Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33 TILTØK Adventistakirkjan 21. og 28. mars er kirkjan er stongd. Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá 14-18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ebenezer Mánakvøldið 16. mars: Kvinnumøti. Týsdagin kl. 17: Frítíðararbeiði. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20: Ungdómsmøti. Hjartaliga vælkomin www.Ebenezer.fo Frelsunarherurin í Vági Mánadagin kl 19 Bønarmøti Týsdagin kl 09.30 «Orðið á borðið» Øll eru hjartaliga vælkomin! KATÓLSKA KIRKJAN www.katolsk.fo KFUK í Havn www.kfuk.tk Mánadagin 16. mars kl. 15.00: Seinnapartsamkoman við Jógvan Arge. Øll eru vælkomin. Hósdagin 19. mars kl. 15.00: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum. Týsdagin 17. mars kl. 19.00: Chill Týsdagin 17. mars kl. 20.00: Argjakórið Hósdagin 19. mars kl. 20.00: Føstugudstænasta v/ Maria Summers við Skipá, presti Sunnudagin 22. mars kl. 19.30: Kvøldseta v/ Rógva Dam www.koma.fo Kollafjarðar Missiónshús Týsdagin 17. mars, kl. 19.30 bønarløta og kl 20.00 bíbliutími við Torleif Johannesen. Missiónshúsið Tabor á Toftum Mánadag 16. mars kl. 19.00 Junior Týsdag 17. mars kl. 19.30 Bindimøti kl. 20.15 Juice - bíbliubólkur fyri dreingir frá 7. flokki Pensionistafelagið í Havn Øll fundarskráin sum lýst er, er avlýst. tað verður lýst nærri tá virksemið byrjar aftur. Reyða Kross Vitjunartænasta Vitjunartænastan hjá Reyða Kross Føroya virkar nú í hesum økjum. Tórshavn Eyrith tlf. 513784 Marin 284333 Sørvágs kommunuøki Anna Sophia tlf. 272142 Vága kommunuøki Hansia tlf. 229705 Sandoyar kommunuøkir Óløf tlf. 561348 Kristbjørg tlf. 281708 Norðoya øki Maria Olsen tlf. 282171 Gerda Absalonsen tlf. 215174 Nes kommunuøki Eigil Andersen tlf. 212129/448960 Maja Højgaard Jakobsen tlf. 244173 Selatrað Tað verður eingin missiónsvika á Selatrað Virkin sum longst Vit møtast hvønn týsdag frá kl. 15.00 til 18.00 í Sørvágs skúla. Drekkamunnur og køka er at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Fólkakirkjan avlýsir gudstænasturnar 12.03.2020 TÍÐINDI Coronasmittan ger um seg í øllum heiminum. Kirkjuligu myndugleikarnir hava fylgt gongdini frá degi til annan. Vit hava lurtað eftir tilmælunum frá landsins myndugleikum, og vit takka fyri gott arbeiði. Vit hava sent skriv til sóknarprestarnar og kirkjuráðini um mannagongdir, ið kunnu verja yngri sum eldri móti smittuni. Trygdin hjá fólkinum eigur og skal vera í lagi, alt tað, ið liggur í okkara hondum. Seinnapartin í gjár fingu prestarnir og kirkjuráðini enn eitt skriv við fleiri tilmælum. Longu í dag er støðan broytt, og partar av tilmælunum ov veik. Boðað verður frá, at allar gudstænastur í teimum føroysku kirkjunum verða avlýstar í mars. Fyrst í viku 14 verður avgerðin endurskoðað. Tórshavn 12. mars 2020 Uni Næs, dómpróstur Jógvan Fríðriksson, biskupur BÝLI Í FØROYUM Íbúð ynskist Húsini vit búgva í eru seld so dótttir mín og eg leita eftir íbúð í Tórshavn sum skjótast, havi fast arbeiði og gjaldi til tíðina. 510654 FUNDIR Aðalfundur Ársaðalfundur hjá Beranum verður í hølum felagsins, Niels Finsensgøta 32, 100 Tórshavn, t. 31.03.20 kl. 16:30. Skrá samb. viðtøkum felagsins. Nevndin +298222993 Ársaðalfundur Fornminnafelagið fyri Skála og Skálafjørð hevur ársaðalfund 26. mars 2020 kl. 19 í húsum felagsins. Skrá samb. viðtøkum felagsins. Nevndin LÝSINGARTORG torshavn.fo – nýtt navn til Tórshavnar kvøldskúla Virksemið hjá Kvøldskúlanum hevur verið í eini broytingartilgongd farnu árini, tá ið skeiðsvirksemið um dagin og førleikagevandi skeið og útbúgv- ing eru týðandi partur av skúlavirkseminum, eisini málskeið fyri tilflyt- arar, umframt stóra virksemið innan frítíðarundirvísing og -virksemi. Í hesum skúlaárinum bjóðar Kvøldskúlin fram um leið 304 skeið til um leið 3100 næmingar. Skeiðini eru á 28 støðum í kommununi, eisini í Kollafirði og í Nólsoy. Á stovninum eru 4 starvsfólk í føstum starvi umframt 142 virksamir undirvísarar. Í mong ár æt skúlin Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúli, men broytti fyri tveimum árum síðan navn til Tórshavnar kvøldskúli. Hetta navnið tykist ikki at vera heilt tíðarhóskandi. Skúlin er í holt við at orða eina nýggja ætlan fyri virksemið, eisini at dagføra mál og mið. Verandi mál og mið skúlans eru: Missión (mál) Kvøldskúlin tryggjar borgarum í kommununi fjølbroytt og spennandi frítíðartilboð, sum eru ástøðilig, yrkislig og mentanarberandi. Visjón (mið) Kvøldskúlin skal bjóða og menna frítíðartilboð til allar borgarar í kommununi hóast aldursbólk og samfelagsliga støðu. Kvøldskúlin skal geva øllum borgarum møguleika gjøgnum yrkisføri og góðar relatiónir: • at hava møguleikar • at taka við avbjóðingum og mennast • at vera menniskja Kvøldskúlin skal vera eitt gott arbeiðspláss fyri starvsfólk, sum hava hug til at royna seg yrkisliga og persónliga. Lesið annars meira um Tórshavnar kvøldskúla á www.kvoldskulin.fo Navnakapping Mentamálanevndin hevur gjørt av at skriva út navnakapping at vita, um tað møguliga ber til at finna eitt hóskiligari navn til skúlan. Nevndin, ið metir um uppskotini, verður mannað við umboðum úr umsitingini hjá Tórshavnar kommunu og umboðum fyri Tórshavnar kvøldskúla og letur síðan tilmæli til mentamálanevndina í Tórshavnar kommunu, ið tekur støðu til málið. Ynskið er at fáa hugskot, sum kunnu geva kommununi íblástur at velja, hvønn veg best er at fara. Kappingarviðurskifti-/treytir: • Navnið nýtist ikki at innihalda hjánavnið skúli. • Nevndin tilskilar sær rætt at taka støðu til, um haldast skal fast við verandi navn, ella um nýtt navn skal koma í staðin. • Um fleiri lata inn uppskot um sama navn, verður lutakast. • Freistin at senda uppskot inn er fríggjadagin 3. apríl 2020 kl.12.00. Síðan verða uppskotini viðgjørd, og verður vinnandi navnið væntandi avdúkað 15. apríl 2020. Spurningar kunnu verða settir á torshavn@torshavn.fo ella at ringja til Honnu Simonsen, fulltrúa, á 302198, og verða møguligir spurningar svaraðir og kunngjørdir á torshavn.fo Hugskot til navn kunnu verða latin inn á Snarskivuna á Vaglinum, í brævbjálva, merktur „Navnakapping – Kvøldskúlin“, ella verða send sum t-postur til torshavn@torshavn.fo Latnar verða 10.000 kr. til vinnandi navnið. Navnakapping