Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020 SOSIALURIN 34 14 TEMA: Koronasmittan Koronasmittan ANNIKA KUNOY IM Á Setrinum arbeiða næmingar undir nýggjum umstøðum, nú øll undirvísingin er á netinum. Karla Neslíð, um­ boð fyri Søgu- og sam­felags­ deildina í Ráð Teirra Lesandi á Setrinum, greiðir frá, at fjarlesturin byrjaði hesa vikuna, og enn royna næm­ing­arnir at venja seg við um­støður­nar og fylgja vanliga lestrinum. – Vit brúka eina skipan, sum eitur Zoom, sum Setrið hevur keypt. Mínar avmarkaðu royndir – vit byrjaðu jú hesa vikuna –eru, at tað riggar ordiliga væl. Vit brúka skipanina til undirvísing og eisini til fundarvirksemi og sosiala samveru – hvør sær, sigur Karla Neslíð. Hon greiðir frá, at tá næm­ ing­arnir ikki hittast, kennist undirvísingin sjálvsagt øðrvísi, enn hon ger undir vanligum umstøðum. Summir næmingar dáma væl skipanina, meðan aðrir dáma hana minni væl og halda, at tað er torført at fylgja við undirvísingini á hendan hátt. Fleiri av teimum, ið lesa á Setrinum hava børn, og í hesum tíðum eru børnini heima, og tí verður eisini trupult at fylgja við á einum skíggja. Tí eggjar Setrið eisini lærarunum at taka fyrilestrarnar upp, so næm­ ingarnir kunnu hyggja at teim­ um, tá tað liggur fyri. – Tað er eisini ymiskt alt eftir, hvørja útbúgving talan er um, sigur hon. Gott samskifti Karla Neslíð greiðir frá at veg­ leiðararnir hava havt opnan fund á Zoom, har øll kundu luttaka. Næmingar fingu høvi til at seta spurningar og síggja hvønn annan á skíggjanum. – Tað handlar um fysiska fjarstøðu, men tað er sanniliga um­ráðandi, at vit eru sosial, sigur hon. Ráð Teirra Lesandi hevur eisini eina kampagnu á Face­ book og Instagram, ið tey nevna #heimasetur. Har leggja tey upp til, at tey lesandi leggja myndir út og greiða frá lívinum við egnum setri heima. Tað kann vera myndir av fjarlestri, bólka­ arbeiði, lesnaður við børnum og av gerandisdegnum annars. – Vit vilja tryggja, at tey lesandi ikki kenna seg einsamøll, tí kanningar vísa, at lesandi hava størri sálarligar avbjóðingar enn aðrir samfelagsbólkar. At vera avbyrgdur á hendan hátt kann eisini hava sálarligar avleiðingar fyri menniskju, sigur Karla Neslíð. Hon er ómetaliga væl nøgd við framferðarháttin hjá leiðsluni á Setrinum hesar tíðina korona­kreppan hevur herjað. – Rektarin á Setrinum, Chik Collins, hevur havt tætt sam­ skifti við okkum alla hesa tíðina. Sigast kann, at hann hevur verið minst eitt fet frammanfyri landsmyndugleikarnar, og tað eru vit errin av, sigur hon. Hóast næmingarnir enn lata væl at á Fróðskaparsetri Føroya, so er naivt at hugsa, at hetta ongar avleiðingar fer at fáa. – Summar lærugreinir krevja, at fólk eru saman og møta upp, og hesum verður tað í skrivandi stund arbeitt við. Eg kenni meg tó trygga í, at leiðslan tekur støðuna í álvava, staðfestir hon. Hjá teimum, ið lesa sjúkra­ røktar­frøði er undirvísingin av­lýst, og har eru tey við í til­ búgvingini í heilsuverkinum. – Hetta hevur eisini verið ynski frá teimum sjálvum, men tað fær avleiðingar, og vit arbeiða við loysnum. Tær eru ikki gloymdar, sigur hon álvars­ liga. ANNIKA@SOSIALURIN.FO SETRIÐ Á NETINUM SETRIÐ Á NETINUM HESAR DAGARANAR HESAR DAGARANAR – Tað handlar um fysiska fjarstøðu, men tað er sanniliga umráðandi, at vit eru sosial, sigur Karla Neslíð umboð í Ráð Teirra Lesandi Fundur millum Ráð Teirra Lesandi, Chik Collins, rektara og Johan Hansen, fyrisitingarstjóra, sum ikki var í vanliga fundarhølinum í gróthúsinum á J. C. Svabos gøtu men heldur umvegis Zoom Magnus við Streym, sum lesur bachelor í søgu hevur tikið myndina á sínum kamarið á lestrarheiminum í Berjabrekku Rannvá Dam í Baianstovu lesur bachelor í politikki og umsiting og skrivar í løtuni bachelor-ritgerð. Sonur Rannvá gongur í 1. flokki, men hann er nú heimalesandi saman við mammu síni. Rannvá býr á Finsen