hósdagur 19. mars 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
"Undir krígnum stríddust okkara forfedrar fyri at
yvirliva. Tað einasta, vit skulu gera nú, er at halda
okkum inni. Tað skuldi ikki verið so ringt sæð í mun til, hvussu
tey, ið stríddust fyrr, kundu gera ein mun. Hetta klára vit."
Fyrsti føroyingurin við
coronavirus, Kaj J. Skipanes,
slapp mikudagin sum
tann fyrsti úr sóttarhaldi
aftur. Hann hevur verið í
sóttarhaldi síðan 4. mars
24 ára gamla Barbara
Gaardlykke Apol er nú
virkandi fólkatingslimur
sum avloysari fyri Sjúrð
Skaale. Hon er yngsti
føroyingur, ið hevur
røkt sessin. Men hetta
verður gjørt heimanífrá,
tí koronastøðan ger, at
Fólkatingið ikki hittist
Talið av umsøkjarum til
miðnám er minkandi.
Aftur í ár færri hava
søkt inn á miðnám. Tað
komu 91 umsóknir færri
enn í fjør, og hetta er ein
minking á 10 prosent
17 filmsverkætlanir
hava fingið stuðul
frá Uttanríkis- og
mentamálaráðnum.
Samlaða útlutanin
gjørdist 1.795.000
krónur. Andrias Høgenni
og Kykmyndir v/ Jón
Hammer fingu báðir
450.000 krónur í part
Hósdagin bleiv hjálpar
pakkin hjá landsstýrinum
samtyktur. Í hjálparpakk
anum eru ymisk hjálp í
sambandi við koronastøð
unaveita - ískoyti til
niðursetta arbeiðstíð,
endurrindan av løn undir
sjúku, tiltøk at bøta um
likviditetin hjá fyritøkum
og garantiskipan fyri
rakstrarfígging til fyritøkur
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Fyri at minka um smittuvandan við
covid-19 skulu vit ikki savnast saman
í bólkum við fleiri enn 10 fólkum
10
Sóttarhald
Sprotin: sóttarhald h3
sóttverja
Orðið "sóttarhald" hevur veruliga fingið fast pláss í
orðatilfeinginum hjá føroyingum, nú aftaná at orðið
er blivið so nógv brúkt í almenna rúminum seinastu
tíðina. Tey flestu kenna onkran, sum er í sóttarhaldi
nú, og seinastu tølini frá hósdegnum vísa, at fleiri enn
700 føroyingar eru í sóttarhaldi.
Sóttarhald er tað sama sum "karantena", og tað
verður brúkt fyri at minka um smittuvandan við
koronavirus. Fólk eru í sóttarhaldi antin heima við
hús ella í hølum, sum myndugleikarnir hava víst til.
Tað hevur annars verið nógv tos hesa vikuna um,
hvussu covid-19 skal stavast á føroyskum. Málráðið
heitir til dømis á føroyingar um at skriva tað við k -
altso koronavirus.
Eitt annað sera nógv brúkt orð í hesum døgum er
"hondspritt".....
Sæð á Facebook:
"Hava myndugleikarnir enn
tamarhald á støðuni? Tað fingu
vit allatíð at vita, áðrenn talið av
coronasmittaðum byrjaði at veksa...."
Lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8
m/s. Sólglottar vera at hóma, og
hitin verður millum 1 frostmark
og 4 hitastig. Um náttina veksur
hann vindin í stívt andøvsgul til
hvassan vind, 10 til 15 m/s
3-8 m/s
10-15 m/s
8-13 m/s
LEYGARDAGIN
FRÍGGJADAGIN
SUNNUDAGIN
Stívt andøvsgul til hvassan vind
av útsynningi og suðri, 10 til 15
m/s. Skýggjað og turt, men út
á kvøldið eitt sindur av regni.
Hitin alt samdøgrið um 5 stig
Andøvsgul upp í ein strúk av
útsynningi, 8 til 13 m/s. Um
náttina veksur hann vindin til
strúk í vindi upp í skrið, 13 til
18 m/s. Samdrigið og stundum
regn. Hitin um 5 og 7 stig.
Tekna teg sum haldara,
og fá bløðini borin til dyrnar
Tórsgøta 1 FO-100 Tórshavn
Ja takk!
Eg ynski at tekna meg sum
haldara av Sosialinum.
(Set kross við tað hald tygum ynskja)
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Teldupostur:
kr 450,-
fyri ársfjórðingin
hald
Vanligt
Mánadags, mikudags og Vikuskiftis Sosialin. Umframt serblaðið Vinnan.
Bløðini borin til dyrnar.
kr 687,-
fyri ársfjórðingin
hald
Virkis
Mánadags, mikudags og Vikuskiftis Sosialin. Umframt serblaðið Vinnan.
Bløðini borin til virkisdyrnar.
kr 378,-
fyri ársfjórðingin
hald
Vikuskiis
Vikuskiftis Sosialurin borin til dyrnar.
Vanligt hald
Vikuskiis hald
Til ber eisini at tekna hald beinleiðis á www.sosialurin.fo
Ella við at senda upplýsingarnar til hald@sosialurin.fo
Send lepan til Sosialin
Virkis hald
* Viðmerk eisini ábyrgdarpersón
Sosialurin 341800
HALDARALEPI
HALDARALEPI
Visti tú?
At tú IKKI skalt brúka
pínulinnandi heiligvágin
Ibuprofen, um tú hevur
sjúkueyðkenni fyri koronavirus.
Ibuprofen ger, sambært
myndugleikunum, at
sjúkueyðkennini verða verri