týsdagur 17. mars 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað eru stórar rembingar í
altjóða fótbólti, nú allur ítrótt
ur liggur lamin kring allan
heimin. Tað er ikki nógv pláss
í fótbóltskalendaranum og tí
hevur evropesiska fótbólts
sambandið eisini gjørt skjótt
av og innkallað til fund við øll
55 lima-londini.
Har í millum eru Føroyar,
sum tó ikki eru eins hart raktar
enn
av
koronasteðginum.
Landskappingin er ikki farin
í gongd og enn er tíð at bjarga
kappingarárinum.
Verri er við EM-endaspæli
num, sum hesa ferð líkist
mest einum ørvitisprojekti, tá
koronasmittan herjar. Enda
spælið skal nevniliga avgreiðast
í tólv stórbýum kring alt Evropa.
Tí hevur eisini verið greitt leingi,
at UEFA mátti hyggja nærri at
EM-endaspælinum.
Avbjóðingin er eisini fíggjar
lig. Eitt EM-endaspæl umsetur
fyri áleið 22 milliardir krónur,
og tað er avkasti av hesum
pengunum, sum eitt nú før
oyska fótbóltssambandið fær
til rakstur og annað. Uttan
hesa inntøkurnar eru ikki nógv
eftir til føroyskan fótbólt, men
tíbetur hevur UEFA væl av
pengum – enn.
-UEFA væntar at gjalda
somu upphæddir, sum teir
plaga. Tí fær hetta í fyrstu
atløgu ikki so stórar avbjóð
ingar við sær, men stóri trupul
leikin er at vit vita ikki, hvussu
leingi hetta stendur við, sigur
Christian F. Andreasen við
Sosialin.
Samanhald yvir
telduskermarnar
Christian F. Andreasen var
saman við varaaðalskrivara
num, Kristini Dam Ziska, á
fundi við øll lima-londini um
vegis ein telduskerm. Í hesum
koronatíðum er øll ferðing og
størri samlingar frámældar, og
tí var fundurin umvegis teldu
skermar.
-Tað var eitt sindur undar
ligt, at allir forsetarnir sita í
sínum egna húsi til ein slíkan
fund. Sjálvur sat eg eisini
heima og arbeiði heimanifrá.
Vit hava fingið boð um at
ansa eftir og tað geri eg sjálv
andi eisini, sigur forsetin í Fót
bóltssambandinum.
Tað ljóðar, at tveir av for
setunum hava fingið korona
virus, so tað rakar eisini topp
in av fótbóltsheiminum, sum
vísur stóran vilja til at sam
starva.
-Stuðlar og øll onnur kring
fótbóltin vísa stórt samanhald.
Meginreglan
í
támla
hesi
støðuni, er at øll eru samd og
standa saman, og ikki geva
hvørjum øðrum skyldina, men
leggja ósemjur til síðis, sigur
Christian F. Andreasen.
Tey eru nógv, sum hava síni
egnu áhugamál til ein slíkan
fund, men forsetin sigur at her
var breið semja um at finna
loysnir. Eitt nú verður arbeitt
við at fáa Champions League
finaluna, sum verður í Istanbul
í Turkalandi, útsetta til í
seinasta lagi 1. juli í summar.
Orsøkin til júst hesa dagfest
ingina er, at flestu sáttmálar,
sum ganga út í ár, eru til 1. juli.
Við útsetingini av EM fáa
londini seks vikur longri at
avgreiða sínar heimligu kapp
ingar. Eitt nú Premier League,
Seria A, La Liga og Bundesligan.
Somuleiðis er seks vikur longri
at fáa avgreitt Champions
League og Europa League.
Forsetin í UEFA, Aleksander
Čeferin, legði stóran dent á, at
sambondini mugu vera við til
at finna eina loysn.
-Tað var týdningarmikið fyri
Aleksander Čeferin, at hetta er
ikki nakað,, sum hann skal av
gera einsamallur. Vit fingu øll
møguleikan at taka orðið, og
tað vóru tað fleiri, sum gjørdu.
Vit boðaðu bara frá, at vit
vóru samdir. Týskland, Spania
og Portugal tóku øll orðið og
vóru øll samd, og tað saman
við Turkalandi, sum tók undir
við at flyta Champions League
finaluna, sigur Christian F.
Andreasen og leggur afturat:
- Tað er breið semja um hesa
loysnirnar. Tað, sum vit royna,
er at fáa allar heimligar kapp
ingar avgreiddar, tí verður EM-
endaspælið offrað. So fáa sam
gongurnar seg vikur longri at
avgreiða kappingarnar. Síðani
byrjaði Europa League og
Champions League vónandi til
røtta tíð komandi kappingarár,
sigur forsetin í Fótbóltssam
bandinum.
Føroyskur fótbóltur
ikki rakt markið enn
Tað eru nú hálv onnur vika
síðani,
at
føroyska
lands
kappingin
skuldi
byrja.
Hon er fyribils útsett til 29.
mars, men lítið bendir at tað
verður spælandi tá. Forsetin
í FSF heldur ikki, at støðan er
álvarsom enn, tí tað er nógv tíð
til at avgreiða kappingarnar í
Føroyum.
- Vit kunnu eisini hyggja
eftir øðrum leistum, og kanska
eisini leingja kappingina long
ur út móti vetrinum, men tá
er veðrið ikki altíð so gott. Vit
kunnu eisini spæla mitt í viku
og vit hava ein summarsteðg,
har vit mugu umhugsa hvussu
hann skal verða. Alt er óvist í
løtuni, men eg vænti at vit fáa
gjøgnumført kappingina, sigur
Christian F. Andreasen, men
tað er eitt mark fyri hvussu
leingi vit kunnu bíða.
-Um alt liggur stil í mars og
apríl mánað, so verður ringt
at gjøgnumføra kappingina
undir vanligum umstøðum. Eg
skal ikki útihýsa at 18 umfar er
ein loysn, um tað vil illa, men
tað er ikki nakað vit hava á
borðinum beint nú. Nú taka
vit tað róligt og vóna, at hetta
ikki stendur við for leingi og
panikkurin kanska leggur seg,
sigur Christian F. Andreasen.
A-landsdystirnir móti Dan
mark og Andorra, sum skuldu
verða síðst í hesum mán
aðinum eru avlýstir, meðan
U21-landsdysturin í EM-undan
kappingini móti Spania er út
settur.
Tað sigur forsetin í Fótbóltssambandinum,
Christian F. Andreasen, sum týsdagin
hevur verið á fundi við evropesiska
fótbóltssambandið og tey 55-limalondini.
EM-endaspælið í summar er flutt, so at
allar heimligar kappingar og Evropa-
kappingar kunnu avgreiðast, men tað kostar
ikki føroyskum fótbólti pengar – enn
Christian F. Andreasen:
FØROYAR
FØROYAR
FÁA
FÁA SÍNAR
SÍNAR
UEFA-
UEFA-
PENGAR
PENGAR