Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33 NØVN Óli á Grømma Jacobsen verður 75 ár 6. mars Bæði Aksel, fráfarni løgmaður, og Bárð­ ur, verandi løgmaður, hava í árligu talum sínum til Føroya fólk tikið støði í tí einstaka persóninum, í teim ung­ling­ um, sum vilja gera mun - meðan tíð er, og til ber. Hesi ungu, sum við nærløgdum stevi og strevi náddu fram til bæði ígongd­ seting, lærdóm ella ítróttalig avrik – og sum tæntu landi okkara til heiðurs um lond. Alt gott um talur løgmanna, ið fagn­ aðu útlongsli teirra ungu til avrik og vala virksemi - og teirra íbygda kær­ leika til heimlandið - ið tykist at fylgja teim­um fyri lívið. Fýra unglingar Tað vóru fýra ungir, evnaligir dreingir um 17-18 ára aldur, sum fyrst í 1960’un­ um fóru úr Klaksvík yvir til Íslands at vera við í kristiligum arbeiði, eitt nú á Sjónarhæð á Akureyri og við Ástjørn á Norðurlandinum. Hetta, eftir at hvør teirra fyrst - fyri sín part - hevði roynt nakað av vanligum arbeiði, sjólívi, hand­verki o. a. Teir vóru: Jógvan Purkhús (f. 1943), Hans Sivertsen (f. 1944), Páll Poulsen (f. 1945) og Óli á Grømma Jacobsen (f. 1945). Hvar eru hesi mansevni nú? Jú, eftir eitt ár í Bretlandi, fór Jógvan Purkhús til Íslands, giftist við Rósu av Akureyri, var virkin á Sjónarhæð og í barnalegunum við Ástjørn. Hann býr nú í Reykjavík og er álit í samkomuni, nevnd “Akurinn”, og er enn við á Ás­ tjørn, har ið føroyingar gjøgnum árini hava havt – og enn hava - ein serstakan leiklut. Tey eiga 4 børn. Hans Sivertsen fór - eftir útbúgving á Moorland bíbliuskúla í Bretlandi - yvir til Nuuk og búsettist har. Hann hevur verið leiðari í samkomuni Ebene­ zer og íbirtari av kristnu barnalegunum inni í Ameralik-fjørðinum. Ein kær­ kom­in skái á sumri fyri mong børn í tørvi, eins og ung - og familjur við - í eini 40 ár. Merkiligt, tí talan her er um tað ser­ staka umhvørvið hjá fornu norrønu “Vest­urbygdini”, har ið norðbúgvar bú­ leik­aðust frá uml. ár 1000 til uml. 1350, táið fólkið, ið har búði, bara hvarv, og hetta uttan at nakar enn veit um at siga, hví hetta hendi - søguliga sæð. Hans er nú lutvíst fluttur heim aftur til Klaksvíkar, eftir at hann misti góðu konu sína, Jonnu, ættað úr Vági. Tey fingu 7 børn, 4 dreingir og 3 gentur. Páll Poulsen fór á trúboðaraskúla í USA í 1965 og var leiðari – eftir at Bryn­ leif Hansen, stigtakari, fórst við flog­ far­inum í Mykinesi í 1970 – av legunum í Zar­epta í eini 6 - 8 ár. Páll og Katy, fyrra kona hansara, var úr USA, hon doyði ung, frá 4 smáum børnum, longu meðan hon og Páll virkaðu sum trú­ boð­arar í Suður-Grønlandi. Nú býr Páll aftur í Qaqortoq (Juli­ ane­håb) og virkar har saman við konu síni, Marjun Vilhelm, sjúkrasystir, úr Vági, hon starvast á sjúkrahúsinum við. Tey eiga 2 døtur. Páll og Marjun eru stigtakarar til barna­legurnar inni í Nimerialik-fjørð­ in­um, ið - eftir Grønlendskum máli­ stokki - liggur nærindis hinari norrønu bú­set­ingini, “Eysturbygdini”, har ið Eirik­ur Reyði og Tjóðhild búðu. Tjóð­ hild­ar kirkja var endurreist á staðnum fyri fáum árum síðani. Norðbúgvar búðu har yviri frá uml. 1000 til uml. ár 1550. Tá vórðu tey helst týnd av útlendskum sjórænarum, held­ ur Absalon Absalonsen, rithøvundur, sam­bært ymsum keldum av áhuga, í sein­astu bók síni: “Grønlendskir norð­ búgvar”, útg. 2019. Barnalegurnar Eftir eina varisliga byrjan við legum fyri børn á sumri - summi við av­bjóð­ ing­um - kom vend í. Og eru nú hesar “Eyst­urbygdar” og “Vesturbygdar” barna-, ungdóms- og familjulegurnar vorðn­ar væl fagnaðar av myndug­leik­ um, foreldrum og børnum - ikki minst! Sum eitt gott og gagnligt kelduvað og frítíðartilboð fyri bæði børn, ung og eldri. Óli á Grømma og NTM Óli fór á trúboðaraskúla í USA í 1965 og kom skjótt upp í virksemið hjá NTM (New Tribes Mission), ið nú eitur Global Ministry. Hesin felagsskapur er skip­að­ ur undir tvær høvuðsnevndir, har ið Óli er limur í báðum og formaður fyri aðr­ari, meðan Judy, kona hansara, er skriv­ari í báðum. Felagsskapurin NTM fevnir um 32 lond, og umboð fyri tey luttakandi lond­ini hittast javnan til fjøltjóða fund­ ir við uml. 120 luttakarum. Nøkur lond eru, sum senda trúboðara út, og onnur, ið kenna tørv á kristnari trúboðan, eitt virk­semi sum í mestan mun fer fram (ikki vandaleyst) millum ókendar ætt­ ar­bólkar í fjarløgu. Onnur nevndin tekur hond um, at tey ymsu londini halda seg innan fyri ávís­ar, samsvarandi karmar. Meðan hin nevndin veitir vegleiðing við tekn­ isk­ari og andaligari hjálp til trú­boð­ar­ arn­ar, so sum til bíbliuumseting, máliskuskráseting, mállæru, siðmenn­ ing, heilsurøkt, mentan o.a. m.   Skarin av trúboðarum hjá NTM ligg­ ur nærri 3000 fólk úr ymsum londum – og fleiri eru hiðani úr Føroyum. Og virk­semið fevnir um alrahanda av­bjóð­ ing­ar, sum m. a. at loysa ókend tungu­ mál úr lagdi (har ið einki skriftmál finst) millum fólkasløg, ið eru merkt av frum­kendari mentan á teprum anda­ lig­um menningarstøði. Óli og Judy Judy kom Óli at kenna á skúlanum. Og sum aðalskrivari í báðum høvuðs­ nevnd­unum, hevur hon ábyrgdina av at samskipa alt tað praktiska viðvíkj­ andi eitt nú hølum, ferðaseðlum, hotell­ um og fíggjarligari samskipan í sam­ bandi við stevnur og at veita vegleiðing til luttakararnar. Og hóast bæði hon og Óli nú eru kom­in nakað til árs, so halda tey fram í verk­inum - sum vanligt. Tey eiga 2 synir. Óli er vitiliga álvara- og ábyrgd­ar­ mað­ur í leiðsluhøpi, men hann er hin­ veg­in ein sera skemtiligur maður at vera saman við. Og er framúr fermur tal­ari og undirvísari á fundum og møt­ um, og fremsti samráðingarmaður á yms­um mótum. Og har koma hesir, hans­ara serstøku eginleikar, mangan væl við. Og tí er hann har enn(!). Men restina av upptakinum - und­ir­ strikar hann - tekur Judy sær av! Og hann gevst ikki við at rósa henni fyri hennara part í teirra drúgva samstarvi. Hon er sera evnalig, nom og ar­beiðs­ som. Foreldur hennara eru ættað úr Týsklandi, jú, ordnung muss sein! Hon hevur, av og á saman við Óla, verið og vitjað í Føroyum. Tí hevur hon bara lært seg málið, so at hon kann føra van­ ligar samtalur á føroyskum... Ætlanin var í mars mánaði 2020 at fara í arbeiðsørindum til Tailands, Ind­ on­esiu og Filipsoyggjarnar. Hetta er nú út­sett til seinni í summar. Barnaheimið hjá Óla Heimið hjá Monu, ættað av Grømma á Viðareiði, og Jósup var eitt trygt og opið heim. Mona var so hendinga blíð við okkum dreingir. Og fyrsti spurn­ing­ ur hjá henni, táið vit komu á gátt, var ósvitaliga: “Ja, dreingir, vilja tit ikki hava ein bita?”. Systkini vóru 6 í tali. Elstur er Sigurð (f. 1938), giftur í Sønderborg. Ásvør (1940-77) 37 ár, var gift við Poul Færø. Jonna (1942-86), var gift við Sofus Hákuni Rasmussen í Hornabø í Havn, hon doyði sama dag, sum hon fylti 44 ár og frá 3. dreingjum. Magni (f. 1946) er gift­ur við Karini Rasmussen úr Grót­in­ um, og Joan (f. 1951) er gift við Ziska F. Ziska­son, tey búgva niðri. Samanumtikið Sum borið hevur verið við omanfyri, so kennist tað – alt annað líka – ikki sørt gríp­andi at hugsa um, at hesir ungling­ ar tá – og saman við góðu konum sín­ um - og hóast alla mótgongd og and­ róð­ur – tó enn halda fast við tað stavn­hald, ið greip teirra ungu hjørtu í heim­bygdini fyri uml. 60 árum síðani. Hesir, sum allir síðani hava roynst at vera álitismenn - í odd og egg. Teirra lívsverk minnir ikki sørt um tað sjálvvilliga lopið í tænastu á trú­ arleið (ja, út á 70.000 favna dýpið, sam­ bært Søren Kierkegaard) - so beint út­ av! Eitt kall? Ja! (Hóast máliskan “ eitt kall”, sambært sama S. K., langt síðani er vorðin avbronglað). Tað ber ikki til her at nevna øll tey mongu, sum hava kent hetta kallið og eru - ella hava verið - við í líknandi verki gjøgnum árini, og sum á henda hátt – í tí stilla - hava gjørt land okkara kent um heimin, og sum hevur havt ta ávirk­an, at til eru nøkur fólk kring knøtt­in, sum í takksemi minnast til okk­um og land okkara. Boðar tú til allar tjóðir... yrkti Jóannes Patursson, bóndi, á sinni og minnir okkum á, at fleiri lyftir um signing fylgja við hesi boðan. Og tað kann tí henda - at onkur ein­ samur drongur undir stjørnu­stroydd­ um hválvi undir ísbrúnni, ein genta á ein­um barnaheimi í Liberia, ein mal­ aria-rakt kvinna í slavnu, fjaru frum­ skógini ella ein misbjóðaður sigoynari í Rumeniu – táið kvøldið kemur - leggur hendur sínar saman og takkar Skapara sínum fyri, at onkur í einum fjarløgdum oyggjalandi hevur kent á sær hetta kallið - og hevur fylgt hesi tráan til gott/váða verk – til linna fyri tey, sum í mest­an mun kenna til bæði fátækt, trongd, trega og svongd. Hetta kunnu nøkur úr ymsum sam­ kom­um og kirkjum hiðani úr Føroyum - í øllum spakføri og lítillæti – fegnast um í hesum sera torgreidda heimi, ið vit enn húsast í. Hesi fólk, sum hava fata ta einfalda/ djúpa í talu Meistarans: At tann, sum vil gera mun (ráða, hava vald) – skal tæna! Tí alt vald – óansæð, hvat ella hvussu - bara er til láns eina løtu... Hiðanifrá vilja vit ynskja tær, Óla og tínum, hjarta­liga til lukku við teim 75 árunum, við øllum góðynskjum frá okkum, sum hava kent slóðina í eini 3 - 4 ættarlið, og bara hava alt gott at bera tykkum. Arnstein Niclasen Óli og Judy Páll og Marjun Jonna og Hans Jógvan og Rósa