týsdagur 17. mars 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33
TÍÐINDI
Frants Jensen
Hann kennir væl til tíðar
skeiðini, tá ið spaniólar
og italienar eta saltfisk.
Tað er um veturin og ser
liga í føstuni. Men tá ið
páskirnar koma, steðgar
upp.
– Soleiðis hevur tað
verið í nógv ár. Men í ár er
øðrvísi. Vit skuldu senda
fýra lastbilar avstað við
saltfiski í síðstu viku,
men tað fóru bara tveir.
Eg veit ikki enn, hvussu
tað verður hesa vikuna,
sigur Páll Gregersen.
Italia og Spania eru
mest sum afturlatin í
løtuni.
– Matvøra sleppur tó
ígjøgnum, og tað er gott.
Men kundarnir eru sera
varnir. Nógv verður van
liga selt víðari til smáar
gøtumarknaðir,
men
hesir gøtumarknaðir eru
stongdir í løtuni. Nakað
verður
eisini
selt
til
keypsmiðstøðir, og har
er opið. Men tað eru tó
avmarkingar á, so at ikki
ov nógv fólk sleppa inn
í handilin samstundis.
Okkara kundar eru tí sera
varnir at keypa, sigur Páll
Gregersen.
Bremsa
Tey umleið 100 starvs
fólkini á Fiskavirkinum í
Gøtu hava tó havt reglu
ligt arbeiði. Tað er bæði
feskur og frystur fiskur,
tey hava arbeitt. Men
hvussu verður framyvir,
er ógreitt.
– Vit kunnu framleiða,
so at vit hava vøru á
goymslu. Tað eru vit van
ir við at gera. Men vit
mugu eisini ansa eftir, tí
at vit mugu eisini tryggja
okkum, at vit sleppa av
aftur við vøruna seinni.
Um einki fer víðari, so
steðgar upp. Tí mugu
vit kanska bremsa eitt
sindur, sigur Páll Greger
sen.
Rakar fiskimenninar
At kundarnir í Spania
og Italia aftra seg við at
keypa saltfisk úr Føroy
um, ávirkar ikki bara salt
fiskavirkini í Føroyum,
men eisini skipini, sum
fiska tosk.
– Fleiri av skipunum
hava ligið í seinastuni.
Bæði tí at tað hevur verið
ringt veður og harður
streymur. Men prísurin
er eisini lækkaður. Tí
rakar tað fiskimenninar,
sigur hann.
Spritta í langar banar
Hóast almennu myndug
leikarnir nú mæla til, at
ikki fleiri enn 10 fólk eru
í rúmi saman, so koyrir
arbeiðið tó víðari á Fiska
virkinum í Gøtu.
– Vit hava tikið atlit til
tilmælini, ið eru komin.
Øll fólkini fara ikki í
kaffi-
ella
matarsteðg
samstundis, men í smærri
bólkum. Tað er spritt í
langar banar á virkinum,
og vit royna at ansa eftir
í aðrar mátar, sigur Páll
Gregersen.
frants@sosialurin.fo
Páskirnar koma
tríggjar vikur fyrr í ár
– Føstan er háárstíð hjá okkum
fyri sølu av saltfiski. Men í ár er
støðan ein onnur. Keypararnir
eru sera varnir, og sum tað sær
út, koma páskirnar til okkara
einar tríggjar vikur fyrr enn
vanligt, sigur Páll Gregersen,
stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu
Sølan næstan steðgað upp
– Vit kunnu arbeiða eina tíð afturat og fylla goymslurnar, men tað
er spurningurin, hvussu leingi vit gera tað. Sølan er næstan steðgað
upp, sigur Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn á Strondum
Frants Jensen
Tað er Italia og Spania,
sum eru høvuðsmarknað
irnir hjá saltfiskavirkinum
Vaðhorn á Strondum. Men,
sum tey flestu vita, so
eru tey londini næstan
fullkomuliga
afturlatin,
og tað er avmarkað, hvat
verður selt til í løtuni.
– Tað er eitt sindur
tungt í løtuni. Matstovur
er millum annað kundar
hjá
okkara
kundum.
Men har er steðgað upp.
Vit taka ein dag í senn,
so mugu vit síggja, hvat
hendir,
sigur
Jógvan
Gregersen.
Sølan
er
vanliga
í
hæddini hesa tíðina á ári
num, men soleiðis er ikki
í ár.
– Páskirnar koma eitt
sindur fyrr enn vanligt,
sigur Jógvan Gregersen.
Steðga um ov
stór goymsla
Í eina tíð kann Vaðhorn
halda fram at framleiða
saltfisk.
– Vøran heldur sær
leingi, men vit mugu
eisini sleppa av við vøru
na. Um goymslan verður
ov stór, so steðga vit, sig
ur Jógvan Gregersen.
– Tað eru ikki vit, ið av
gera prísin. Tað er mark
naðurin, sigur hann.
Fæst ikki nógv
fyri hýsu
Stjórin vil tó ikki bara
lata illa at.
– Prísurin á toski hev
ur verið sera høgur síðstu
tíðina, og tað hevur ging
ið væl. Í seinastu viku
var tó eitt fall á umleið
10 prosent, sigur Jógvan
Gregersen.
Men at sølan steðgar
upp úti í heimi, ávirkar
eisini fiskavirki og fiski
mannin í Føroyum.
– Fleiri bátar eru fram
vegis ikki farnir útaftur.
Tað er hýsan, ið er trupul
leikin. Tað fæst ikki nógv
fyri hana í løtuni, sigur
hann.
70 stravsfólk
70 fólk starvast á Vað
horn. Eisini har royna tey
at ansa eftir, so ikki ov
nógv fólk eru tætt saman.
– Vit eru á einum øki,
ið er yvir 3000 fermetrar.
Vit halda frástøðu, øll eru
ikki til kaffi í senn, vit
sita spjødd, og vit nýta
nógv spritt, sigur stjórin
á Vaðhorn.
frants@sosialurin.fo
Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu
Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn á Strondum