týsdagur 17. mars 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
wFrants Jensen
Báðir teir stóru bank
arnir vóru skjótir úti
mánadagin
og
bjóð
aðu gjaldskáar, eftir at
landsstýrið kunngjørdi,
at teir høvdu ein hjálpar
pakka á veg til vinnu
lívið
og
einstaklingar,
sum væntandi fara at
vera rakt fíggjarliga av
korona-kreppuni.
Báðir bankarnir bjóða
privat- og vinnukundum
sínum gjaldskáa og har
við møguleika at leingja
afturgjaldstíðina av lán
unum. BankNordik sigur
í seks mánaðir, meðan
Jean Djurhuus í Betri
Banka sigur, at tað kann
vera fyri tríggjar ella seks
mánaðir.
BankNordik
bjóðar
harafturat
privatkund
um møguleika at fáa
játtan um fyribils trot á
kredittum, og vinnukund
um møguleiki at fáa eyka
gjaldførishjálp.
Betri
Banki
bjóðar
eisini
smærri
vinnu
kundum at sleppa undan
negativum innlánsrent
um komandi mánaðirnar.
Kostar tað eyka?
Men hvat merkir hetta
fyri kundarnar. Og skulu
kundarnir rinda nakað
eyka fyri at fáa gjald
skáa? Vit hava spurt for
stjórarnar í bankunum.
BankNordik:
Sleppa undan rentum
og ómaksgjaldi í
einstøkum føri
Árni Ellefsen, forstjóri
í BankNordik, tit bjóða
avdráttarskáa í hálvt ár.
Hvussu við rentum og
ómaksgjaldi?
– Vit taka altíð út
gangsstøði í tí einstaka
kundanum, og hvussu
umstøðurnar
eru
hjá
honum. Í summum førum
sleppa kundarnir undan
ómaksgjaldi og rentum
hesa tíðina. Tað er tengt
eftir gjaldførinum hjá
kundanum. Men um tað
er sum vanligt, taka vit
gjald fyri tað, sigur hann.
Tit bjóða eisini møgu
leikan at fáa játtan um
fyribils trot á kredittum
ella eyka gjaldførishjálp.
Hvussu er við rentum og
ómaksgjaldi í hesum før
unum?
– Hetta er kanska ser
liga galdandi hjá vinnu
fyritøkum,
og
eisini
her taka vit støði í tí
einstaka kundanum. Í
útgangsstøðinum broyta
vit ikki upp á prísirnar,
sigur hann.
Er tað ikki so, at við
verandi
rentu
er
tað
besta, sum kann henda
fyri bankan, at tryggar
fyritøkur bíða við láns
gjøldum?
– Tey, sum hava gjald
føri, eru vanliga áhuga
at gjalda niður skuld. Og
tað er eisini tað, sum vit
ynskja. Men aftur her, vit
taka støði í tí einstaka
kundanum, og vit leggja
ikki trýst á nakran, sigur
Árni Ellefsen, forstjóri í
BankNordik.
Betri Banka: Sleppa
undan rentum og
ómaksgjaldi
Jean Djurhuus, forstjóri
í Betri Banka, tit bjóða
tykkara kundum møgu
leika at sleppa undan
negativum innlánsrent
um. Hvussu við kostnaði
og ómaksgjaldi at taka av
hesum møguleikanum?
– Tað eru serligar um
støður, og vit ætla ikki at
taka ómaksgjald fyri tað,
sum vit annars eru vanir
at gera, sigur hann.
Tit bjóða eisini privat-
og vinnukundum skáar
í teirra lánum komandi
mánaðirnar. Hvussu við
rentum og ómaksgjaldi?
–
Tey
flestu
eru
annuitetslán.
Vanliga
taka vit eitt avgreiðslu
gjald, men tað fara vit
nokk ikki at taka nú, tá
ið talan er um privatar
kundar. Men tað eru
eisini ymisk sløg av lán
um, og tað kann vera eitt
ávíst arbeiði í eini um
legging. Vit taka støði í
tí einstaka kundanum,
sigur hann.
Er tað ikki so, at við
verandi
rentu
er
tað
besta, sum kann henda
fyri bankan, at tryggar
fyritøkur bíða við láns
gjøldum?
– Tað er ikki soleiðis,
vit hugsa. Sum heimurin
sær út nú, so ynskja vit
heldur at fáa pengarnar
í kassan. Men gjaldførið
kann vera ein avbjóðing
hjá fleiri, sigur Jean Djur
huus, forstjóri í Betri
Banka.
frants@sosialurin.fo
Stóru bankarnir
bjóða gjaldskáar
Bæði BankNordik og Betri Banki bjóða gjaldskáar, nú korona ávirkar fíggjarliga.
Betri Banki vil í serligum umstøðum ikki taka ómaksgjald ella eyka rentur, meðan
BankNordik í útgangsstøðinum heldur fast í sínum rentum og ómaksgjøldum
Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik
Tíðinda
skriv frá
Bank Nordik
Hjálp til privatkundar
Tiltøk ætlað privatkundum, ið orsakað av lægri
inntøku ella uppsøgn fáa tørv á hjálp í eitt
tíðarskeið:
Avdráttarskái á lánum: Kundar kunnu útseta
lánsgjøld í upp til 6 mánaðir og harvið leingja
afturgjaldstíðina á láninum. Hetta er galdandi
fyri øll vanlig lán, t.d. lán til bústað og bil
Møguleiki at fáa játtan um fyribils trot á
kredittum
Hjálp til vinnukundar
Tiltøk ætlað vinnukundum, ið hava mist ella
vænta at missa umsetningin fult ella lutvíst:
Møguleiki at fáa avdráttarskáa og harvið
útseta lánsgjøld í upp til 6 mánaðir
Møguleiki at fáa eyka gjaldførishjálp
Allir kundar verða viðgjørdir við støði í
viðurskiftunum og fíggjarstøðuni hjá tí einstaka.
(Brot úr tíðindaskrivinum)
Tíðinda
skriv frá
Betri Banka
”Hetta er ein heilt óvanlig støða, og vit skilja
sera væl teir trupulleikar, okkara kundar
knappliga kunnu fáa. Føroysku húsarhaldini
og fyritøkurnar eru sum heild fíggjarliga væl
fyri og hava lutfalsliga lítla skuld í mun til
grannalondini. Vit eru klár at hjálpa teimum
gjøgnum hesa truplu tíð,” sigur Jean Djurhuus,
forstjóri í Betri Banka.
Summir privat- og vinnukundar fara at hava
fyribils avbjóðingar við gjaldførinum, og teimum
fer bankin at hjálpa.
Smærri vinnukundar sleppa undan negativum
innlánsrentum, og bankin fer at veita privat- og
vinnukundum skáar í teirra lánum komandi
mánaðirnar.
(Brot úr tíðindaskrivinum)