týsdagur 17. mars 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33
verkið uttan regluliga smurt við
petroleum. Í húsinum, í dag 260
ára gamalt, var eingin fýrur.
Um nevnda Jens Davidsen
lesa vit í Eikirøtur 1832-2007,
sum kom út 2008:
Hann var hvalbingur, 1803-
1878, og 10 ára gamal fór hann til
Havnar og búði á Skansagarði.
Jens Davidsen gekk í skúla hjá
Jens Cristian Svabo. Har fekk
hann so góðan lærdóm, at hann
longu 14 ára gamal fekk starv
hjá amtmanninum, og hann
starvaðist á amtsskrivstovuni í
62 ár. Jens Davidsen var ein há
mentaður maður. Tað er honum
fyri at takka, at Føroyingasøga
kundi koma út í prýðiligari út
gávu á føroyskum í 1832. Hann
og C. L. Tillisch, amtmaður,
íbirtu Føroya Amts Bókasavn í
1828.
Sambært tí, ið er skrivað um
mentamannin Jens Davidsen,
hevði hann stóra ávirkan á al
menn viðurskifti í Føroyum.
Í øldir var Skansagarður
mentanardepil í Havn. Har
hava tey óivað sitið væl. Eitt nú
fútin og embætisfólk frá kgl.
handlinum í Tinganesi, Jens
Chr. Svabo, Nicolaj Mohr, V. U.
Hammershaimb, Jørgen Landt
og aðrir prestar, Nólsoyar-Páll,
Niels Winther og beiggi hansara,
Jens Davidsen [den mest be
læste
nulevende
Færing/úr
brævi frá V. U. Hammershaimb],
løgmenn, sorinskrivarar, Ólavur
Bóndi á Heygum í Vestmanna
[fíggjaði og legði ta fyrstu tele
fonlinjuna í 1905], Janus Djur
huus, Richard Long, Hans Mari
us Ejdesgaard, Jákup Dahl, M. A.
Jacobsen (Mass), Karl Einarsson
(á Dunganum), hertogin á St.
Kilda o.s.fr.
Tá ið urmakarin Lauritsen,
sum eisini seldi tubbak v.m. á
Áarvegnum, vitjaði á Skansa
garði, var eingin ivi um, at kort
spælið L'hombre var á borðinum
inni í kabinettinum, har portier
var millum stovuna og kabinett
ið.
Anna Sofie Mohr, fødd Dav
idsen, og Johan Vilhelm Mohr
høvdu tríggjar døtur. Fyrsta gift
prestakona á Viðareiði, onnur
gift bóndakona á Bornholm og
triðja gift bóndakona í Kirkjubø.
Tær báðar, sum meginpartin av
teirra langa lívi búðu í Danmark,
skrivaðu drúgv brøv til for
eldrini á føroyskum, sum tær
ikki høvdu lært í skúlanum.
Prestakonan, Malla Faulenborg,
elligomul á deyðastrá í Keyp
mannahavn, segði við aðra av
sínum døtrum, sum enn er á
lívi 101 ára gomul: ”Heilsa mær
mínum kæru oyggjum.”
Bókaútgáva
Í 2008 gav Eik Grunnurin út
bókina Eikirøtur 1832-2007 um:
Færø Amts Sparekasse 1832-1962
Føroya Sparikassi-Eik 1963-2001
Føroya Sparikassi P/F-P/F Eik
Bank 2002-2007
Av tí at P/F Eik Banki og Eik
Grunnur fóru á heysin stutt
eftir, at bókin kom út, fekk
hon ein aktualitet, sum kanska
eingin hevði roknað við.
Hesin aldargamli sparikassin
hevði ætt eftir ætt verið ósvika
ligi tryggleikin í peningamálum
og sparipeningi hjá Føroya
fólki. Tryggari enn stórbankar
í øðrum londum. Føroya Spari
kassi hevði eina aura av áliti,
skynsemi og varsemi.
Adam var í paradísinum, til
hann læt seg lokka – og paradís
ið hvarv.
175 ára gamli Føroya Spar
ikassi læt seg lokka – og spar
ikassin hvarv.
Tað kom í ljósmála í tí Harr
ans ári 2000 – snøggari kundi tað
ikki verið – at vanligt vit og skil
í umsitingini av almennum og
privatum peningi í Føroya Spar
ikassa P/F-P/f Eik Banka varð
tveitt fyri borð. Og tað við rúk
andi ferð:
Føroya Sparikassi gjørdist
kastibløka hjá ábyrgdarleysum
spekulantum, sum við broyttum
nøvnum
– P/F Eik Banki og Eik Grunn
urin – broytti sparikassan til
eina skurvblanding, sum vanlig
fólk skiltu lítið og einki av.
P/F Eik Banki og nýstovn
aði Eik Grunnur og Virðis
marknaður Føroya og Føroya
Landsstýri vóru aktørar í hes
um øra leiki, sum eisini setti
síni spor í landskassan, hóast
hetta ikki átti at hent, um §
42 í løgtingsins lóg nr. 103 frá
26.07.1994 um stýrisskipan Før
oya varð hildin.
Fuglurin Fønix tevjaði bál og
øsku.
Men dansurin gekk so lyst
iliga við stóríløgum í Føroyum
og í Danmark:
Eik
Bank
Danmark
A/S,
SkandiaBank A/S og so rapaði
úr sjáttuni: Kaupting Bank, Not
io, Investa, Sprong, Finans Net
bank og nógv annað. You name
it.
Heri Mohr
95 ár
Í morgin fyllir
Heri Mohr í Havn
95 ár
Hóast høgan aldur er Heri
væl fyri, og hann skriv
ar
javnan
viðmerking
ar til dagsins mál. Í dag
prenta vit fyrsta part av
hugaleiðing hansara, »Um
at missa fótafesti«
Heri vaks upp fyrstu ár
ini upp á Skansagarði úti á
Reyni. Foreldur hansara
vóru Amalia (f. Egholm)
og Einar Mohr úr Havn.
Tá hann var um tíggju
ára aldur flutti húskið í
nýggju húsini yviri við
Strond – tað einasta húsið,
sum var har um leiðir tá.
Undir krígnum bleiv húsið
tikið av eingilsmonnum, og
búðu tey Undir Pisuvarða
øll krígsárini.
Heri hevur arbeitt sum
roknskaparmaður
stóra
partin av sínum lívi. Hann
arbeiddi hjá hjá Thomas
Dam, Wenzel Petersen og
Leif Waagstein. Í 1957 byrj
ar hann at arbeiða á Føroya
Gjaldstovu sum roknskap
arleiðari, seinni bleiv hann
fulltrúi. Í 30 ár arbeiddi
Heri sum tænastumaður,
og í 1987 gjørdist hann
stjóri á Føroya Gjaldstovu.
Hetta starv røkti hann til 1.
november 1991.
Heri giftist við Maritu
Pálsdóttir Hansen úr Gøtu
í 1950. Tey fingu fimm
børn: Sigrún, Biritu, Tord
is, Maluna og Gunnar. Eis
ini eigur Heri dóttrina Lis
umframt abba- og lang
abbabørn. Marita andaðist
2. apríl 2009, 84 ára gomul.
Heri fylgir væl við í tí
sum hendir í føroyska sam
felagnum. Ofta síggjast
hansara beinraknu og ofta
hvøssu viðmerkingar og í
miðlunum.
Fólk í túninum millum Nýggjustovu og Fútastovu í Gongini. Myndin er helst tikin í 1890'unum