týsdagur 17. mars 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33
14
Sosialurin
Nær munnu óvan
ligar tíðir hava sett
djúp spor eftir seg í
Føroyum?
Heri Mohr
Sjálvandi settu árini 1940-1945
djúp, varandi spor, meðan Før
oyar vóru hersettar av bretskum
hervaldi. Í miðøldini og longri
aftur, tá ið búseting so við og við
fór fram í Føroyum, tóku sagnir
og ævintýr seg so líðandi upp –
sjálvsagt bert í munnligum líki
– við leikluti í Føroya søgu.
Jakop Jakobsen, føddur í
Tórshavn 22.02.1864, deyður í
Keypmannahavn 13.08.1918, før
oyskur málgranskari og norð
urlendskur filologur, skrivaði
Sagnir og Ævintýr og gav út
hetta stóra bókaverkið 1898-1901.
Tá ið nøkur mentafólk – før
oyingar og danir – í 17. og 18. øld
løgdu árar út, til tess at skapa
eitt haldgott føroyskt skriftmál,
framdu tey størsta siðsøgu
bragd nakrantíð í Føroya søgu,
tí við einum slíkum skriftmáli
bar til at goyma og varðveita
minni og hendingar, áðrenn alt
fór í gloymsku og hvarv í myrkri.
Okkara ”Føroya søga” varð sum
kunnugt skrivað av dugnaligum
søgufólki í Íslandi og Danmark
við teirra skriftmáli.
Her fara vit ikki longri aftur
enn til ta tíðina, sum gomul fólk
halda seg minnast okkurt um í
smáum brotum.
Gomul fólk minnast, hvussu
tey sum børn – á økinum úti á
Reyni, á Doktaragrund, í Gong
ini og øðrum økjum har um
leiðir í tí gomlu Havnini – hildu
uppat við at spæla niðri í Gong
ini. Men tey minnast eisini, at
nakrir menn byrjaðu at sund
ursorla øll tey smáu húsini í
Gongini
millum
Müllershús
(fyrr Tingstova) og Fútastovu:
Villustova, Oyspustova, Í Gong,
Í Dali, Dávastova, Við Stein og
Ísaksstova. Ikki einans húsini,
men eisini tún og frárensl, rein
og nosslig, vórðu sorlað. Alt
varð brotið niður. Alt, bæði úti
og inni, hvarv.
Hetta paradísið hjá tilkomn
um og børnum í tí gomlu Havn
ini hvarv so við og við í 1931. Tá
var hann, ið hetta skrivar, 6 ára
gamal.
Í staðin fyri tey sjey húsini
kom ein tjúkkur betongveggur
við ongum hurðum og ongum
vindeygum
móti
Gongini.
Kanska var ein hurð í sunnara
enda av múrinum.
Gamalt lív og gomul sál og
spælandi børn í Gongini. Alt
hvarv. Við hesari vandalismu
kom Joakim von And-syndrom
ið í gullkálvadansin.
Tá komu óvanligar nýggjar
tíðir í Føroyum.
Syndromið í tí nýggja betong
vegginum bólgnaði, trokaði seg í
hvørja smogu og hvørja sprekku;
fekk vald. Rillaði onkuntíð, fekk
hjálp uttanífrá, brast so við
einum braki á sjálvum trýss
instjúgunda føðingardegnum.
Nógv fólk vitjaðu – og ervið
varð drukkið. Men gullkálva
syndromið í Gongini hvarv
ikki, og føroyingar í túsundatali
rýmdu av landinum.
Tømdir eru steypar allir. Men
dansurin um gullkálvin gevst
ikki so, hóast eingin treður
dansin undir moldum.
Um mentafólk sum William
Heinesen og Maurentius við
Stein og fleiri onnur ikki við
kærleika og listarhegni høvdu
dugað at greitt frá tí gomlu
Havnini og fólkunum, sum har
livdu, virkaðu og doyðu, ja, so
var øll livandi mentan um okk
ara forfedrar í Havn horvin í
gloymsku. Hóast okkara før
oyska skriftmál tá var veruleiki.
Sum kunnugt kann vand
alisma ikki hvørva við einum
pennastroki.
Tvørturímóti.
Vandalisma er vanliga seiglivað
við nýggjum vøkstri. Vanliga
kallað ókrút.
Slík vandalisma hevur, hóast
alt, ikki trivist úti í tí gomlu
Havnini, hóast sumt har er
merkt av tonnum tíðarinnar.
Í 1760-61 lat presturin í
Hvalba, Johan Henrik Samuel
sen Weyhe, byggja eini hús úti
á Reyni í Havn til dóttur sína
Armgarð Maria Weyhe, sum
varð gift í Keypmannahan 31.
juli 1753 við einum hattamakara,
Niels Sørensen Egholm. Í hjún
abandinum vóru 2 synir og ein
dóttir. Hjúnabandið slitnaði,
og Armgarð Maria, nú Egholm,
flutti heim aftur til Føroya við
tveimum av børnunum.
Tað triðja flutti seinri og bú
settist eisini í Føroyum. Í nýggj
um húsum, Egholmshús, sum
pápin læt smíðja, búði Armgarð
Maria Egholm, til hon doyði 30.
oktober 1828.
Ommudóttir hennara, Arm
garð Maria Egholm, 1791-1888, og
maður hennara, Jørgen Frantz
de Hammershaimb, 1767-1820,
vóru foreldur V. U. Hammers
haimbs.
Tá ið Armgarð Maria Egholm
gjørdist einkja, flutti hon við
tveimum børnum úr løgmans
setrinum á Steig til mammuna
í Nýggjustovu í Havn. Har búði
hon til 1834 við dóttur síni, tá
tær fluttu til sonin og beiggjan,
sum tá búði í Keypmannahavn,
Overgaden neden Vandet 168.
Hon búði hjá soninum, til hon
doyði í 1888.
Foreldur V. U. Hammers
haimbs vóru sum sagt Jørgen
Frantz Hammershaimb, løgmað
ur, og Armgarð Maria Egholm,
ommudóttir Armgarð Mariu,
fødd Weihe, gift Egholm.
Um Skansagarð úti á Reyni
vita vit, at ein Madame Hamm
ershaimb átti Skansagarð í 1784,
og at einkjan Johanne Hamm
ershaimb, sum búði á Skansa
garði, doyði 14. oktober 1791, 67
ára gomul. Hon var tann fyrsta,
sum varð jarðað í nýggja kirkju
garðinum á Bryggjubakka.
Nær Skansagarður varð bygd
ur, er óvist, men tað er sannlíkt,
at hann er bygdur um somu tíð
sum Egholmshús, t.v.s. 1760. 1. juli
1879 keypti Johan Vilhelm Mohr,
abbi mín, deyðsbúgvið eftir
Jens Davidsen og konu hansara
Maren Margrethe Johannesen:
Skansagarð, pakkhús, torvsker
arætt í Havnardali o.a. fyri 4.300
krónur. Soleiðis sum búgvið
varð gjørt upp, má tað haldast
at hava verið eitt valaheim, sum
myndaði búgvið. Vilhelm Mohr
var tiltikin røkin maður. Tá ið
Skansagarður gjørdist hansara
ogn, varð hann væl umsitin bæði
uttan og innan. Eitt nú varð træ
Um at missa fótafestið
Mynd av Skansagarði, sum hann sá út í 1879. Heri Mohr vaks upp fyrstu árini í Skansagarði, áðrenn húskið í 19XX flutti í nýggj hús yvri við Strond, tá
Heri Mohr var um 10 ára aldur
Soleiðis sá Gongin út aftan fyri
Sjóvinnubankan –áðrenn húsini
ímillum Fútastovu og Müllershús
vóru rivin niður, so Sjóvinnubakin
kundi standa klárur í 1932.
Genturnar fremst í myndini standa
undir vegginum á húsunum hjá
Bókbindaranuym – sum Jórun í
Dali, nú eigur. Hvítu húsini aftast
í myndini eru Nólsoyarstova. Vit
síggja suðursíðu og eystaru síðu á
Nòlsoyarstovu.
Her var Gongin líka trong og
hugnalig, sum hon í einasta
varðveitta partinum, sum nú er,
millum Nýggjustovu/Baianstovu og
Fútastovu/Vertshúsið