Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020 SOSIALURIN 34 11 varps­stovuni. – Vanliga brúka vit nógva orku upp á, at fáa sjónvarp at vera flott, men í hesum tíð­um vinn­ur innihaldið á inn­pakn­ ing­inum. Tá eg eri í studio undir slíkum umstøðum, taki eg tað, sum tað kemur. Tað geri eg altíð. Ein má viðganga, at ein einans er eitt menniskja, og tá verður sjón­varpið fólksligt og sameint, sigur hann. – Tað hevur verið væl mót­ tik­ið, tí fólk hava brúk fyri at savna seg um nakað, og tað eydnaðist okkum at gera góðan journalistikk, sum fólk savn­ aðust um, sigur hann. Hann heldur, at í serligu støðu­ni, sum vit í dag eru í er umráðandi hjá øllum journal­ist­ um at minnast til, at ein ikki er serfrøðingur, at samskifta virði­ liga og veita sakliga og kritiska upp­lýsing. – Tað ber væl til at vera kritisk­ur og samstundis vera virði­ligur og sakligur, leggur hann áherðslu á. – Í hesum døgum eru nógvir spur­ningar, og tað er umráðandi, at vit tíðindafólk vita, at vit eru ikki serfrøðingar, men vit kunnu seta røttu spurningarnar til røttu fólkini, sigur hann. At gera góðar og upplýsandi sjón­varpssendingar kring tað, ið nú hendir í samfelagnum hevur sjálvsagt sínar avbjóðingar við sær. John Johannessen heldur sjálv­ur, at tað er serliga um­ ráð­andi at fáa fleiri gestir inn í sjón­varpsstovuna, sum kunnu per­spektivera støðuna, sum vit eru í. Somuleiðis er umráðandi, at ein sum vertur hevur virðing fyri teimum gestunum, sum koma, so gesturin hevur hug at svara, og hyggjarin hug at hyggja. Og hann leggur enn eina­ferð dent á, at hetta eisini eigur at vera galdandi í dagligu tíðinda­sendingunum, tá sam­ felagið koyrir sum vanligt. – Sjálvandi skulu kon­fronta­ tións-interviewini eisini gerast, men tey kunnu gerast á ymiskar mátar. Eg haldi, at sakligheit og virðing saman við kritiskum journalistikki, altíð vinnur, sigur hann. Úr politikki í journalistikk John Johannessen byrjaði at fáast við at gera journalistikk seinast í nítiárunum, inntil hann miðskeiðis í nullunum gjørd­ist politikari. Hóast hann hevur verið í politikki, kann ikki annað enn sigast, at hann hevur verið væl mót­tikin sum sjónvarpsvertur og tíð­inda­ maður. Soleiðis var tó ikki, júst eftir at hann fór úr politikki, og tí hevði hann stabsfunktión í Kringvarpinum í eina tíð. – Tað var heilt klárt. Men tá var tað eisini stutt tíð liðin, síðani eg fór úr politikki. Tað eru nógv ár síðani nú, og eg havi einki við politikk at gera og havi heldur ikki ætlanir um tað. Tað snýr seg um at gera journalistiska hondverkið pro­ fessionelt. Og tá tú gert tað, so upplivir tú eisini, at fólk hava virðing fyri tí, ið tú gert, líka­ mikið hvar tey eru politiskt og í samfelagnum annars, staðfestir John Johannessen. – Eg byrjaði aftur í Kring­ varpinum á heystið í 2019, og tá visti eg satt at siga ikki, um hetta var tað rætta. Tað havi eg so funnið útav, at tað er. Eg elski mítt arbeiði, og eg trívist inni í sjónvarpsstovuni. Tá tú elskar tað, sum tú gert, so fær hyggjarin eisini eina góða kenslu. Hvørja ferð eg fari í sjónvarpsstovuna, hugsi eg um, hví eg geri tað, sum eg geri, og hví eg eri har. Tað er fyri hyggjaran, staðfesir Føroya nýggi Mr. News. ANNIKA@SOSIALURIN.FO NEWS NEWS Tað ber væl til at vera kritiskur og samstundis vera virðiligu rog sakligur. Eg leggi stóran dent á, at eg altíð kommunikeri við virðing fyri teimum, sum eru í studio, leggur hann áherðslu á Eg geri bara mítt arbeiði. Og tað, sum eg haldi er umráðandi við einum starvi sum hesum er at minnast til, at vit bert eru til fyri hyggjaran FAKTA John Johannessen 42 ár 1998-2001: Tíðindafólk og seinni redaktørur á Sosialinum 2001-2004: Tíðindafólk og redaktørur í Sjónvarpi Føroya 2004-2011: Løgtingsmaður 2011 Landsstýrismaður 2012 Stabsfunktión í Kringvarpi Føroya 2012-2019 Fyrisitingarleiðari á Ríkisumboðnum 2019- Tíðindafólk, redaktørur og vertur í Kringvarpi Føroya Hevur seinnu árini fram til 2019 verið fastur viðmerkjari hjá Kringvarpi Føroya