hósdagur 19. mars 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
10
ANNIKA KUNOY IM
S
íðani Løgmaður á tíð
indafundi hósdagin í
síðstu viku boðaði frá,
at Føroyar nú skulu
niður í ferð fyri at fyribyrgja,
at koronasmittan ovbyrðar
heilsuverkið, hevur Kringvarp
Føroya, millum annað sum liður
í tilbúgvingini, tikið eitt stórt tak
við fleiri eyka tíðindasendingum
og tilfari á øllum pallum. Semja
tykist vera um, at toymini í
Kringvarpinum hava megnað
at savnað saman Føroya fólk í
eini krepputíð, tá kunning kann
verða lívsneyðug.
Serliga er tað stjørnan á
skíggjanum í høvuðstíðinda
sendingini hjá sjónvarpinum,
John Johannessen, sum hevur
fingið rósandi orð úr øllum
heraðshornum.
Á sosialu miðlunum, á blogg
um og millum manna verður
fólksligi verturin kallaður tann
nýggi føroyski Mr. News.
Seinasta vikan hevur verið
serstøk. Tað hevur hon verið
kring alt landið – og meðan tey
flestu seta ferðina niður, arbeiða
tíðindafólk undir hátrýsti. Tíð
indi um koronasmittuna fylla
lættliga heilar-, longdar- og eyka
tíðindasendingar. Í slíkum tíðum
hyggur almenningurin sama veg
– hesaferð á sjónvarpsskíggjan,
har John Johannessen stendur
klárur við nýggjastu dagføring
unum.
Kringvarpið hevur sjálvsagt
eina serliga ábyrgd, tá ein slík
kreppa herjar. Hetta er ein serlig
støða, hyggjaratalið er langt
omanfyri miðal, og nógv fólk
fylgja við, greiðir hann frá.
Tað byrjaði mikukvøldið
11. mars, tá Mette Fredriksen,
danska forsætisfrúa, á tíðinda
fundi boðaði frá, at Danmark
komandi tíðina fór at seta
ferðina niður.
– Vit høvdu varhuga av, at
okkurt var ávegis í Føroyum
eisini. Eg var redaktørur og
vertur í Degi og Viku, tá hetta
hendi og føldi, at tað kom ov lít
ið av upplýsing frá føroyskum
myndugleikum og miðlum, sigur
John Johannessen.
– Hósmorgunin var eg aftur
til arbeiðis sum redaktørur, og
tá varð avgerð tikin saman við
leiðsluni um at gera eina eyka
tíðindasending seinni tann
dagin, tá landstýrið gjørdi av
at steingja partar av føroyska
samfelganum, sigur hann.
– Tað hevur verið umráðandi,
at vit hava havt meir enn eina
dagliga tíðindasending í sjón
varpinum. Tí gjørdu vit eisini
sendingar bæði leygar- og
sunnudagin í síðstu viku, leggur
hann aftrat.
Síðani eyka tíðindasendingina
hósdagin í síðstu viku hevur
Dagur og Vika, við John
Johannessen í miðdeplinum,
havt fleiri eyka tíðindasendingar
og vanligar tíðindasendingar
við perspektivering og barna
tíðindum.
– Vit eru farin at gera meir
perspektiverandi innsløg sum
liður av nýggja Degi og Viku
konseptinum, sum kom í heyst.
Tað dámar mær væl, sigur hann.
– Hugskotið til Dag og Viku
í barnahædd kom, tá ein vin
maður mín ringdi og spurdi,
um tað ikki hevði verið eitt
gott hugskot at havt okkurt til
børnini. Tað tók leiðslan undir
við, tí tað er ein ótti í luftini
hesar dagarnar, og tann óttan
kenna børnini eisini. Eitt toymi,
sum arbeiðir við barnatilfari
í Kringvarpinum gjørdi inn
sløgini, sigur hann.
Geri bara mítt arbeiði
Spurdur um, hvussu tíðin í
sjónvarpinum hevur verið hesa
vikuna, síðani landið fór niður
í ferð, sigur hann lítillátin, at
hann bara hevur gjørt tað, sum
hann er settur í starv til at gera.
– Eg geri bara mítt arbeiði. Og
tað, sum eg haldi er umráðandi
við einum starvi sum hesum er
at minnast til, at vit bert eru til
fyri hyggjaran, staðfestir hann.
Og soleiðis ber eisini til
at orða tað, tá ið ein stendur
frammanfyri eini tjóð, har hvør
sum ein hava eyguni vend sama
veg. Røddirnar, sum í almenna
rúminum hava rópað hart við
hvøssum kritikki mótvegis
public service stovni okkara eru
ikki líka hvassar um dagarnar,
og í almenna rúminum eru fleiri
rósur enn vanligt.
– Leiðslan hevur gjørt eitt
flott arbeiði og hevur lagt ar
beiðið hjá tíðindafólkum, vert
um, myndafólki og hinum í
toyminum væl til rættis við
arbeiðsbólkum. Leiðslan hevði
varhuga um, hvønn veg, ið tað
bar, og at vit vóru á veg í eina
kreppustøðu. Álvarsemi hevur
verið væl kunnað til stavsfólkið.
Eisini hevur starvsfólkið kýtt
seg til at geva sakliga, skjóta og
kritiska upplýsing. Hetta hevur
savnað Føroya fólk, sum hesar
dagarnar hevur vitað, at Kring
varpið er har við neyðugi upp
lýsingini, sum tey bíða eftir. Tað
er kanska tí, at vit merkja hesa
nøgdina í fólkinum, sum vit jú
eru til fyri, sigur hann umhugsin.
– Vit eru eitt toymi, og øll
løgdu seg í selarnar beinanvegin
og fóru at framleiða tilfar,
vóru klár at dagføra og traðka
til. Fólk hava ikki hugsað um
vaktarskipanir og vanligar
arbeiðstíðir, men tað merktist, at
øll veruliga ynsktu at geva nakað
eyka allar hesa dagarnar. Og tí
skulu vit minnast til, at rósandi
orðini mugu galda fyri øll – eisini
tey, sum ikki eru beinleiðis á
skerminum. Tað eru tey, sum
syrgja fyri innsløgunum, sigur
John Johannessen.
– Vit skulu minnast til, at tað
ber ikki til at fáa eina sjónvarps
sending í luftina uttan dugna
ligar fotografar, framleiðarar,
ljóðfólk, makeup-artistar og
onnur. Uttan tey, var eingin
sending, sigur hann.
– Eg ivist tó ikki í, at kritisku
røddirnar nokk skulu vakna
aftur, leggur hann skemtandi
aftrat.
Fólksligi verturin
Í Degi og Viku seinastu vikuna
hevur hann fleiri ferðir tosað
beinleiðis til hyggjaran og biðið
um umbering fyri smá mistøk
og tekniskar fleilir, sum kunnu
koma fyri, tá ein sending verður
sett á beinini upp á so stutta
tíð. Eisini hava vit sæð vertin
sprittað borðið og sett fram
vatngløs til gestirnar í sjón
– Eg geri bara mítt arbeiði. Og
tað, sum eg haldi er umráðandi
við einum starvi sum hesum er
at minnast til, at vit bert eru til
fyri hyggjaran, sigur fólksligi
verturin í Degi og Viku, John
Johannessen, sum hevur vunnið
fólksins tokka hesar dagarnar
landið sameint hevur leitað til
Kringvarpið eftir dagføringum,
nú samfelagið liggur í tvungnum
dvala vegna koronasmittuna
TEMA: Koronasmittan
Koronasmittan
FØROYA NÝGGI
FØROYA NÝGGI MR.
MR.
Vanliga brúka vit nógva orku upp á, at fáa
sjónvarp at vera flott, men í hesum tíðum
vinnur innihaldið á innpakninginum. Tá
eg eri í studio undir slíkum umstøðum,
taki eg tað, sum tað kemur. Tað geri eg
altíð. Tú mást viðganga, at tú einans er eitt menniskja, og
tá verður sjónvarpið fólksligt og sameint