hósdagur 19. mars 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
9
STEINAR PATURSSON
U
m alt landið liggur
handilsslívið í stóran
mun stilt. Handils
vindeyguni eru myrk,
og dyrnarar eru stongdar.
Men nú fólk fyri tað mesta
halda seg innandurða og tora illa
at vera úti millum fólk, so hevur
parturin av handilsvinnuni, ið
gongur fyri seg á netinum, fingið
rættiliga framgongd.
– Vit hava havt ein ávísan
vøkstur. Men vit vænta, at
hann verður størri og størri,
sum dagarnir ganga. Og tann
einasti platformurin, sum vit
kunnu operera á beint nú, hann
er á netinum, sigur Lars Müller,
stjóri í Skálki.
Nethandilin hjá Skálki, sum
hevur verið aktivur í fimm ár,
umfatar fleiri handlar í SMS, og
SMS hevur tikið avgerð at lata
aftur til 31. mars, meðan korona
smittan herjar.
Mikumorgunin hevði net
handilin longu havt 277 kundar
á síðuni bert tann morgunin, og
dagin fyri hevði handilin havt
yvir 40 ekspeditiónir umvegis
nethandilin, sum er munandi
fleiri, enn tað plagar.
Somuleiðis er eisini vøkstur í
netsøluni hjá Power, sum eisini
heldur til í SMS.
– Sølan er vaksandi, tað sigur
seg sjálvt. Og vit hava longu
merkt munin seinastu dagarnar
og kanska seinastu vikuna. Tað
er bara vaksandi, og tað blívir
við. Tað koma fleiri og fleiri
ordrar inn handan vegin, og vit
fáa fleiri og fleiri fyrispurningar
umvegis teldupost og telefon.
Tað er einki at ivast í, sigur Høgni
Zachariassen, stjóri í Power,
sum eisini væntar, at vøksturin
heldur áfram komandi tíðina.
Elding húsast ikki í SMS, og
handilin hevur framvegis opið
fyri almenninginum. Men eisini
hjá Elding hava tey merkt øktan
áhuga í nethandlinum.
– Sølan á netinum er í
øllum førum tvífaldað innan
hesa seinastu vikuna. Síðan
fyrsti tilburðurin kom í Før
oyum hava vit sæð økta sølu á
nethandlinum, og hon er eisini
býtt út yvir allan dagin, sigur
Eyðfinn Reyðberg, nevndar
formaður í Elding.
– Døgnið er langt. Og tað, sum
vit hava sæð, er at fólk fordeila
seg væl yvir dagin. Vit hava ikki
peak-tíðir, eins og vit vanliga
hava. Og tað ger seg eisini gald
andi í handlinum sjálvum. Fólk
hyggja eftir vøruni og bíleggja
hana gjøgnum netið, og koma
so líka inn í handilin eftir henni,
sigur Eyðfinn Reyðberg.
Góð og ókeypis útkoyring
Økti áhugin og økta trýstið á
nethandlarnar hevur eisini við
sær, at handlarnir mugu taka
nýggjar og alternativar loysnir
í brúk, nú viðskiftafólkini ikki
koma á gátt.
– Vit royna at hava eina
leveringstíð í Havn upp á ein
hálvan tíma ella ein tíma. Vit
royna at fáa tað upplýst til
teir kundar, sum vit hava, og
samstundis royna vit at hava
ein kontaktpersón, sum kann
taka ímóti spurningum. Um
onkur til dømis vil keypa einar
kovboybuksur, so kann við
komandi ringja inn og spyrja um
passform og annað, um tey ikki
føla seg heilt trygg við at keypa
netinum. Tað eru tílík ting, ið
vit kunnu gera nú, annars fáa
vit ikki gjørt nógv annað, sigur
Lars Müller.
Somuleiðis er nógv samskifti
yvir telefonina og kjattfunkuna,
sum Elding hevur á heimasíðuni,
har starvsfólk fáa vegleitt
kundum um brúkslutir og
annað, tá tað ikki liggur fyri at
koma inn í handilin sjálvan.
Øktur nethandil setir eisini
herd krøv til útkoyring, men
handlarnir tykjast at vera til
reiðar til uppgávuna. Skálkur
leggur seg eftir at fáa vøruna
avgreidda og útkoyrda innan
ein tíma, og eins og Elding og
Power veitir Skálkur ókeypis
útkoyring.
Power, til dømis, hevur egnar
bilar til útkoyring, men møgu
leikin er eisini at nýta flutnings
fyritøkur, skuldi tørvur verið á
tí.
– Vit selja eisini rættiliga
ymiskar vørur. Tað er alt frá
einum lítlum plastikkposa til
eitt amerikanarakøliskáp. Tað
er so ymiskt eisini, hvussu tað
ymiska er at koyra út. Vit koyra
tað mesta út sjálvir, meðan tað
heilt lítla áður hevur verið sent.
Men nú koyra vit alt út sjálvir,
sigur Høgni Zachariassen.
Sølan endurspeglar tørvin
Lars Müller veit ikki at siga, um
tað eru serligar vørur, ið fólk
leggja seg eftir at keypa á neti
num í hesum koronadøgum, og
Høgni Zachariassen metir, at
vøran endurspeglar tann van
liga tørvin, sum fólk hava.
Hjá Elding hava tey kortini
varnast, at talan er millum ann
að um vørur, ið kunnu brúkast
til arbeiðsbrúk.
– Nógv skulu arbeiða heimani
frá, og tað eru kanska ikki øll,
sum eiga teldur til arbeiðsbrúk.
Tað er øgiliga týðiligt, at tað, sum
verður keypt, er tílíkt, sum fólk
hava tørv á nú, sigur Eyðfinn
Reyðberg.
STÓRUR VØKSTUR HJÁ
FØROYSKUM NETHANDLUM