Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Eftirspurningurin veksur eftir liðugtvørum gjørdum úr laksi Hóast alivinnan eisini er rakt aav korona-virus, so eru stórir ljósglottar fyri framman Árni Gregersen Eins og resstin av føroysku framleiðsluvinnunum, so er i alivinnan rakt av tiltøkum, sum eru sett í gildi í sambandi við korona-smittuna. Alivinnan eru eisini rakt av, at korona-smittan er um allan heim. Til dømis hevur kin­ verski marknaðurin verið heilt stongd­ur. - Men nú er marknaðurin lat­in uppaftur og vit hava í hesi vikuni avskipa aftur til Kina, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost. Kinverski marknaðurin var annars stongdur meðan kor­ ona-smittan herjaði harðast. Matstovurnar vóru stongdar, men nú letur til, at ein partur av teimum lata uppaftur. - Ja, eftir hvat vit hava fingið at vita, so lata mat­stov­ urnar uppaftur. Kortini er tað við avmarkingum í talinum av gestum, tí gestirnir skulu sita nóg langt hvør frá øðrum á matstovunum, sigur Regin Jacob­sen. Liðugtvørurnar Ein partur av framleiðsluni hjá Bakkafrost hevur í mong ár verið liðugtvørur, sum eru ætl­ aðar brúkarunum gjøgnum van­ligu handilsketurnar. Onkuntíð hevur eftir­spurn­ ingurin eftir hesi framleiðslu ikki verið so stórur og stund­ um hevur prísurin á feskum laksi verið so høgur, at hendan framleiðslan ikki hevur givið so stórt avkast. Málsetningurin hjá fyri­tøk­ uni hevur tó verið, at 40 pro­ sent av framleiðsluni skal vera VAP – ella liðugtvørur. - Nú vísir tað seg, at eftir­ spurn­ingurin eftir júst hesum vørum er ómetliga stórur, sig­ ur Regin Jacobsen. Tá ið fólk ikki fara út á mat­ stovur at eta og kanska heldur ikki eta í kantinum á arbeiðs­ pláss­um noyðast tey at gera sær mat heima – og tá eru júst tær døgverðavørur, sum eru klár­ar at leggja á pannuna nemmara at handfara. - Eftirspurningurin eftir hes­um vørum er so stórur, at tað knípir hjá okkum at nøkta hend­an tørvin. Vit fáa nýggjar fyrispurningar hvønn dag í løt­uni, sigur Regin Jacobsen. Søludeildin hjá Bakkafrost veit eisini at siga frá stórum handils­ketum í Evropa, sum selja matvørur, at umsetn­ing­ urin er tvífaldaður síðani korona-smittan fór at herja og at sølan av fiskavørum til brúk­ aran er vaksin uppaftur meira. - Hetta er sjálvandi gott at fáa at vita í hesum tíðum. Vit síggja eisini, at eftir­spurn­ing­ ur­in eftir feskum laksi er vaks­ andi hjá brúkarunum, nú tey meira ella minni noyðast at eta heima, sigur stjórin á Bakka­ frost. Regin Jacobsen leggur aft­ ur­at, at tað er eydnast at av­ skipa nakað av laksi til am­erik­ anska marknaðin. Flog­før­ini hava ikki nógv ferða­fólk, so tað ber til at flyta fisk við teimum í størri mun enn ann­ ars er møguligt, sigur hann. Regin Jacobseen, stjóri