hósdagur 19. mars 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
8
TEMA: Koronasmittan
Koronasmittan
STEINAR PATURSSON
– Vit hava sitið spent og bíða, og
vit fara ikki at koyra nakran, sig
ur Pætur Trónd Thomsen, stjóri
á Hotel Hafnia og komandi Hotel
Brandan, sum nú hevur sagt "på
gensyn" við flestu starvsfólkini,
ið fyribils enda í ALS skipanini.
Virksemið hjá Hotel Hafnia
er farið niður í so at siga einki,
og í løtuni arbeiða tey bert við
at taka sær av teimum heilt fáu
gestunum, ið eru eftir.
– Virksemið er heilt, heilt
avmarkað. Bæði umborð á
Norrønu og her í hotellinum.
Kafe Kaspar hevur take-away,
meðan Katrina Christiansen
hevur stongt. Vit hava um 10
gistandi, nakrir útlendingar og
onkrir handverkarar.
– Virksemið hjá okkum er á
leið null, men vit hava framvegis
gestir, so teimum taka vit okkum
gott av, og vit tryggja okkum, at
teir hava eitt gott uppihald.
Vanliga eru millum 100 og 150
fólk á lønarlistanum hjá Hotel
Hafnia og matstovunum, og tað
broytist eitt sindur frá sesong til
sesong. Men nú hjálparpakkin er
samtyktur, og koronahjálp verð
ur veitt arbeiðsfjøldini umvegis
ALS grunnin, eru nógv tey flestu
send til húsar fyribils.
– Tað fer niður á 15 ella 20.
Tað er í móttøkuni, tað er ein
kokkur á hvørjari vakt, tað er
húsavørðurin. Tað er heilt av
markað. Samstundis eru um 90
starvsfólk, sum nú fara í skipan
ina hjá ALS. So hetta er sjálvandi
umfatandi, sigur Pætur Trónd
Thomsen.
– Tað, sum er umráðandi fyri
okkum, er, at øll hava tað gott,
og at vit koma trygt burtur úr
hesum.
Vinnan kemur seg ikki í ár
Við Sosialin mikudagin segði
Pætur Trónd Thomsen, at
støðan var lík tí at hava rent
á eitt ísfjall. Umfangið, vavið
og avleiðingarnar av kreppuni
eru framvegis ókendar, heldur
Pætur Trónd Thomsen, sum
kortini væntar, at fyrr ella seinni
broytist støðan til tað betra.
Tað verður tó ein løta, áðrenn
ferðavinnan í Føroyum kemur
upp aftur á sama støði, ið hon
var undan kreppuni.
– Vit mugu bara sláa kalt vatn
í blóðið og bíða eftir, at støðan
broytist. Vit kunnu ikki gera
so nógv annað enn tað, sum vit
gera í løtuni. Sum tað sær út
beint nú, so er líkt til, at tað fer
at taka eina góða løtu, áðrenn alt
kemur upp at koyra aftur.
– So skjótt sum landamørk
lata upp aftur, so fer alt so smátt
í gongd aftur, men vit fara at
síggja ferðavinnu á sama støði,
sum vit gjørdu í fjør. Soleiðis
verður tað ikki. Eru vit heldig,
verður tað kanska í september
ella oktober, at støðan verður
hampilig aftur.
– Tað verður undir øllum
umstøðum ikki í summar. Tað
veldst sjálvandi um, hvussu
leingi hetta fer at standa við.
Hevði hetta vart í tvær vikur,
kundu vit fingið gongd í aftur í
apríl. Sum er, er nógv av okkara
aktiviteti flutt til heyst. Men eg
trúgvi slett ikki, at vit kunnu
vænta sama ferðafólkatal sum
áðrenn. Tað fara vit ikki at
síggja. Tað verður ikki fyrr enn
næsta summar.
Pætur Trónd Thomsen sigur,
at Hafnia hevur bjóðað øllum
kundunum at flyta tiltøk og
bíleggingar til seinni í árinum,
men at tey annars hava ókeypis
avlýsingarpolitikk, so kundarnir
kunnu eisini avlýsa, um teir
ynskja tað.
Hotel Brandan
Smyril Line, sum eigur Hotel
Hafnia, er í ferð við at byggja
nýggja, stóra og glæsiliga Hotel
Brandan á Oknarvegi í Havn
við síðuna av høvuðssætinum
hjá Bank Nordik. Eftir ætlan
skipar hotellið, sum hevur 124
nýggj kømur, fyri móttøku 2.
mei, tí tá skal hotellið standa
klárt og lata upp. Tá spurdur um
koronastøðan hevur avleiðingar
fyri upplatingina hjá nýggja
hotellinum, svarar Pætur Trónd
Thomsen, at í verandi løtu letur
hotellið upp sum ætlað, men at
bíðað verður sjálvandi eftir til
mælum frá myndugleikunum.
– Vit síggja tíðina an. Vit
fylgja við, hvat myndugleikarnir
boða frá, og vit fara sjálvandi
at fylgja tí, sum teir siga. Um
koronastøðan verður av tá, vera
vit í teirri hepnu støðu, at inn
bjóðingin verður galdandi. Og í
løtuni er hon galdandi.
Arbeiðið at byggja hotellið
gongur eisini framá, hóast onkr
ar avbjóðingar verða at leggja
allarseinastu hond á.
– Vit hava onkrar spesialupp
gávur í sambandi við byggingina,
sum krevja, at vit mugu fáa út
lendskar serfrøðingar til Føroya.
So okkurt avhongur av teimum.
Men í løtuni gongur framá, og
handverkarar eru til arbeiðis í
løtuni og gera arbeiðið liðugt.
Høvuðsarbeiðið gongur, sum
tað skal.
Vælferðarsamfelagið
traðkar til
Pætur Trónd Thomsen fegnast
tó um, at landsins myndugleikar
hava tikið støðuna í álvara og
hava samtykt ein hjálparpakka
til teirra, ið verða rakt av serligu
støðuni, sum er íkomin.
– Tað er her, at vælferðar
samfelagið vísir sítt virði, tað
er veruliga flott. Og tað, at alt
traðkar til upp á hendan mátan
at bjarga arbeiðsplássum, tað er
fantastiskt.
– Hetta fer eisini at raka tær
lítlu fyritøkurnar og tey sjálv
støðugu vinnurekandi. Tey
verða hart rakt av hesum. Hetta
er eins serlig støða, og tað er
einki, sum vit kunnu stýra sum
so. Vit mugu bara síggja tíðina
an og taka dag fyri dag, sigur
Pætur Trónd Thomsen.
Hjálparpakkin hjá landsstýrinum
er samtyktur, og nú eru
starvsfólkini hjá Hotel Hafnia
koyrd í ALS skipanina. Virksemið
hjá Hotel Hafnia og tilhoyrandi
matstovum er farið niður í einki,
og í løtuni verður koyrt á lægsta
blussi fyri teimum fáu gestunum,
ið eru eftir á hotellinum
HAFNIA LOGAR
HAFNIA LOGAR Á Á
LÆGSTA BLUSSI
LÆGSTA BLUSSI