Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 202. MARS 2020 Alment lønt fara til hús við fullari løn, tey á privata arbeiðs­markn­að­i­ num eru fyri vanbýti Mikudagin samtykti Løgtingið hjálp­ar­ pakk­an hjá landsstýrinum, sum skal bjarga starvsfólkum og vinnulívi undan herv­i­liga fíggjarliga smeitinum, sum kor­ on­a­smittan hevur fyri samfelagið. Vit kunnu fegnast um, at tað hevur eydn­ast at savna so nógvar pengar sam­ an í ALS-grunnin, at hann megnar at lofta øll­um teimum, sum nú í hópatali skulu hjálp­ast av hesum grunni. Men tað er tó løgið, at øll starvsfólk á ar­beiðs­marknaðinum ikki er javnsett. Vit hava ein almennan arbeiðsmarknað, har starvs­fólk eru í tryggum starvi, hava trygg set­anarviðurskifti, har tey ikki kunnu tveit­ast á dyr uttan víðari, tá ar­ beiðs­gev­ar­in finnur tað fyri gott. So hava vit tann privata ar­beiðs­markn­að­in, har nøkur kunnu fáa nógv betri løn­ir, enn hjá tí almenna, men har fleiri hava bæði lægri og løn og so nógv ótryggari starv­s­ við­urskifti, enn á almenna arbeiðs­ markn­að­i­num. Tað eru løntakarar og arbeiðsgevarar, sum hava rind­að pengarnar inn í grunn­ in. Men hví skulu tey á privata ar­beiðs­ mark­a­ð­inum ikki hava fult útgjald, nú ar­beiðs­pláss – eftir beinleiðis boðum frá mynd­ug­leiknum, lata aftur og harvið eru noydd at senda fólk til hús? Tað ruggar ikki rætt, at starvsfólk á al­ menna arbeiðsmarknaðinum verða send heim við fullari løn, meðan starvsfólk á priv­ata ar­beiðsmarknaðinum verða send heim við skerdari løn og skerdum ískoyti úr ALS grunninum. Hevði tað ikki verið rættari at givið starvs­fólkum á privata ar­beiðs­markn­að­i­num fult endurgjald? Ókey, tað hevur grunnurin kanska ikki ráð til. Men hvat so við at lønirnar hjá teim­um almennu starvsfólkunum fóru sam­svar­andi niður, sum lønirnar hjá teim­um á privata arbeiðsmarkn­að­i­ num? Tað er ikki í ordan soleiðis at gera mis­ mun á starvsfólkum. Og so slett ikki, tá bæði starvsfólk og arbeiðsgevarar eru full­kom­i­liga sakleys í støðuni! Tað eru hvørki landið ella pol­it­ik­ar­ar­ nir sum hava skuldina av íkomnu støð­ uni. Her standa vit øll sam­an. Men vit standa so slett ikki saman um, at øll starvs­fólk skulu viðgerast líka, at øll skulu javn­set­ast Hvar eru fakfeløgini? Góð­taka fak­fel­øg­ini á al­menna ar­beiðs­ markn­að­inum hendan mismun? Starvsfólk hjá tí privata fyri mismuni 57 oyru kostaði ein norsk króna í gjár. Tal­an er um eitt full­ kom­ið koll­aps, sig­ur ­bú­skap­ar­ frøð­ing­ur. Ein norsk krón­an er í dag bara 57 oyru verd. Sein­asta samdøgrið er norska krón­an koll­apsað sum úrslit av ser­ligu um­ støð­u­num á gjald­oy­ra­markn­að­inum. Norski miðbankin skrivar, at hann um­ hugsar at leggja uppí fyri at styrkja krón­una. Norska krónan er í ár fall­in við ein­um trið­ ingi. Nógv lækkandi oljuprísurin hevur eisini á­virk­an á fallið hjá norsku krónuni. Men kor­ on­a­kreppan ger eisini sítt. Óttin fyri at smitta við koronavirus hev­ur fingið nógv lond til at steðga øllum sam­fel­ag­num. Tað hevur ført til, at eftirspurningurin eft­ir olju er munandi fallin. – Talan er um eitt fullkomið kollaps. Krón­ an viknar øgiliga nógv. Júst sum vit hildu, at hon ikki kundi vikna meira, verður hon enn veikari, sigur Joachim Bern­hard­sen, sum er greinari í Nordea Markets við NRK. Miðbankin – Noreges Bank – kallar tað eis­ini eina serliga støðu. Seinastu dagarnar hevur tað verið ein ser­lig støða fyri norsku krónuna, og rørsl­ur­nar á gjaldoyramarknaðinum hava verið søg­u­liga stórar, skrivar bankin. /ritzau/ Norska krónur stúrtdúkkar KORONA OG OLJA Søguliga bjarging­ ar­bragdið við Ernestinu Siðsøga síða 26-27 Nýggj sjónarmið um fátækradømi í Føroyum Síða 20-21 Hjálparpakkin hjá lands­stýr­i­ num fevnir ikki um fólk yv­ir 67 ár, sum framvegis eru á ar­ beiðs­marknaðinum. Pen­sjón­ist­ ar, sum arbeiða hjá tí almenna fáa fulla løn Sambært lógaruppskotinum, sum varð samtykt í gjár, so fevnir lógin bara um fólk, sum eru fylt 16 ár men sum ikki eru fylt 67 ár. Sambært lógini kunnu fólk, sum ar­ beiða í privatu vinnuni, verða send heim uttan at skula møta til arbeiðis – ella par­ víst sendast heim. Um ein privatur arbeiðsgevari til døm­ is koyrir øll starvsfólkini heim hálva tíð, so fáa tey lønarískoyti frá ALS upp á 10.000 krónur. Men um talan er um ein yvir 67 ár, sum enn arbeiðir, so fær hann ongan stuð­ul. Hann má í hesum føri fara heim utt­an lønarískoyti. Politikarar hava ført fram, at fólk skulu vera so leingi á ar­beið­s­markn­að­i­ num, sum til ber, men í hesum máli er ar­ beið­andi pensjónistarnir á privata ar­ beiðs­markn­aðinum eru gloymdir. Teir fáa einki løn­arískoyti. Men arbeiðandi pen­sjón­istarnir í almennum starvi fáa fulla løn, eins og øll onnur almenn starvs­fólk. Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Arbeiðandi pensjónistar valdir frá í hjálparpakka