Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2020síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020 SOSIALURIN 34 3 Fyritøkur hjálpa heilsuverkinum peningaliga í koronabardaganum Faroe Agency í Havn hevur latið heilsuverkinum eina hálva milljón krónur til bardagan móti korona- smittuni ÁRNI GREGERSEN T rýstið er ógvusligt á før­ oyska heilsuverkið, nú bardagin móti korona- smittuni er hardnaður. Smittubardagin hevur nógv eyka arbeiði við sær og neyðugt er at fáa hjálp í gerandisarbeiðnum. Millum annað tí hevur fyri­ tøkan Faroe Agency í Havn avgjørt at lata heilsuverkinum eina hálva milljón krónur at brúka í stríðnum móti korona-smittuni. - Vit vita sjálvandi, at tá ið slíkt hendir, so kostar tað pengar, sigur annar av stjórunum í fyritøkuni, Carl-Erik Reynheim. - Tí hava Maria í Akrabyrgi og eg avgjørt at lata hesa upphæddina, so tað kann lætta eitt sindur um. Vit berjast øll móti sama fígginda, sigur hann. Carl-Erik Reynheim sigur, at tankarnir um ikki at spyrja hvat landið kann gera fyri teg, men heldur hvat tú kanst gera fyri landið, hava verið frammi í hesum sambandi. Faroe Agency Fyritøkan Faroe Agency hevur sum endamál at taka sær millum annað skipaavgreiðslu. Felagið var stovnsett í 2004. Gjøgnum mong ár hevur fyritøkan tikið sær av at avgreiða ein sóran part av russisku skipunum, sum um­ skipa í føroyskum sjógvi ella við bryggjurnar í Føroyum. - Skulu vit vinna bardagan móti hesi herviligu smittuni, sum mestsum leggur okkara sam­felag lamið, so er neyðugt, at vit øll standa saman. Tað nyttar onki bara at halda, at hetta tekur onk­ ur annar sær av, sigur Carl-Erik Reynheim. Stjórin í Faroe Agency heldur eisini, at hetta kanska fær onnur at hugsa sama tanka og sum vit hava frætt, so hava aðrar fyritøkur hugsa sama tanka. - Eg ringdi til landstýrismannin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, og bað hann siga mær, hvagar pedngarnir skulu flytast. So hava vit gjørt ein mun, sigur stjórin. 1250 fólk arbeiða í løtuni í saml­aða heilsuverkinum, men harafturat hava 160 fólk bjóða sær tila t taka ein hond í, um tað fer at standa á. Á tíoðindafundi í gjár metti landslæknin, at hetta helst fer at taka fleiri vikur afturat, áðrenn vit hava fingið bilbukt við herviligu korona-smittuna. - Fyrr enn tað er hent, kem­ur neyvan full ferð á aftur í sam­ felagnum, so vit noyðast øll at hjálpa til, sigur stjórin í Faroe Agency. Carl-Erik Reynheim, stjóri Maria í Akrabyrgi, stjóri Faroe Agency avgreiðir russisku skipini, sum umskipa 350.000 tons av matfiski í føroyskum sjógvi hvørt ár.