunlinum,
og nú eru teir um at verða
lidnir at leggja pumpurørini út
úr tunlinum. Tað er KJ, sum
stendur fyri pumpustøðunum,
og tað verður eisini KJ, sum
skal gera pumpustøðirnar í
Sandoyartunlinum, sigur Teit
ur Samuelsen, stjóri í P/F Eyst
uroyar-og Sandoyartunlar.