hósdagur 19. mars 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
6
PERSÓNSSØGA
um. Tá ræður um ikki at lata tína
egnu meining skína ígjøgnum, sig
ur kommunustjórin.
Tað er tó ikki altíð so lætt at
koma í hesa støðuna.
– Onkuntíð er okkurt kærumál
komið til kommununa. Eg veit, at
mín ráðgeving ikki er fylgd, tá
ið politikarar hava tikið avgerð.
Men tað má eg bara lata fara. Eg
má á frægasta hátt verja hesa
avgerð. Hetta er ein partur av
”game’inum”. Fólk kunnu annars
vanliga fáa alment innlit í málini,
sigur Jákup Frants Larsen.
Næstan túsund
arbeiðspláss
Nógv er hent hesi 45 árini, Jákup
Frants Larsen hevur sitið á post
inum sum kommunustjóri.
– Arne Nørrevang gjørdi ein
film um Fuglafjørð í 1971. Haldi at
Kringvarpið hevur filmin. Tað er
stuttligt at síggja munin á Fugla
firði og Kambsdali tá og so í dag.
Tað var púrt einki á Kambsdali og
sera nógv er broytt í Fuglafirði.
Fuglafjørður hevur í nógv ár
verið ein vinnubýur, og tað sæst
enn í dag.
– Tað búgva umleið 1600 fólk í
kommununi, og her eru fleiri enn
900 arbeiðspláss. Millum 600 og
700 av teimum eru innan vinnu
lívið, sigur hann.
Fyritøkur sum Havsbrún,
Pelagos, Vónin, KJ, JT Electric,
Effo Bunkers, Petur Larsen, Fram
herji og fleiri aðrar hava skaffa
nógv arbeiðspláss til kommun
una. Nakað av almennum arbeiðs
plássum eru eisini, og tað størsta
er Miðnámsskúlin á Kambsdali.
– Her koma fólk allastaðni frá
at arbeiða. Tað koma nógv fleiri til
kommununa at arbeiða enn tey,
sum fara úr kommununi, sigur
hann.
Tvey fólk í umsitingini
Men hvussu bar tað til, at Jákup
Frants Larsen longu sum 22 ára
gamal gjørdist kommunuskrivari.
– Eg byrjaði sum skrivstovufólk.
Tá vóru bara tvey fólk á skriv
stovuni hjá kommununi. Eg og
Obert Eliasen, sum var komm
unuskrivari. Eg byrjaði 1. juni 1974
og skuldi gera eina nýggja komm
unustýrisskipan fyri Fuglafjarðar
kommunu. Tann uppgávan var
liðugt 8. mai í 1975. Eg fór í feriu í
juni í 1975. Men tá gjørdist Obert
Eliasen sjúkur, og eg varð biðin
um at koma aftur til arbeiðis sum
fyribilssettur kommunuskrivari.
Eg byrjaði 1. juli 1975. Á heysti í
1976 varð eg settur í fast starv,
sigur Jákup Frants Larsen.
Hendingar, politiskar avgerðir,
tøl og árstøl sita fast í minninum
hjá kommunustjóranum, og hann
nevnir tey uttan at eftirkanna í
skjølum.
Fyrstu tíðina, tá ið Jákup Frants
byrjaði, vóru bara 12 fólk í starvi
í kommununi. Í dag starvast 120
fólk í kommununi, og av teimum
eru 13 í umsitingini.
Kravdi nógv av
ungum manni
– Sannleikin er, at eg visti ikki
heilt, hvat arbeiði innibar. Eg tók
helst ov nógv á meg. Tað, sum
eg ikki væntaði, tað hendi. Fleiri
stórar verkætlanir fóru í gongd.
Fuglafjarðar havn varð útbygd við
140 metrum niðanfyri Handils- &
Frystivirkið. Tann verkætlanini
kostaði kommununi 5,5 milliónir
krónur, minnist meg rætt. Tofta
bøurin varð eisini keyptur, og
har fór ein stór útstykking
fram. Hesar verkætlanir vóru
spennandi, men tær kravdu sera
nógv hjá einum ungum manni. Vit
høvdu onga tekniska deild tá, og
vit nýttu Landsbyggifelagið sum
ráðgeva. Men vit komu ígjøgnum
tað, sigur Jákup Frants Larsen.
Við tíðini komu fleiri fólk í
umsitingina. Verkfrøðingur kom
í starv 1. desember í 1978.
Kommunuskrivarin hevði tikið
student og handilsskúla framm
anundan, og hann hevði eisini
starvast í tvey ár sum vikarur í
Fuglafjarðar skúla. Í áttatiárunum
tók hann kommunubúskap og
kommunujura gjøgnum komm
unala háskúlan í Danmark. Síðani
hevur hann tikið fleiri skeið.
Angrar at hann gavst
við fótbóltinum
– Arbeiðið kravdi sera nógv, og eg
hevði drúgvar arbeiðsdagar, ofta
frá tíðliga á morgni til seint á
kvøldi. Tá var tað eisini arbeiði við
líkningarnevndini um kvøldarnar.
Synirnir hava onkuntíð sagt, at
teir sóu meg næstan ongantíð
sum smádreingir. So eg royndi at
nýta feriutíð saman við teimum,
og vit gjørdu ofta útferðir um
vikuskiftið, sigur hann.
Sum ungur spældi Jákup Frants
Larsen nógv fótbólt, og hann var
á besta liðnum hjá ÍF. Men arbeiði
kravdi so nógv, at hann mátti
gevast við fótbóltinum í 1978, árið
fyri ÍF gjørdist føroyameistarar.
– Eg elskaði at spæla fótbólt.
Og eg angri enn, at eg gavst við
fótbóltinum so ungur. Men arbeiði
kravdi ov nógv, so tað bar ikki til.
Eg átti helst at spælt nøkur ár
afturat, tí eg var væl fyri. Men eg
mátti raðfesta, sigur hann.
Hesa tíðina var hann eisini
eykapolitistur í nøkur ár. Hetta
var serliga um vikuskiftini.
– Nú eru tað batnað sera nógv
viðvíkjandi arbeiðstíð, sigur hann.
150 milliónir til kai
Nógv er hent í kommununi, øll
hesi árini Jákup Frants Larsen
hevur verið kommunustjóri.
Serliga er nógv hent á havn
arlagnum. Nógvar havnaútbygg
ingar hava verið, og Fuglafjørður
hevur nú ein kaikant, sum er um
leið 1000 metrar, og sum hevur
eina dýpd frá 6 til 13 metrar.
Fleiri virki eru bygd á havn
arlagnum, og fleiri eru eisini á
Kambsdali. Fuglafjørður hevur
eisini sum einasta kommuna
í landinum fimm frystitunlar.
Kommuna gjørdi teir av fyrstan
tíð, men í dag eigur Bergfrost.
Havsbrún hevur eisini goymslu
tunlar í fjallinum.
– Kommunan hevur nýtt um
leið 150 milliónir krónur upp á
kaiina síðani ár 2000. Tað er ein
stór íløga. Men vit uppliva eisini,
at íløgurnar geva fitt av peningi
til Fuglafjarðar havn og annars í
partafelagsskatti. Íløgurnar koma
inn aftur við tíðini, sigur Jákup
Frants Larsen.
Í fjør hevði kommunan 131
milliónir krónur í inntøku til
samans. Samanbera vit við fyrsta
árið, Jákup Frants Larsen arbeiddi
sum býráðsskrivari, so vóru inn
tøkurnar tá tilsamans 4,2 milliónir
krónur.
Av inntøkunum, sum komm
unan hevði í fjør, vóru 67,8 milliónir
krónur í A og B skatti, Fuglafjarðar
havn hevði 20,7 milliónir krónur í
inntøku, og 19,2 milliónir krónur
komu inn sum partafelagsskattur.
Restin, 23,3 milliónir krónur, vóru
inntøkur av vørum og tænastum
og endurgjald og studningur.
Útstykking á Kambsdali
Fleiri útstykkingar eru eisini
gjørdar í kommununi.
– Í 1982 fóru vit í gongd við at
útstykkja á Kambsdali. Vit gjørdu
eina avtalu við Gjógvarahaga, har
kommunan keypti 400.000 fer
metrar av lendi. Hagin var sera
samstarvssinnaður. Tað, sum
kommunan gjørdi rætt tá beinan
vegin, var, at tað varð stykkja út
beinanvegin bæði til sethúsaøki,
vinnuøki, handilsøki, ítróttarøki
og skúlaøki, sigur Jákup Frants
Larsen.
Í dag eru nakrar smærri út
stykkingar í gongd í kommununi.
Men tað er avmarkað, hvussu
nógv øki kann nýtast til byggilendi
afturat.
Nýggjur skúli
Nógv annað er eisini hent. Báta
hylur er gjørdur, fótbóltsvøllur
eru breiðkaður, tveir barnagarðar
eru komnir, eldrasambýli er bygt,
skúlin er partvís útbygdur, Ment
anarhúsið er keypt og í løtuni
Næstsíðsta summar,
tá ið eg var niðri,
keypti eg fimm bilar
Eg angri enn, at eg
gavst við fótbóltinum
so ungur. Men arbeiði
kravdi ov nógv, so tað
bar ikki til. Eg átti
helst at spælt nøkur ár afturat, tí
eg var væl fyri
Eitt av stóru áhugamálunum hjá Jákup Frants Larsen eru bilar. Hann hevur umleið 840
bilar heima við hús. Her við einum av yndisbilinum, ein Volvo Amazon.
Mynd: Frants Jensen