Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33 J.C Svabosgøta 6 · Tórshavn · tel: 315 777 · ergo@ergo.fo · Online booking www.ergo.fo Anna Maria fekk Make Over! Lyklaorðið er náttúrligt úrslit, hon hevur fingið munandi yngri og frískari útsjónd, uttan at síggja “yvir gjørd út”. Anna Maria byrjaði hjá Ergo Vælveru í oktober 2019. Húðin var leys, sløpp, rukkut og merkt av sólplettum “livurplettum”. Hangandi muðurin og serliga tær skráu rukkurnar runt munnin gjørdi at Anna Maria sá troytt og heldur illbrýnt út. Februar 2020 var Anna Maria til myndatøku og úrslitið eftirmett. Andlitið hevur fingið lyft, húðin merkist føst og góð, rukkurnar eru munandi minkaðar og húðin jøvn uttan myrku plettarnar. Hvat hava vit gjørt ? Vit løgdu viðgerða ætlan yvir eitt 4 mánaðir tíðarskeið. Vit hava brúkt ultraljóð til at lyfta og lætta um eygu og serliga niðara part av andlitinum “hamsterposer”. Mesoterapi við serligari blanding ið gevur fastari húð. Hyaloronsýru “fillers” í m.a kinnbein og rukkur runt munnin. Beauty Angel yngjandi kollagenljós fyri at økja enn meira um kollagen og elastin framleiðsluna í viðgerðatíðini. Cryo viðgerð til brúnu myrku plettirnir. Ynskir tú eisini viðgerð/Make Over frá okkum? so bílegg tíð til ókeypis / óbindandi vegleiðing og hoyr hvørjar viðgerðir hóska best til tín og tíni ynski. RENTUFRÍTT LÁN FISKIMÁLARÁÐIÐ Ministry of Fisheries Fiskimálaráðið er eitt av sjey stjórnarráðum í landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í Fiskimálaráðnum starvast 16 starvsfólk. Umsitingarøkið fevnir um fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, bjarging, tilbúgving, trygd og veðurtænastu. Yviri við Strond 15 · Postrúm 347 · 110 Tórshavn · www.fisk.fo · fisk@fisk.fo Fiskimálaráðið søkir eftir avloysara fyri fulltrúa Starvið Talan er um eitt avloysarastarv fyri fulltrúa í farloyvi til 1. mars 2021. Starvið fevnir serliga um uppgávur í sambandi við fiskiveiðisamráðingar, sjó feingis lógina og fyrisiting í tí sambandi umframt at gera kunngerðir fyri føroysk skip í føroyskum og fremmandum sjógvi og fremmand skip í føroyskum sjógvi. Roknast kann við nakað av fundarvirksemi uttanlands. Førleikakrøv • Tú hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi í til dømis stjórnmálafrøði, fiskivinnufrøði ella løgfrøði. • Vit leggja dent á, at tú hevur hegni at síggja møguleikar í eini samráðingarstøðu. • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og við nærlagni, dugir at leggja til rættis, samstarvar væl og virkar til lítar í einum umhvørvi, har mál kunnu hava nógvan skund. • Tú hevur eisini lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum. • Starvsroyndir innan nevndu høvuðsuppgávur og frá almennari fyrisiting eru ein fyrimunur Vit bjóða Vit bjóða eitt starv, har tú fert at arbeiða við fjølbroyttum og fakliga mennandi uppgávum saman við starvsfeløgum, ið hava hollar royndir innan ymiskar yrkisgreinar. Starvstreytir Starvsstaðurin er Fiskivinnustovan. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar tess, umframt Løgmanskrivstovuna og stjórnarráðini annars. Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til Fiskimálaráðið, Yviri við Strond 15, Postrúm 347, 110 Tórshavn ella til fisk@fisk.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 2. apríl 2020. Fyrispurningar um starvið kunnu setast Andras Kristiansen, deildarstjóra, tel. 353241 ella um t-post til andras.kristiansen@fisk.fo