hósdagur 19. mars 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
15
Her er tað, teir skriva:
Tað kemur aftur ein dagur,
tá ið vit kunnu vera saman. Lat
ikki óttan fáa valdið. Ver nakað
fyri onnur.
Farsóttin hevur tikið yvir í
heiminum. Landið er avlamið.
Gerandisdagurin er broyttur.
Vit mugu bíða og halda fast í
vónini.
Fleiri av okkum óttast, at
vit sjálvi ella onkur av okkara
næstringum gerast sjúk. Ella
vit óttast at missa okkara
arbeiði, ella at tað verður eitt
búskaparligt skrædl. Men
vit eiga ikki at geva okkum
óttanum í vald. Vit eiga at hava
álit á, at Gud hevur skapað
heimin, og at alt endar væl.
Trúgv tó at. Trúgv er at síggja
alt tað góða, sjálvt um tað er
trupult at fáa eyga á í løtuni.
Vit gerast óð, tá ið vit halda,
at atburðurin hjá øðrum ikki
er ábyrgdarfullur og ikki tekur
atlit til felagsskapin. Men sjálvt
um vit eru í hvør sínum heimi
og standa langt frá hvørjum
øðrum í handlinum, so skulu
vit saman ígjøgnum tað, sum
vit júst uppliva. Halt fast í tí,
at næstin er ein gáva, sum
Gud hevur givið tær, og sum
tú hevur ábyrgd fyri.
Sjálvt um tað kennist so
leiðis, so eru vit ikki einsamøll.
Ein dagur kemur, tá ið vit aftur
kunnu rætta hvørjum øðrum
hond og halda um hvønn
annan. Til tá skulu vit halda út
og líta á, at deyðin, einsemið og
myrkrið ikki hava síðsta orðið.
Lívið og kærleikin er sterkast.
Tað er Guds lyfti til okkara.
Latið okkum saman finna veg
út úr kreppuni, vit eru í, styrkt
og við størri innliti í eina felags
framtíð.
Kirkjurnar, sum hava staðið
í øldir, eru læstar nú. Vónarinn
ar hús má ikki gerast eitt stað,
har vit verða smittað. Men vit
eru framvegis til staðar sum
fólkakirkja. Tað ber framvegis
til at fáa fatur í presti.
Vit vóna og biðja eftir, at
vit sum fólk mugu styrkjast
í hesum tíðum, sum krevur
nógv av nógvum. Mátti Gud
givið okkum styrkina at komið
ígjøgnum hetta. Máttu vit í
orðunum hjá syni hansara
verið eggjað til at møta okkara
næsta, sum líður, og hyggja til
okkara granna, sum møguliga
er bangin og einsamallur.
Og mátti andi hansara givið
okkum mót at halda út og vón
ina at koma ígjøgnum hetta.
Henning Toft Bro, biskupur í
Ålborg Stift
Henrik Stubkjær, biskupur í
Viborg Stift
Elof Westergaard, biskupur í
Ribe Stift
Marianne
Christiansen,
biskupur í Haderslev Stift
Tine Lindhardt, biskupur í
Fyens Stift
Marianne Gaarden, biskupur í
Lolland-Falster Stift
Peter Fischer-Møller, biskupur
í Roskilde Stift
Lise-Lotte Rebel, biskupur í
Helsingør Stift
Henrik Wigh-Poulsen, biskupur
í Aarhus Stift (talsperson på
henvendelsen)
Peter Skov-Jakobsen, biskupur
í Københavns Stift
Jógvan Fridriksson, biskupur í
Føroyum
Sofie Petersen, biskupur í
Grønlandi
Áheitanin er send mikudagin
18. mars.
Biskupar: Lat ikki
óttan fáa valdið
Teir 10 donsku biskuparnir hava saman
við føroyska og grønlendska biskupinum
sent út eina áheitan um at halda fast í
vónini og at vera eitt medmenniskja
Nakrir av teimum donsku saman við føroyska biskupinum
(mynd av heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni)
FRANTS JENSEN
– Hetta er sera keðiligt fyri alla
ferðavinnuna bæði í Føroyum
og um allan heimin. Vit høvdu
ynskt, at støðan var ein heilt
onnur. Nú vóna vit bara, at
støðan fer at batna, og at ferða
vinnan kemur í gongd aftur,
sigur Martin Restorff, stjóri í
hotellinum Hilton Garden Inn,
sum verður bygt í Havnini í løtu
ni.
Tað eru bara nakrar vikur
síðani, at Martin Restorff setti
leiðararnar á hotellinum í starv.
Og hann hevur fleiri ferðir víst
okkum runt, og vit hava sær
vakra hotellið við góða útsýn
inum.
Men nú er støðan ein onnur,
og tað er óvist, um nøkur ferða
fólk koma.
– Støðan við korona ávirkar,
men byggingin heldur fram
ótarnað sum ætlað. Nær vit lata
upp, dugi eg ikki at siga enn. Tað
er Hilton samtakið, sum avgerð
tað, sigur Martin Restorff.
Hann hevur áður sagt, at
hotellið letur upp í summar.
– Vit taka ein dag í senn. So
fáa vit at síggja, sigur hann.
Stjórin hevur eisini sagt, at
hotellið hevur fingið fleiri fyri
spurningar um bíleggingar, men
av tí at ikki er greitt enn, nær
hotellið letur upp, so hava fólk
ikki kunna bílagt. Av tí sama eru
heldur ikki nakrar avlýsingar av
bókingum nú.
Hotellið lýsir nú eftir fólki at
arbeiða á hotellinum.
– Vit vilja fegin hava fólkið
klárt, tá ið vit lata upp, sigur
Martin Restorff.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
BYGGINGIN
HELDUR FRAM
Byggingin av Hilton Garden Inn hotellinum
heldur fram, og hotellið lýsir nú eftir fólki. Men
nær hotellið letur upp, er ein spurningur, sum
Martin Restorff, stjóri, framvegis ikki kann svara
Martin Restorff, stjóri á Hilton Garden Inn
MYND: ÁLVUR HARALDSEN