Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33 16 Sosialurin KJAK Tað stóð ikki á: Glæstriborgir vórðu keyptar og bygdar í Før­ oyum og í Danmark. Tvær Yviri við Strond. Onn­ur til høv­uðssetrið og hin til ”Leb­ ens­raum.” Ein við Ting­hús­v­eg­ in. Ein í Klaksvík. Úti­bank­ar á hvørj­um tanga. Og í Da­n­mark. Alt bankans ognir – við lands­ stýr­i­num sum aktørur. Í urtagarðinum hjá spar­ikass­ a­num í miðbýnum í Havn kom eitt nýtt búmerki úr gróti, sum ”stend­ur væl í grøna um­hvørv­ i­num.” Búmerkið hvarv. Harrin viti hvar. Satt at siga var tað á­ tøkt einum gravsteini. Og so stand­myndin inni í avgreiðsluni av einum pissandi manni. Eisini hann hvarv – ætlandi pissandi – við ong­um vatni. Meðan gullkálvadansurin gekk so lystiliga, varð í januar mð. 2003 Virðisbrævamarknaður Før­oya (VMF) stovnaður. Hann átti stóran leiklut í tí syndarliga skrædl­i­num nøkur fá ár seinni. Sambært landskassans rokn­ skap­um setti Føroya Landsstýri fleiri milliónir sum eginpening í VMF. Tær milliónirnar eru ætl­ andi seinri strikaðar í nevndu lands­kass­a­roknskapum sum enda­ligt tap skattaborgarans. Í løgtingslóg nr. 103 frá 26.07.1994, § 42 er fyriskipað, at lán ella borgan o.a.m., ið skuld­ bind­ur løgting, landsstýri ella stovn­ar undir landinum, kann ikki verða tikið uttan við heimild í løg­tings­lóg. Samanlagt eitt sjáldsamt rekvi­em: deyðsmessa. Í bókini Eikirøtur lesa vit, at navnframi náttúrufrøðingurin Nicolai Mohr (22/11 1742 – 4/2 1790) ”varð raktur av politikki, sum í dag hevði verið kallaður Berufsverbot.” Hetta var eitt fyribrigdi í Týsklandi, sum fyri hálvari øld síðani sýtti ávísum fólki at vera í almennum starvi. Við stuðli frá ríkisstýrinum gjørdi Nicolai Mohr vísindaligt arbeiði í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Í áhugaverdari grein í Varð­a­ num 1924 skrivar M. A. Jacobsen, bók­a­vørður, at Nicolai Mohr fór úr Keypmannahavn til Ísl­ands við seglskipinum ”St. David” 24. juni 1780, og at teir sóu land 28. juli. Tað var Langanes, og 7. august komu teir til Skagastrandar á Norð­ ur­landinum. Siglingsferðin vardi soleiðis 44 samdøgur. Um heystið, 21. oktober 1781, sigldi hann úr Djúpavági (á Eyst­ur­ landinum) aftur til Danmarkar. Hálva øld seinni fór tann tá 12 ára gamli V. U. Hammershaimb og mamma hansara, Armgarð Maria, við einum kgl. handilsskipi úr Før­ oyum til Danmarkar. Hesin sonur hennara skuldi til Dan­ mark­ar at studera. Skipið kom í áhaldandi storm og ódnarveður og óhapp hendi á einari vág í Noregi. Skipið rak á land og róðr­ið smildraðist. Ikki fyrr enn 26. februar 1832 [sama árið, Færø Amts Sparekasse varð stovnaður] varð ankrað uttan fyri Keypmannahavn. Hendan ferðin vardi 126 samdøgur – ella 82 samdøgur fleiri enn ferðin hjá Nicolai Mohr úr Danmark til Íslands. Hvussu bókin Eikirøtur kann koma til ta niðurstøðu, at Ni­co­ laj Mohr kundi verið raktur av Berufsverbot (arbeiðsbanni) av politiskum orsøkum, er ikki lætt at skilja hjá vanligum fólki. Nicolaj Mohr og 4 ár yngri vinmaður og granni og lestr­ ar­felagi Jens Chr. Svabo (1746-1824) settu djúp spor í mentanarheimin úti og heima. Tað eru teirra rúgv­ is­miklu orðasøvn og vís­ind­ a­ligu avrik prógv um. Báðir høvdu teir, kanska sum teir fyrstu føroyingarnir, nátt­úru­ frøðiliga útbúgving. Teir búðu á ”Regensen,” meðan teir lósu við lærda háskúlan í Keyp­ mannahavn. Fingu styrk frá Havnar latínskúla og frá kgl. handilsnevndini. Nicolaj Mohr doyði 1790 í Dan­ mark, 48 ára gamal, av nýrasjúku (stensygdom), sum hann fekk, með­an hann arbeiddi í Íslandi. Tann drúgva siglingsferðin og arbeiðið í Íslandi og Grønlandi var kanska í so strævið? At flogvitið Svabo ongantíð í sínum langa lívi fekk eina fíggj­a­rliga trygga tilveru, og tessvegna livdi og doyði í f­á­ tækr­a­dømi í Havn, er ein sorg­ar­ leikur so føroyskur sum nakar: em­bæt­isfólk við stórum valdi áttu kanska teirra leiklut, sum Eikirøtur vísir á? Sama hvat. Eikirøtur – kanska mest áhugaverda bók í Føroyum í mong ár – er prýðilig við nógvum góðum frásagnum og áhugaverdum myndum, men tað er óheppið, at nøvn og árstøl eru skeivt skrivað. Eitt nú (upp á gjøt): Sambært ættartalvuni eigur navnið á kongs- og óðalsbóndanum í Hoyvík at skrivast Mouritz Mohr og ikki Móris Mohr, og navnið Nicolai Mohr eigur ikki at verða skrivað Nikolai. Nicolai Mohr varð føddur 1742 og ikki 1745. Oyggin Man er stavað Mon. Bókin Eikirøtur er áhugavert søguligt skjal. Tragikomiska og fløkjasliga tíðarskeiðið 2000- 2007 hjá Sparikassanum er so væl lýst (bókin endar 2007), at allar frásagnir um tann tápuliga Ebberød Bank blikna. Stutt eftir at Ekirøtur varð borin ókeypis í hvørt heim í Føroyum, slitnaði ringurin um tann lystiliga gullkálvadansin undir Skansanum, á Skarvhellu við Válgaravík Yviri við Strond. Alt gullið var horvið og væl goymt í øðrum lummum. Parta­ brøv Eikgrunsins, milliard­a­ upp­hædd nú við ongum virði, kundu maku­lerast – eisini tey, ið Føroya lands­stýri [uttan løgtingsins loyvi?] hevði keypt. *** Tá ið løgtingsvalið 1998 hevði verið, og nýggj politisk sam­ gonga fór til verka, vórðu bein­ an­vegin tiltøk framd, til tess at skerja ríkiskassans fígging av lóg­ar­bundna parti av rakstrar- og íløguútreiðslunum hjá okk­ ara heilsuverki og skúlaverki v.m. Hesi tiltøk vórðu sett í gildi 1. januar 2002 soleiðis, at blokk­ urin úr ríkiskassanum varð bund­in niður sum seyður í rætt, meðan skúlaverkið varð yvirtikið. Hetta innibar, at um løg­tingið ikki beinanvegin við nýggjum inntøkulógum játt­aði aðra fígging til sjúkr­a­ húsverkið, fór armóð at ó­rógv­a verkið í ólukkumáta. Hetta óskilið við at steingja fyri fíggingini í 17 ár, uttan at útvega aðrar inntøkulógir til heilsu­ verkið, hevur havt álvars­ligar avleiðingar fyri sjúkra­hús­verk­ ið. Um nú heilsuverkið alt í ein­ um varð stongt fyri allari rík­ is­kassa­fígging, uttan at onnur fígg­ing varð funnin í staðin, er eing­in ivi um, at okkara sjúkr­ ahúsverk varð stongt og aft­ur­ latið av armóðs orsøkum. Ella um løgreglu- og dóms­ valdið varð yvirtikið, sum tað so sannførandi ljóðaði ein góð­ veðursdag á fólkafundi úti á Skansanum: Heldur ein føro­ ying, ið dømir skeivt, enn ein dana, ið dømir beint. Ella um landskassin einsamallur ikki maktar at rinda meira enn helvtina av almennu pensiónunum? Tá ið ný- og umbyggingarnar á sjúkrahúsunum fóru fram 1960-80’unum í Havn, Klaksvík og á Tvøroyri, varð helvtarbýtið millum landskassan og rík­is­ kass­an væl skipað við støði í lógum og viðtøkum og van­ligum viti og skili øllum bygg­i­útr­eiðsl­ unum viðvíkjandi: Landskassin og ríkiskassin rindaðu hvør sína helvt. Nakað av partinum hjá landskassanum varð fíggjaður við lánum í Føroyum og úr rík­ is­kassanum. Ein útbygging av Lands­ sjúkra­húsinum, sum byrjaði í 2000 og vardi í eini 10 ár, kostaði meira enn 400 milliónir. Mundi ríkis­kassin rinda helvtarbýtið av hes­um byggikostnaði? Í revsilógini er tilskilað, hvussu heimildarsvik (mandatsvig) kann verða revsað. Uttan mun til, hvussu nógvar milli­ónir ella milliardir løgtingið játtar til okkara sjúkra- og heilsu­verk: Er stongsul settur fyri sjálvari fíggingini, og løg­ tingið ikki viðtekur nýggjar inn­tøk­u­lógir í staðin fyri helvt­ ar­býtið hjá ríkiskassanum, sum nú hevur verið bundið nið­ur í 17 ár, so er tað orsøkin til, at peninganeyð valdar í sjúkr­a­hús­ v­erkinum. framhald Nýggja landsstýrið frá 1998