Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MERKIDAGAR Brúdleyp Týsdagin 7. apríl kl.11 giftast Gunnvá K. Áargarð og Kristjan Lützen í Dansifrøi í Havn. Vælkomst verður kl.19 - eisini í Dansifrøi. Vit gleða okkum, at hátíðarhalda dagin saman við familju, vinum og kenningum. Brúðleyp ÚTSETT Brúðleypið sum skuldi vera 28. mars 2020 hjá Biritu Gunvør Johannesen og Boga Vík, er fyribils útsett vegna smittuvandanum av Corona/covid19. Birita og Bogi. Brúdleyp Vit hava valt at ganga saman í hjúnaband tann 04.04.20 Vígslan verður í Nerija á Skála, Skálavegur 220, kl.13:30. Eftir vígsluna verður móttøka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúðarhús verður dagin eftir, 05.04.20, í Brekkutún 5, í Hoyvík kl.17-22. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar, og hátíðarhildið hesar dagar saman við tykkum, sum vit byrja okkara ferð saman sum hjún. Vinaliga heilsan Dina J. Bech & Evald Norðberg Silvurbrúðleyp Mikudagin 11. mars hava vit verið gift í 25 ár. Dagurin veður hildin fyri innbodnum í Skálanum, leygardagin 14. mars kl. 18.00 Vinarliga Meiken og Jógvan Súni Michaelsen. Kunoy 85 ára føðingardagur útsettur. 85 ára føðingardagurin, sum skuldi verða leygardagin 21. mars er fyribils útsettur. Nærri kunning seinni. Erling Joensen Gjógv Góðu tit øll Vit fara at giftast tann 30. apríl. Vígslan verður í Eiðis kirkju klokkan 16.00. Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin til ein drekkamunn og køkur heima hjá okkum á Seyðagøtu 3, frá kl. 17.00 til kl. 19.00. Seinni verður døgurði fyri foreldrum og systkjum við familju. Tað hevði glett okkum, um tit vildu komi at deilt løtuna saman við okkum. Elin & Jógvan Gullbrúdleyp Leygardagin 9. mai hava vit verið gift í 50 ár Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar at hátíðarhildið dagin saman við okkum Leygardagin 9. mai kl 18:00 í Bygdarhúsinium í Leirvík Vinarliga sigi frá á 218301-218710 innan 24.04 2020 Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á