Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020 SOSIALURIN 34 16 TEMA: Koronasmittan Koronasmittan VILMUND JACOBSEN T að er nógv hent um allan heim seinastu tvær til tríggar vik­ ur­nar, síðan korona- virusið, covid-19, fór at breiða seg, og tað er nógv hent í Føroyum. Ongantíð áður í nýggjari tíð eru viðurskiftini hjá menniskjum - børnum, ungum og eldri - broytt so nógv eftir so stuttari tíð. Handils-og tænastuvinna bløða, og løgtingið hevur júst samtykt hjálparpakka, sum skal hjálpa bæði privatari vinnu og arbeiðsfólki at bygja upp fyri tí ringasta, nú nógv fólk eru send til hús, og stórur partur av vinnu­liga virkseminum liggur í andaleypi. Landamørk kring um heimin eru stongd, og stórur partur av al­mennu ferðsluni liggur lamin. Sjóvegis-og loftvegis flutningur fevnir at kalla bara um mat­vørur og neyðsynjarvørur. Skúlar og barnagarðar eru stongd­ir, skrivstovur, handlar og mat­ stovur eru stongd. Tey gomlu, veiku og sjúku verja seg og vera vard á stovnum og heima við hús, og familjur savnast ikki á sama hátt sum áður. Ommur og abbar sita einsamøll - alt í royndini at tálma smittuspjaðing. Í tann mun tað ber til, halda tey flestu seg við hús, og lítið sæst til fólk á gøtunum. Nógv lagt á dekkið Hjúnini, Eyðun Joensen, sálar­ frøð­ingur og konan, Karin Djurhuus, gera í hesum døg­ um sum so mong onnur. Tey halda seg innandura, og í mesta lagi verður okkurt lítið neyð­ synjarørindi gjørt við størsta ansni. - Vit liva í einari tíð, har alt gongur við nógvari ferð, og ikki minst miðlingin gongur skjótt. Hesar seinastu vikurnar hava á ymiskan hátt verið ófrættakendar. Einki løgið er í, um brádliga íkomna støðan hevur lopið ótta á mong, kanska serliga á fólk, sum framman­ undan ikki eru væl fyri, lika­ mliga ella sálarliga. Soleiðis, sum allur heimurin er vorðin raktur eftir ongari tíð, bendir alt á, at korona-virusið smittar illa, og tí er eisini neyðugt, at serliga fólk í vanda­bólkunum taka øll neyðug atlit. Eyðun Joensen vísir á, at hann og konan fara ongastaðni, men halda seg heima við hús, har tey eru einsamøll undir lonini. - Vit bæði hoyra kanska eisini til tann bólkin, sum eigur at ansa serliga væl eftir, og hetta hava vit tikið til eftirtektar. Eg njóti hvørja løtu, og her kemur eingin á gátt. Um alt er neyðugt, sum myndugleikarnir hava mælt til, har stórur partur av sam­ felagnum er gearaður niður og partvís er stongdur, skal eg ikki gera meg klókan uppá. Men, tað er skilagott, at øll taka nøkur atlit, nú støðan er, sum hon er. Sálarfrøðingurin vísir á, at óttin millum fólk fyri korona- virusi­num øktist upp á onga tíð, og hetta sóu vit eisini í Føroyum. Tað var onkur, sum eitt nú hevði hug at bagatelisera, at áskoðarar ikki sluppu til fótbóltsdystir, tó at tað eftir hansara tykki ikki átti at verið tann stóri trupulleikin í mun til so nógv annað. Men, eisini hesin hugburður vendi brádliga. - Nú bert fáar dagar seinni tora fólk næstan ikki út fyri dyr, tí tað er ein potentiellur smittari alla­staðni, sum hann tekur til. Sálarfrøðingurin heldur fyri, at nýggja heimsstøðan og støðan í okkara lítla samfelag legg­ur nógv á “dekkið”, sum hann tekur til. - Tað er lutfalsliga stutt síðan, at vit fyrstu ferð hoyrdu um korona-virus, covid-19, og vit hoyrdu eisini, at ein av heimsins KORONA NOYDDI KORONA NOYDDI OKKUM TIL HÚS OKKUM TIL HÚS AT AT SUMMA OKKUM SUMMA OKKUM - Menniskjan er ein heilt fantastiskur skapningur við einum ómetaliga góðum heila. Men, eisini menniskjan hevur sínar avmarkingar. Vit kunnu samanbera okkum við ein motor ella ein bil, sum eisini hevur sínar avmarkingar. Einki menniskja er skapt til at koyra við fullari ferð alla tíðina. Tú kanst koyra við fullari ferð eina løtu, men síðan noyðist tú at taka ferðina av aftur, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sum vit hava skift orð við í hesum korona-tíðum - Eg hopi, at fólk, sum í hesum tíðum halda seg heima við hús, kunnu brúka tíðina til at summa seg, og at vit kanska finna eitt meira borðbart stev, tá vit fara í sving aftur, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur