hósdagur 19. mars 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
12
ANNIKA KUNOY IM
T
að fylgir eisini nakað
positivt við hesum,
sum nú hendir í al
heimssamfelagnum.
Vit fáa tíð til hugdýpan og har
við at fordjúpa okkum í onkrum,
sum vit hava hug til at gera.
– Tað skal okkurt líknandi
til, at fáa okkum at steðga á og
hugsavna tankarnar. Hetta er
ein gyltur møguleiki, sigur lista
kvinnan Maria Mørkøre, sum
valdi at nýta høvið hesa tíðina
samfelagið er farið niður í ferð
at bjóða undirvísing í tekning og
máling á netinum.
Hon boðaði frá á Facebook, at
hon fór at hava eitt skeið, og eftir
einum tíma var fult teknað, fleiri
standi á bíðilista, og hon hevur
eisini fingið fleiri fyrispurningar
um at byrjar eitt online skeið til
børn.
Hon greiðir frá, at hon fer at
skipa skeiðið á einum Facebook
bólki, har hon fer at leggja út
undirvísingar tilfar og bjóða
luttakandi at luta sítt arbeiði,
sum síðani eisini fær afturmeld
ingar og vegleiðing.
– Vit vera ikki so nógv í bólki
num í senn. Tey luttakandi
kunnu spyrja, og leggja tað út,
sum tey arbeiða við. So síggja
hini tað, og vit eru saman og
hjálpa hvørjum øðrum. Eg komi
eisini við viðmerkingum og
millum annað støddarforhold og
vinklar, og leggi okkurt av tí út,
sum eg sjálv tekni. Eisini havi eg
hugsað um at leggja videobrot
út og skriva eitt sindur og geva
teimum luttakandi uppgávur,
sigur hon.
Flytur fokus
– Eg rokni við, at hetta er ein
lættur máti at undirvísa upp á.
Og tað er stuttligt. Tað kann gott
vera, at hetta fær meg at hugsa
um onnur ting, og at eg fari at
fáa nógv burtur úr sjálv, leggur
hon aftrat.
– Eitt slíkt skeið tekur fokus
ið hjá okkum burtur frá korona
smittuni eina løtu, og tað kann
minka um óttan, sum fleiri hava
viðvíkjandi hesi smittuni. So
skjótt, sum tú gert okkurt ann
að enn at lesa tíðindi um korona,
flytur tað fokus. Eisini var hetta
ein gyltur møguleiki til at at fara
í gongd við okkurt skapandi,
sigur Maria Mørkøre.
Hóast Maria Mørkøre er
roynd listakvinna og hevur
undirvíst í 15 ár, hevur hon ikki
roynt fjarundirvísing áður. Hon
hevur tó ætlað sær at roynt
hendan undirvísingarháttin í
longri tíð, og nú samfelagið á
nógvar mátar liggur stilt, valdi
hon at royna.
– Eg geri eina royndarkoyring
nú, og bjóði skeiðið bíliga, so tað
ikki verður ov bindandi. Hetta
er eisini ein møguleiki at royna
okkurt nýtt, tí tað er í kreppu
tíðum, at man verður kreativur,
sigur hon, og hugleiðir um
danska heimspekingin Søren
Kierkegaard, sum gjørdist so
glaður, tá Knippelsbrugvin í
Keypmannahavn fór upp, tí so
steðgaðu fólk eina løtu á at bíða
og hugsa.
– Tá kunnu vit vera kreativ,
staðfestir hon.
Hon leggur aftrat, at í hesum
koronadøgum eru skeið á neti
num ein gyltur møguleiki hjá
fleiri at fordjúpa seg í tí, sum tey
hava áhuga í, og hon umhugsar
ikki bert at undirvísa á netinum
men eisini at luttaka á onkrum
skeiði sjálv.
– Eg hevði væl tímað gingið
til okkurt sjálv. Mær dámar væl
at ganga til skeiðir. So eg vóni
at fleiri, sum hava vitan innan
ymisk øki fara at bjóða okkurt
hesar dagarnar. Tað kann gott
vera, at onkur hevur hug at geva
av sær sjálvum, sigur hon.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
52 ára gamla listakvinnan Maria
Mørkøre hevur í mong ár havt
skeiðsvirksemi og undirvísing í
tekning og máling fyri børnum
og vaksnum. Nú landið er
farið niður í ferð, og tey flestu
í størstan mun halda frástøðu
frá hvørjum øðrum, er einki
skeið á skránni, og hon hevur tí
fyri fyrstu ferð roynt tað, sum
hon ofta hevur ætlað: at hava
tekni- og máliskeið á netinum
KORONA ER
KORONA ER
EIN MØGULEIKI
EIN MØGULEIKI
TIL HUGDÝPAN
TIL HUGDÝPAN
TEMA: Koronasmittan
Koronasmittan