hósdagur 19. mars 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
5
PERSÓNSSØGA
– Í nøkrum førum má eg lata
mína egnu meining víkja, og
heldur seta tað í verk, sum
politikararnir hava tikið avgerð
um, sigur Jákup Frants Larsen,
kommunustjóri í Fuglafirði síðstu
45 árini, sum nú fer frá fyri aldur.
Nú fær hann enn meira tíð til eitt
av stóru áhugamálunum, bilar
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Í
45 ár hevur hann verið
kommunustjóri. Hann hev
ur arbeitt undir seks ym
iskum borgarstjórum. Hann
hevur betri innlit í tað, sum er
hent í Fuglafirði síðstu hálvu øld
ina, enn nakar annar. Men nú er
aldurin komin, og í heyst fer hann
frá.
Vit sita á skrivstovuni hjá komm
unustjóranum í Fuglafjarðar
kommunu. Ein bygningur mið
skeiðis í býnum, sum í sínari tíð
varð bygdur sum eitt snikkara
virki, men sum nú í nógv ár hevur
hýst umsitingini í kommununi.
Aftanfyri skrivaraborðið hjá
kommunustjóranum hongur ein
málningur á vegginum, sum Frits
Johannesen hevur málað.
– Vit hava fleiri listafólk í
Fuglafirði, og eg havi málningar
av teimum øllum heima við hús,
sigur Jákup Frants Larsen.
Ráðgeva væl
– Mín uppgáva sum býráðsskrivari,
sum tað æt fram til 1998, nú
kommunustjóri, hevur verið at
komið við so góðari ráðgeving
sum møguligt. Bæði borgarstjóri,
býráð, fíggjarnevnd, minniluti og
meiriluti skulu hava rætta ráðgev
ing. Og um eg ella onnur á skriv
stovuni ikki vita, so ræður um at
fáa ráðgevingarhjálp uttanífrá. Tú
skalt minnast til, at tú arbeiðir í
eini politiskari skipan. Tað er
týdningarmikið at vera erligur
og opin, óansæð um tað smakkar
væl ella ikki smakkar væl hjá
politikarunum. Tú mást siga tína
meining, og tað hevur altíð verið
væl tolt. Eg havi upplivað, at eg
havi verið virdur bæði av meiri
luta og minniluta fyri tað, sum eg
eri komin við, sigur Jákup Frants
Larsen.
Má vera loyalur
Men í politikki er ikki altíð semja
um tingini, og onkuntíð er tað
hent, at avgerðir eru tiknar, sum
ganga øvut av tí ráðgeving, sum
kommunustjórin hevur givið.
– Tú skalt altíð vera loyalur
yvir fyri teimum avgerðum, ið eru
tiknar á røttum stað. Tað er tað,
sum er galdandi. So mást tú heldur
lata tína egnu meining víkja, men
føra tað út í lívið, ið avgerð er tikin
MÁ LATA
MÍNA
EGNU
MEINING
VÍKJA
Jákup Frants Larsen, kommunustjóri í Fuglafirði, á skrivstovuni
við einum málningi av Frits Johannesen í baksýni.
Mynd: Frants Jensen
FAMILJAN
Jákup Frants Larsen er giftur við Marjun
Larsen, sum er úr Oyndarfirði.
Tey eiga synirnar Erling, Petur og Einar.
Tilsamans eiga tey sjey abba- og ommubørn.
– Tað hevur mangan verið strævið hjá konuni, tá
ið eg hevði drúgvar arbeiðsdagar. Men hon hevur
staðið aftanfyri øll árini, og tað hevði ikki borið til,
um hon ikki stuðlaði, sigur Jákup Frants Larsen.
Eg havi arbeitt
saman við seks
borgarstjórum. Tað
hevur verið gott at
arbeitt saman við teimum øllum