týsdagur 17. mars 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. mars 2020 · Nr. 33
Ein stór men røtt avgerð
Tað sigur Christian F. Andrea
sen um at útseta føroysku
landskappingina
í
fyribils
tríggjar vikur. Tað er nógv, sum
skal tillagast, tá fótbólturin
verður settur á ein steðg, men
tá talan er um ein heilsuvanda,
so er avgerðin løtt.
- Vit hava øll bíðað spent
eftir
kappingini.
Feløgini,
spælararnir og venjararnir eru
klár og øll eru spent, men so
hendir hetta her. Vit halda at
tey tiltøk, sum eru sett í verk
eru neyðug fyri at verja fyri
smittu. Vit mugu eisini fylgja
teimum tilmælum vit fáa frá
mynduleikunum og vísa sam
felagsatlit. Tá Heilsumálaráðið
kemur við síni útmelding, so
er tað ein løtt avgerð at taka,
men tað er ein stór avgerð at
útseta allan ítrótt. Vit velja
sjálvandi at fylgja tí tryggasta
tilmælinum, segði Christian F.
Andreasen fríggjadagin í send
ingini Fótbóltspanelið á FM1.
Tá bleiv hann eisni spurdur
um avbjóðingarnar við fíggjar
ligu støðuni hjá føroysku fót
bóltsfeløgunum.
-Hetta er ein keðilig støða
fyri allar partar, men hetta er
ein støða, sum ongin av okkum
kundi forútsíggja. Nú mugu vit
bara royna at koma í gjøgnum
hetta so gott, sum vit kunnu.
Allur fótbólturin í Evropa
liggur stillur í løtuni, so hetta
er ikki ein støða, sum bara vit
Føroyum eru í, sigur Christian
F. Andreasen at enda.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
UEFA hevur í dag í tíðinda
skrivi
kunngjørt,
at
flaggskipið
fyri
kapping
ar
millum
lond,
evropa
meistaraheitið, verður út
sett í eitt ár. Evropesiska
samgongan sigur, at heilsan
hjá øllum, sum eru partur
av fótbóltinum er týdn
ingarmikil, so tey ikki føra
smittuna víðari til tey veik
astu. Málið er at fáa allar
heimligar
kappingar
av
greiddar hetta summarið.
UEFA
hevur
eisini
valt at avlýsa ella útseta
allar landsdystir hjá bæði
kvinnum
og
monnum.
Undankappingardystir, sum
skuldu verið í mars mánaði,
eru fyribils fluttir til í juni.
Ein nýggj meting verður
gjørd av teimum dystunum
seinni.
UEFA hevur eisini sett ein
arbeiðsbólk við, har tað eisini
eru umboð fyri deildirnar og
feløgini, at finna loysnir upp
á skránna til komandi tíðina,
so heimligu kappingarnar
kunnu avgreiðast.
Avgerðirnar hjá starvs
nevndini hjá UEFA eru tikn
ar eftir sjónbandafundin í
gjár, har øll 55 lima-londini
vóru umboðaði. Hartil vóru
eisini umboð fyri European
Club Association, European
Leagues og FIFPro Europe.
Á odda fyri fundinum stóð
forsetin í UEFA, Aleksander
Čeferin.
-Vit standa á odda fyri
einum ítrótti, sum nógv fólk
liva og anda fyri, sum nú fær
mótstøðu frá einum ósjón
ligum og skjóttflytandi mót
støðuspælara. Tað er í tíðum
sum hesum, at fótbóltsheim
urin skal vísa ábyrgd, saman
hald og ósjálvsøkni, sigur
Aleksander Čeferin og leggur
afturat:
-Heilsan hjá áskoðarum,
hjálparfólki og spælarum
hevur okkara hægstu rað
festing. Í tí andanum hevur
UEFA lagt fram fleiri møgu
leikar, so at heimligu kapp
ingarnar kunnu avgreiðast á
tryggan hátt. Eg eri errin av
reaktiónunum, sum starvs
felagirnir eru komnir við. Tað
var ein andi av samstarvsvilja,
har allir partar viðurkenna
at teir kunnu offra, fyri at vit
kunnu fáa besta úrslitið fyri
øll, sigur Aleksander Čeferin.
UEFA hevur offrað mest
Tað sigur Aleksander Čefer
in, sum heldur at tað er týdn
ingarmikið, at UEFA gongur
á odda við at lata frá sær, so
øll kunnu fáa avgreitt sínar
kappingar.
-Tað er týdningarmikið,
at UEFA tók størsta stigið
og offraði EM-endaspælið.
Tað hevur stórar fíggjarligar
avleiðingar fyri UEFA, men
vit gera við tí vón at fígging
til eitt nú grassroots-fótbólt,
kvinnufótbólt og menningin
av fótbóltinum í okkara
55-limalondum verður ávirk
að. Vit hugsa meiri um enda
málið enn um yvirskotið í
hesum førinum, sigur for
setin í UEFA.
Hann leggur afturat, at tað
fór ongantíð at verða ein góð
kensla, um EM-endaspælið
skuldi verið spælt fyri tóm
um áskoðarplássunum og øll
viðhaldsfólkini sótu heima, tá
60 ára haldið fyri fyrstu EM-
kappingina verður avspælt
kring alt Evropa.
FIFA spælir við
Suðuramerikanska fotbólts
sambandið,
CONMEBOL,
hevur eisini avgjørt at flyta
2020 Copa America, sum
svarar til EM í Evropa, so
tað samsvarar við EM-enda
spælið. Við hesum verða
feløgini
órógvaði
minst
møguligt við teirra spælar
um, sum skulu luttaka í kapp
ingini.
-Eg
vil
fegin
takka
Alejandro
Domínguez
og
CONMEBOL, og FIFA og
forsetanum, Gianni Infan
tino,
fyri
gott
samstarv.
Meðan vit hyggja í eyguni
á kreppuni, so hevur fót
bólturin víst seg frá síni bestu
síðu
við
gjøgnumskygni,
samanhaldi og toli, sigur
Aleksander Čeferin at enda.
trondur@sosialurin.fo
EM er útsett í eitt ár
UEFA hevur raðfest, at fáa allar heimligar kappingar
avgreiddar við higartil ósæddum broytinum, har øll hava
staðið saman. Ein bólkur er settur at kanna hvussu Champions
League og Europa League kunnu verða avgreiddar. – Tað
er týdningarmikið, at UEFA tók størsta stigið og offraði
EM-endaspælið, sigur Aleksander Čeferin, UEFA forseti
UEFA: