Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020 SOSIALURIN 34 7 PERSÓNSSØGA verður gjørdur nýggjur barna­ skúli og nýtt ítróttarhús. – Samtykt varð at gera nýggja barna­skúla í 2016. Væntandi verð­ ur skúlin liðugur síðst í hesum árin­um. Skúlin kostar 107 milliónir krónur við innbúgvi, sigur Jákup Frants Larsen. Fyrsta byggistig í nýggja ítrótt­ ar­húsinum verður væntandi lið­ ugt í mai. Tað er ein verkætlan upp á 27-28 milliónir krónur uttan inn­ búgv. Tær ovaru hæddirnar verða gjørdar seinni. Gott at arbeitt saman við borgarstjórunum Í nógv ár var býráðsskrivarin skriv­ari á øllum fundum í komm­ un­alum høpi. Við tíðini er hetta broytt, og onnur eru vorðin skriv­ arar í nøkrum nevndum. – Nú eri eg skrivari á býráðs­ fundum og fíggjar­nevndar­fund­ um. Men eg fái eisini fundarboð til allar aðrar fundir og kann møta upp, sigur hann. Í hesi 45 árini hevur hann ar­ beitt undir fleiri ymiskum borg­ ar­stjórum. – Eg havi arbeitt saman við seks borgarstjórum. Tað hevur verið gott at arbeitt saman við teimum øllum. Ein fyrimunur er sjálvandi, um teir sita í longri tíðarskeið, tí so kenna teir skipanina, sigur Jákup Frants Larsen. Formaður í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum Jákup Frants Larsen hevur eisini verið formaður í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum síðani 2009. Fyrst í Kommunusamskipan Føroya og seinni í samanlagda Kommunufelagnum. Hann kom í nevndina í 1999. – Tað eru 13 limir, og allar tær størstu kommunurnar í landinum hava hvør sín lim. Eg taki tað sum eitt álit, at eg eri afturvaldur til formann fleiri ferðir, sigur Jákup Frants Larsen. Starvsbólkurin viðger mál og álit og leggur uppskot fyri stýrið í Kommunufelagnum. Hetta verð­ ur gjørt í tøttum sam­starvi við starvs­fólkini í Komm­unu­felagn­ um. Sum kommunustjóri við drúgv­ um royndum fær Jákup Frants Lar­sen ofta fyrispurningar frá øðrum kommunustjórum kring landið. – Tað eru ikki bara onnur, ið ringja til mín. Eg spyrji meg eisini fyri hjá øðrum kommunu, hvussu tey gera í ávísum málum, sigur Jákup Frants Larsen. Familjufyritøka Jákup Frants Larsen er sonur Pet­ ur Larsen, sum eisini er navnið á familjufyritøkuni, ið pápin stóð á odda fyri í nógv ár. Í fleiri ár var Jákup Frants sam­an við beiggjanum, Atla, í nevndini í fyritøkuni saman við foreldrunum. Hann var nevnd­ar­ formaður. Hetta var tó í avtalu við kommununa. – Í 2007 valdi pápi at selja, og tá fór eg eisini úr nevndini. Nú eru tað brøður mínir, Atli og Rógvi, ið eiga fyritøkuna. Eg havi einki við fyritøkuna at gera uttan tað, at eg eri áhugaður at vita, hvussu gongur, sigur hann. Fýra ellisakfør Kommunustjórin í Fuglafirði hev­ ur ymisk frítíðaráhugamál. Eitt av tí stóra eru bilar. – Eg havi altíð havt áhuga í bilum. Eg havi havt nógvar góð­ ar bilar. Vit hava ferðast nógv uttanlands, og tá hevur eisini verið gott at koyrt í góðum bil­ um. Bilurin hevur verið eitt frí­tíð­ arítriv, sigur Jákup Frants Lar­sen, sum í løtuni koyrir í einum Mer­ ced­es c200. Men hann hevur ikki bara áhuga í nýggjum bilum. Hann hevur nevniliga fýra ellisakfør. – Eg havi altíð havt áhuga í goml­um bilum. Verfaðir í Oynd­ ar­firði hevði ein gamlan Ford Taun­us frá 1971. Hann ætlaði at koyra bilin burtur, men eg spurdi hann, um eg ikki kundi fáa hann. At enda segði hann ja. Eg havi so fingið gjørt hann í stand, sigur Jákup Frants. Ein av teimum gomlu bilunum er hann serliga glaður fyri. – Eg havi altíð ynskt mær at fingið ein Volvo Amazon. So rendi eg meg í ein tílíkan í Danmark í 2001. Hann var ikki í góðum standi, men eg keypti hann, førdi hann til Før­oya, og fekk ein bilmekanikara at gera hann í stand. Bilurin er frá 1967, og hann er í sera góðum standi, sigur hann. Hann hevur eisini ein Jagu­ar, sum er frá 21. juni í 1978. Hend­ an keypti hann í 2007 fra Eir­iki Lindenskov, men tað var upp­ runa­liga bilurin hjá Svenningi Jo­hannesen, skipara í Havn. Í 2013 keypti hann ein sport­ vogn, ein opnan Triumph Spritfire við galesju úr Vágum. Tann bilurin er frá 1969. Jákup Frants Larsen hevur eis­ini eina gamla Honda motor­ súkklu frá 1970-unum við svørtum plát­um. Bilarnir standa í hølunum, sum Fuglafjarðar Ellisakfør leiga í Fuglafirði. Tá ið okkurt tiltak er fyri ellisakfør, so er Jákup Frants Larsen vanliga við. Hann hevur eisini ein Vik­sund­ bát í bátahylinum. 840 modelbilar Jákup Frants Larsen hevur ikki bara áhuga fyri stórum bilum, men eisini fyri smærri modellum av bilum. – Tað byrjaði, tá ið eg var í Danmark og ferðaðist við mammu. Tað var í 1961, og eg var 9 ára gamal. Atli, beiggi mín, var eisini við. Vit vóru og vitjaðu systkinabørn hjá mammu og mostur mína. Tá ið vit komu útaftur, høvdu við fingið hvør sín teknobil. Tá segði eg við meg sjálvan, at tað hevði verið stuttligt at savna bilar, sigur Jákup Frants Larsen. Hann hevur savnað á næstan hvørjum ári síðani, og nú hevur hann tilsamans umleið 840 bilar. Bilarnir eru í eini stødd 1 til 18, 1 til 24 og nakrir eru eisini í støddini 1 til 43. Talan er um bilar, har til ber at opna hurðar, lúkur og annað. – Tað eru øll sløg av bilmerkjum. Næstsíðsta summar, tá ið eg var niðri, keypti eg fimm bilar. Síðani havi eg ikki keypt nakran. Tað er onkur, sum selur á netinum, og so ber eisini til at fáa teir í onkrum handli. Mær dámar best at síggja bilarnar, áðrenn eg keypi teir, sig­ ur hann. Bilarnir standa ymsastaðni runt í húsinum hjá honum. Flestu standa tó í eini stovu í kjall­ar­an­ um. Hann hevur eisini 70-80 mot­or­ súkklur í somu støddum. Málningar og modelskip Umframt bilar, hevur hann eisini fleiri modelskip, modelbátar, borða­bátar og ein grønlandsbát við fjarstýring. Hann hevur eisini fleiri máln­ ing­ar, sum eru í heiminum á Bøvegi í Fuglafirði. Tey hava eisini húsið hjá verforeldrunum í Oyndarfirði umframt eitt summ­ arhús í Ebeltoft í Danmark. Nakrir máln­ingar eru eisini í teimum húsunum. Nú hann fer frá fyri aldur í heyst, verður enn meira tíð til frí­ tíð­aráhugamálini. – Okkum dámar væl at ferðast, og vónandi fáa vit møguleika til tað eisini í framtíðini, sigur Jákup Frants Larsen. BORGARSTJÓRAR Í FUGLAFJARÐAR KOMMUNU Jákup Frants Larsen hevur arbeitt undir hesum borgarstjórum í Fuglafirði: Ditleif Eldevig 1971-1976 Sigfríður Vørhamar 1977-1980 og 1989-1996 Steintór Larsen 1981-1988 Hallbjørg Hansen 1997-2000 Sigurð Simonsen 2001-2012 Sonni á Horni 2013-2020 Okkum dámar væl at ferðast, og vónandi fáa vit møguleika til tað eisini í framtíðini Heimið hjá Jákup Frants og Marjun Larsen er á Bøvegi í Fuglafirði. Tey síggja alt, ið gongur fyri seg á fótbóltsvøllinum í Fløtugerði í Fuglafirði. Mynd: Frants Jensen