týsdagur 21. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 21. desember 2004
5
Bygdarvegirnir í
Gásadali verða nú as-
falteraðir. Tað er
fyrstu ferð nakrantíð,
asfalt hevur verið í
Dalinum
KOMMUNALTÍÐINDI
Edvard Joensen
Gásadali:
Nýggja tíðin er komin til
Gásadals. Vegirnir í bygd-
ini verða nú lagdir undir
asfalt. Arbeiði skal gerast í
hesum árinum.
Teir asfaltera í Gásadali.
Fyri fyrstu ferð. Allir vegir-
nir inni í bygdini verða
lagdir undir asfalt. Eisini
vegurin frá ánni niðan til
sjálva bygdina. Hetta eru
teir kommunalu vegirnir í
Gásadali.
Jógvan Páll Joensen,
borgarstjóri í Bíggjar Sókn-
ar Kommunu, sum Gása-
dalur er partur av, sigur, at
tað, sum nú verður gjørt,
lutvíst er fyri kommunalar
pengar, hjá Bíggjar Sóknar
Komunu, og lutvíst fyri
pengar, sum landsstýrið
hevur latið kommununi
sum útoyggjastuðul. Gása-
dalur hevur verið bólkaður
sman við útoyggjunum,
áðrenn tunnilin varð skotin
ígjøgnum.
Á nýggjárinum verður
Gásadalur saman við Bø
partur av Sørvágs Komm-
unu, og tá verður bygdin
ikki roknað sum útoyggj
meira.
Jógvan Páll Joensen sig-
ur, at kommunan hevur
fingið eina millión krónur
burtur av útoyggjastuðlin-
um, sum latin verður til at
útbyggja undirløgukervið
(infrastrukturin) í útoyggj-
arøkinum.
Í Gásadali veðra allir
kommunalu vegirnir, sum
tó ikki eru so øgiliga
nógvir, gjørdir av nýggjum
frá grundini av. Alt er
grivið upp, og rør og aðrar
leiðingar
lagdar
av
nýggjum, áðrenn asfalterað
er oman yvir aftur.
– Tað, sum sæst, er gjørt
fyri útoyggjastuðulin, sigur
Jógvan Páll Joensen, borg-
arstjóri í Bíggjar Sóknar
Kommunu. Tað er asfaltið.
Restina hevur kommunan
goldið, sigur hann.
Samlaða verkætlanin í
Gásadali hesaferð hevur
verið vegagerðin, eitt park-
eringspláss og ein lítil út-
stykking, sum byrjað eisini
er uppá, sigur borgarstjórin.
Arbeiðið varð boðið út,
og tað er eitt samtak av ar-
beiðstakarum í Vágum,
sum hevur gjørt arbeiðið í
Gásadali.
Gásadalur lagdur undir
asfalt
Gásadalur er komin inn í
nýggju tíðina. Á nýggjárin-
um verður bygdin ikki meira
roknað sum útoyggjarøki,
men partur av Sørvágs
Kommunu
Mynd: Edvard Joensen
Teir eru farnir undir
at gera tunnilsinn-
takið, portalin, til
Gásadalstunnilin
Gásadalsmegin. Ar-
beiðið skal ætlandi
vera liðugt í ár
TUNNILSGERÐ
Edvard Joensen
Gásadali:
Teir arbeiða við tunnils-
inntakinum
til
G á s a d a l s t u n i l i n
Gásadalsmegin. Arbeiðið
skal verða liðugt í hesum
árinum.
Tað eru ikki nógvir
pengar eftir at arbeiða fyri
hjá Landsverki. Men so
mikið er kortini, at arbeitt
verður av allari makt við
at fáa tunnilsinntakið í
Gásadali liðugt. Inntakið í
Áardali Bíggjarmegin má
bíða. Tað eru ikki pengar
til tað í ár.
Tað eydnaðist ikki at
fáa
viðmerking
frá
Oyvindi Brimnes, stjóra á
Landsverki, áðrenn blaðið
fór til prentingar. Men við
Sosialin fyrr í heyst segði
hann, at arbeiðið upp á
tunnilsinntakið i Gásadali
fór at verða boðið út í ár.
Og tað skuldi so ætlandi
gerast
líðugt
áðrenn
nýggjár. Meira rakk játt-
anin ikki til, segði stjórin
á Landsverki tá.
Seinastu dagarnar hava
menn arbeitt við at gera
klárt at stoypa upp fyri
tunnilsmunnan Gásadals-
megin. Og gongur, sum
stjórin á Landsverki fyrr
hevur
ætlað,
verður
arbeiðið gjørt liðugt í
hesum árinum.
Gera tunnilsinn-
tak í Gásadali
Teir arbeiða við at gera tunnilsinntakið Gásadalsmegin
liðugt. Pengar eru settir av at gera arbeiðið í ár
Mynd:Edvard Joensen
Stórar asfaltmaskinur hava seinastu dagarnar verið at sæð millum húsini í Gásadali, har asfalt
er lagt á kommunalu vegirnar
Mynd: Edvard Joensen