hósdagur 19. mars 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
13
ANNIKA KUNOY IM
F
ullpower er ein venj
ingarmiðstøð,
har
dentur verður lagdur
á funktionella venjing.
Fullpower hevur tríggir eigarar,
og aftrat teimum eru fleiri
venjarar, sum seta saman fjøl
broyttar og góðar venjingar. Í
Fullpower verður nógv arbeitt
við kettlebells, rógvimaskinum
og kropsøvilsum.
Venjingarmiðstøðin hevur
ymiskar holdvenjingar og opnar
tímar. Holdini koyra í fýra vikur
í senn, og har eru hold til roynd
eins og óroynd í øllum aldri.
– Umframt at vit, sum eiga
og reka Fullpower, sjálvi elska
at venja, so er okkara ynski,
at fáa fólk at røra seg meira í
gerandisdegnum, soleiðis at tey
gerast betur fyri bæði krops
liga og sálarliga, sigur Unnur
Fonn, sum er ein av teimum
trimum eigarunum av venj
ingarmiðstøðini.
– Hósdagin í farnu viku av
gjørdu vit, sum so mong onnur,
at steðga á vegna Covid-19. Hetta
var við blandaðum kenslum,
má eg viðganga. Vit elska tað,
vit gera og hava nógvar íðkarar,
sum trúliga møta til okkara venj
ingar. Vit vóru komin hálva leið
við okkara fýra viku-skeiðum, tá
ið vit valdu at seta alt á pausu.
Tað er ordiliga keðiligt at steðga
venjingini, tí hon er so góð fyri
so nógv. Eitt er, at tað gevur eina
góða kenslu at vera fysiskt væl
fyri, men tað gevur sanniliga
eisini yvirskot til gerandisdagin
at røra seg - tað eru okkara
kundar sum heild sera glaðir
fyri, leggur hon aftrat.
– So sum nú er, er einki virk
semi í okkara venjignarhøli, tað er
so tað, sum tað er, og vit mugu øll
fáa tað frægasta burturúr støðuni
vit eru í, sigur Unnur Fonn.
Venjingar á netinum
– So er tað tað, hvat kunnu vit gera
fyri at hjálpa okkara kundum at
halda seg í gongd meðan støðg
urin er. Fleiri okkara hava nóg
mikið av tíð hesar dagarnar, so
tað er eingin umbering fyri ikki
at røra seg, men vit kenna tað
nokk øll, at tað kann vera eitt
sidur møtimikið ella minnið
hugaligt at fara í gongd einsa
møll ella einsamallur. So um
okkara kundar ikki kunnu
koma til okkara at venja, so
kunnu vit koma heim til teirra
- tað er tíbetur eingin forðing
í tí. Tí bjóða vit venjing fram á
netinum. Vit hava stovnað ein
bólk á Facebook, og har verða
fjølbroyttar og einfaldar venj
ingar lagdar út hvønn gerandis
dag. Vit leggja video út við øllum
venjingunum, soleiðis fáa vit
greitt frá, hvussu venjingarnar
skulu gerast. Hetta verður gjørt
í tveimum útgávum: -einari lætt
ari og einari torførari, sigur hon
frá.
– Hvussu leingi hetta kemur
at vara, ella hvørjar fylgjur tað
kann hava við sær, at vit ikki
kunnu hava venjingarhølið opið,
vita vit sjálvandi ikki, vit mugu
bara taka tað sum tað kemur og
trúgva upp á at alt fer at laga
seg, sigur hon.
– Við at bjóða heimavenjing
kunnu vit vera við til, at okkara
kundar halda seg í gongd,
meðan støðgurin er. Hvussu
leingi hetta kemur at vara, ella
hvørjar fylgjur tað kann hava
við sær, at vit ikki kunnu hava
venjingarhølið opið, vita vit
sjálvandi ikki, vit mugu bara
taka tað sum tað kemur, sigur
Unnur Fonn, sum saman við
tveimum øðrum eigur og rekur
venjingarmiðstøðina Fullpower
í Klaksvík, sum eisini hevur latið
dyrnar aftur hesar dagarnar
SMÁAR FYRI
SMÁAR FYRI
TØKUR
TØKUR FINNA
FINNA
ALTERNATIVAR
ALTERNATIVAR
LOYSNIR
LOYSNIR
Hósdagin í farnu viku avgjørdu vit, sum so
nógv onnur, at steðga á vegna Covid-19. Hetta
var við blandaðum kenslum, má eg viðganga.
Vit elska tað, vit gera og hava nógvar íðkarar,
sum trúliga møta til okkara venjingar