Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33 TÍÐINDI Herdu koronatiltøkini raka alifyritøkurnar Bæði Bakkafrost, Luna og Mowi hava tó megnað at laga framleiðsluna so, at hon í stóran mun er skipað so, at tilmælini frá myndugleikunum verða hildin. Árni Gregersen Tað skuldu broytingar gerast á framleiðsluvirkjum í Føroyum, nú koronasmittan fór at herja. Soleiðis máttu bæði Bakka­ frost og Luna gera stórar broyt­ingar í virkseminum – fyrst og fremst fyri at sleppa und­an smittu, men eisini so fyritøkurnar í so stóran mun sum gjørligt halda tilmælini frá myndugleikunum. - Vit hava havt Pál Weihe, ar­beiðsmedisinara, at gjøgn­ um­ganga allar mannagongdir saman við okkum, sigur Regin Jaobsen, stjóri á Bakkafrost. - Á Luna settu vit beinan­ veg­in smittan fór at gera um seg, eina korona-nevnd, sum hev­ur tikið sær av hesum, sig­ ur Atli Gregersen, stjóri á Luna. Í fyrsta umfari mæltu myndug­leikarnir til, at vit ikki vóru meira 100 fólk saman. Tað fekk ávirkan í kantinunum hjá fyritøkunum. Har var skipað fyri so, at mattíðirnar vóru meira stýrdar, so fólk, sum komu frá hvør sínar deild ikki ótu saman. Síðani er talið sett niður til, at helst ikki fleiri enn 10 fólk savnast. - Sjálvandi hevur hetta ávirk­an, men eg haldi vit hava fingið tamarhald á tí. Á ali­ støð­unum eru vit ikki fleiri enn fimm saman og á hvørjum alibáti eru ikki meira enn tveir saman. Teir halda seg frá øðr­ um og eru ikki á lands­støð­un­ um saman við øðrum, sigur Regin Jacobsen. Hann sigur, at í sjálvari fram­leiðsluhøllunum og á smolt­støðunum eru tey eisini skild at, so tey eru færri enn 10, tó ikki í framleiðsluhøllini. - Har eru vit fleiri, men har er talan um stórar hallir, so avstandur millum starvs­fólk­ ini er stórur, sigur hann. Bakkafrost hevur eisini trý stór skip, har manningin telur 11 mans. - Vit hava tvær manningar á hvørjum skipi. Tær koma ikki í samband við hvørja aðra, men verður ein maður smittaður á aðrari vaktini, so má helst øll manningin avbyrgjast, sigur stjórin á Bakkafrost. Luna Hjá Luna hava tey stórt sæð gjørt tað sama, men har hava tey eisini tikið onnur stig. - Vit hava byrgt av fyri okk­ ara undirveitarum, so teir ikki longur koma inn á okkara økir. Tríggir teir seinasu eru júst nú vístir av økinum, tí vit halda at smittuvandin er vaksin, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna. Hann sigur eisini, at tey á virkinum í Sørvági halda fólk frá ymisku deildunum burtur frá hvørkum øðrum. Tey syrgja eisini fyri, at tá ið tey eta, so sita tey langt frá hvørj­ um øðrum í matstovuni. Á smoltstøðini ansa tey eis­ ini eftir ikki at vera ov nógv saman og tað sama á ali­støð­ unum. - Vit gjørdu eisini tað, at tá ið smittan kom, tóku vit meira laks enn ætlað, men síðani hava vit sent helvtina av teim­ um sum arbeiða á kryvji­virk­ inum heim. Tað vil siga, at har eru vit ikki so nógv, so tað ber til at halda avstand frá hvørj­ um øðrum, sigur Atli Greg­er­ sen. Luna hevur allatíðina havt at­gongd til russiska markn­að­ in og tey hava eisini sent fisk til USA. - Sum nevnt tóku vit eitt sind­ur fyrr enn ætlað og fingu tað selt. Tíbetur rakar hetta nú og ikki út á summarið, tá ið laksurin bæði etur munandi meir og eisini veksur nógv skjót­ari, sigur Atli Gregersen. Hann leggur afturat, at alt í løtuni er óvist og at tað tí er neyðugt at vera til reiðar við tillaðingum til veruleikan. Eisini Mowi hevur tikið somu stig, sum tær báðar før­ oysku fyritøkurnar. - Ja, vit hava býtt starvs­fólk­ ini á smoltstøðini og í alingini uppí bólkar, so ikki øll verða rakt um ein verður smittaður. Á Strondum koyra vit við hálv­ ari ferð á kryvjivirkunum og á skrivstovunini arbeiða øll heim­anífrá, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri. Heilsufrøðiliga ger eitt megnar arbeiði Allar korona-royndirnar verða analyseraðar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni Árni Gregersen Føroyar eru tað av øllum lond­um, sum taka flestu smitturoyndirnar av fólki. Tá ið mánadagurin í hesi vikuni var farin afturum vóru 700 royndir tiknar og svar var komið uppá allar roynd­irnar. Verður hetta samanborið við okkara grannalond og sett í lutfall til fólkatalið, so verða onga aðrastaðni tikn­ ar so nógvar royndir. Tað eru sjúkrahúsini, sum taka royndirnar, men tað er starvstovan á Heilsu­frøði­ ligu Stravsstovuni, sum ger allar kanningarnar. - Leiðarin har, Debes Christi­ansen, sum var tíð­ liga úti og fekk tilfar til vega og so bjóðai okkum fram at gera royndirnar, sigur Bárð­ ur Enni, stjóri. Starvsstovan er ógvuliga framkomin og er góðkend í altjóða høpi. - Hetta var gjørt, tá ið ILA-sjúkan herjaði í alingini. Tá var starvstovan útbygd og nýmótansgjørd fyri 25 millj­ónir krónur. Tað njóta vit gott av í dag, sigur stjór­ in. Starvsstovan er gjørd, so tilber skjótt at kanna nógv­ ar royndir, skuldi sjúka herja aftur í alingini, men tað verður eisini gangnýtt í dag. Til ber at kanna einar 160 yil 200 royndir um sam­ døgrið. - Okkara fólk arbeiða tvey skifti í starvsstovuni og onnur í húsinum hjálpa til. Har er full ferð á, sigur stjór­in, sum fegnast um, at vit eru so frammalaga á hes­ um øki. Í Heilsuverkinum eru tað eisini mong, sum viðmerkja at Heilsufrøðiliga ger eitt megn­ar arbeiði í sambandi við korona-smittuna. Atli Gregersen, stjóri Hans Jákup Mikkelsen, stjóri Bárður Enni, stjóri