Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Tú drekkur ikki korona- smittu úr tær Covit-19, kann liva á leysum lutum, hondtøkum og øðrum í 48 tímar. Tí er tað so avgerandi neyðugt við góðum reinføri alla tíðina. Ansar tú eftir tær, ansar tú samstundis eisini eftir øðrum, sum helst ikki skulu fáa korona-smittu Vilmund Jacobsen - Vit vinna ikki á korona- smittu við panikki, men við skili. Soleiðis ljóðar eitt uppslag, sum herfyri varð deilt á Face­ book. Ráðini í uppslagnum eru tíverri følsk, og tað er læknin, Lidia Rota, helt eisini. Í nevdu ráðum verður eisini sagt, at kor­ona-virus kann drekkast burtur við heitum te’i. Men, tað er bara ikki so. Sambært www.helse.dk eru tað fleiri miðlar, sum hava kannað sannleiksvirðið í hes­ um, og danska Heilsustýrið vátt­ar eisini, at korona, cov­ it-19, kann ikki drekkast burtur við heitum vatni. Øll eru viðkvom Støðan við korona-virusi er í løtuni í einum nýggjum stigi í royndini at steðga spjaðing. Einki menniskjað hevur havt covit-19 áður, tí hetta er fyrstu ferð, at hetta slag av korona-virus er staðfest í menn­iskjum, og tískil kunnu vit øll vera viðkvom móti smitt­uni. Tað merkir eisini, at covit-19 kann spjaða seg skjótt millum menniskju. Korona-visur er vanliga ikki vandamikið fyri fólk, sum ann­ ars eru frísk. Men, virusið kann vera vandamikið fyri fólk, sum frammanundan bera sjúk­ur og eru veik. Hetta er eisini orsøkin til, at heilsu-og landsmyndugleikar kring heimin taka so víðgongd stig fyri at avmarka smittu­ vand­an og smittuspjaðing. Í hesum liggur eisini, at heilsu­verkini skulu megna at fylgja við, soleiðis at tey ikki ovbyrjast við sjúklingum. Frá krími til bruna Korona, covit-19, er eitt virus, sum er í ætt við onnur krím- virus, nevniliga sonevnda RNA­-virusið. Sjúkan kann kennast sum eitt veikt krím, men covit-19 kann eisini gera, at fólk fáa trupulleikar við andaleiðini. Tað eru sløg av corona-vir­ us, sum bara geva krím, men slagið, sum í løtuni herjar um heim­in, er meira álvarsligt. Covit-19 kann - frá at ávirka anda­leið, nøs, svølg og hjáholu - eisini setast á okkara lungu og lungnapípu. Avleiðingin kann gerast, at covit-19 mennist til lívs­hótt­ andi lungnabruna, og tað er eing­in heilivágur, sum í løtuni kann beina fyri smittuni. Ígerð við covit-19 kann kenn­ast sum eitt og hvørt annað krím. Fleiri fólk, sum hava havt sjúk­una, siga, at tey knappliga fingu høgan fepur, ilt í liðir og turr­an hosta. Seinni fingu tey trupulleikar við andaleiðini. Tað eru eisini fólk, sum hava fingið staðfest korona, cov­ it-19, sum slett ikki merktu, at tey vóru sjúk - og so eru tað upp aftur tey, sum í ringasta føri lótu lív. Men, tað er tíbetur und­an­ takið. Hvat sigur WHO? Heimsheilsustovnurin WHO met­ir, at covit-19 í umleið 80 pro­sentum av tilburðunum gevur mildari sjúkueyðkenni, sum ikki krevja, at fólk verða løgd inn á sjúkrahús. Umleið 15 prosent uppliva sjúkuna tor­ føra og tískil noyðast á sjúkra­ hús - og so eru tað umleið fimm prosent, ið gerast so álv­ ars­liga sjúk, at innlegging á int­ensivari deild kann gerast neyð­ug. Korona-virus smittar, sum vit so mangan hava hoyrt um hesar seinastu dagarnar, um andaleiðina. Tá vit hosta ella njósa, kunnu virus-bitlar koma úr munni ella nøs við teirri vætu, sum kemur. Virus-bitlar enda á hond ella øðrum, sum síðan kann førast yvir á onnur. WHO sigur, at korona, cov­ it-19, kann liva á leysum lutum, hondtøkum og øðrum í upp til 48 tímar. Tí er tað so avgerandi neyðugt við góðum reinføri alla tíðina. Tá vit hosta ella njósa, skal hetta gerast niður í ermuna ella í lummaklút fyri at byrgja upp fyri spjaðing av smittuni. Tað er tín ábyrgd Øll hava sína ábyrgd, tá ræður um at avmarka spjaðing av korona-virus, og hetta gera vit best við at fylgja ráðunum hjá heilsumyndugleikunum. • Vaska hendurnar væl og/ ella brúka hondspritt • Tú kanst hosta ella njósa í ermuna - og ikki niður í hendurnar • Tak ikki í hondina á nøkrum og lat vera við at kyssa • Avmarka likamliga sambandið • Hugsa um reinhald, bæði heima og á arbeiðsplássinum • Ert tú eldri ella kroniskt sjúkur, eigur tú at halda frástøðu • Ert tú frískur, verj teg sjálvan fyri at verja onnur • Følir tú teg sjúkan, ver heima, til tú kennir teg frískan aftur • Hevur tú trupulleikar við at fáa luft, og sjúkueyðkennini eru versnandi - ella tú ert sjúkur í fleiri dagar – ring so til lækna. • Tú skalt ringja til lækna - og ikki møta upp hjá lækna vegna smittuvanda. • Ert tú í sóttarhaldi, ver so verandi har, so tú ikki smittar onnur • Far ikki í panikk og hamstra ikki mat. Ger tú tað, kemur tú at standa í bíðirøð saman við øðrum og kanst gerast smittaður - ella sjálvur spjaða smittu. • Keyp inn, sum tú plagar. Kelda: www.helse.dk