týsdagur 21. desember 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 244 - 21. desember 2004
Formaðurin í Tjóð-
veldisflokkinum,
Høgni Hoydal, ber
ikki ótta fyri, at ting-
bólkurin hjá Tjóð-
veldisflokkinum fer at
ganga ímóti tilmæl-
inum hjá eyka-floks-
tinginum um at seta
Tórbjørn Jacobsen
uttanfyri tingbólkin
EYKAFLOKSTING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Fyri einum mánaði síðan
skrivaði tingbólkurin undir
eitt skjal, sum mælti eyka-
flokstinginum til at seta
Tórbjørn Jacobsen uttan
fyri tingbólkin, og tí skilji
eg ikki, at fjølmiðlarnir enn
einaferð rógva fram undir,
at tað skal verða spenning-
ur um, hvørja støðu ting-
bólkurin fer at taka í
málinum.
Sambært floksformanni
Tjóðveldisfloksins, Høgna
Hoydal, tykist lítil ivi vera
um, at Tórbjørn Jacobsen
verður settur uttanfyri ting-
bólkin
hjá
Tjóðveldis-
flokkinum, tað ið eftir er av
valskeiðnum. Høgna Hoy-
dal vísir á, at tingmanning-
in hevur sagt sína hugsan í
málinum fyri einum mán-
aði síðan, og tá var greiða
niðurstøðan, at tingmann-
ingin tók frástøðu frá fram-
ferðini hjá Tórbjørn Jacob-
sen í samband við stríðið
við floksformannin.
Hvat hendir um ting-
manningin gongur ímóti
tilmælinum um at útihýsa
Tobba?
Øll tingmanningin hevur
skrivað undir einaferð, at
Tórbjørn skal setast uttan
fyri tingbólkin, og tað
vænti framvegis er støðan
hjá tingfólkunum. Vísir tað
seg, at okkurt tingfólk
gongur ímóti tilmælunum,
verður tú noyddur at spyrja
tey, hví tey hava broytt
støðu, svarar Høgni Hoydal
avgjørdur
Formaður
Tjóðveldis-
floksins dugir ikki at siga
nær tingbólkurin fer at taka
endaligu niðurstøðuna í
stríðnum, men hann slær
fast, at jólini skulu fáast frá
hondini, áðrenn tingbólk-
urin kemur saman aftur at
viðgera málið.
Ikki klókari
Stóri spurningurin, ið fram-
vegis stendur ósvaraður er,
hvat í grundini stríðið mill-
um Tórbjørn Jacobsen og
Høgna Hoydal snýr seg um.
Síðan hvassorðaðu lesara-
brøvini
hava
nógvar
gitingar verið um, hvat býr
aftanfyri ósemjuni, men tað
er framvegis ikki komið
fram í ljósmála havt veru-
liga býr aftanfyri.
– Tað kom einki fram á
flokstinginum leygardagin
um orsøkina til álopini.
Hóast Tórbjørn var biðin
um at greiða frá bakgrund-
ini, valdi hann ikki at taka
orðið. Sum eg segði tað við
Útvarpið sunnudagin, tulki
eg ikki málið sum annað
enn eina miðvísa ætlan at
seta kílar í flokkin, greiðir
Høgni Hoydal frá.
Fólkatingsval
Í donskum fjølmiðlum um
vikuskiftið hevur dúgliga
verið gitt um, nær danski
forsætiráðharrin, Anders
Fogh Rasmussen, fer at
skriva út nýval. Flestu ser-
frøðingar vænta, at Fólka-
tingsvalið verður antin
seinast í januar ella fyrst í
februar mánaði komandi ár.
Tað er einki yvir at dylja,
at stríðið millum Tórbjørn
Jacobsen og Høgna Hoydal
hevur
Tjóðveldisflokkin
undan Fólkatingsvalinum.
Á flokstinginum leygar-
dagin gjørdist greitt, at
Tórbjørn Jacobsen ikki
verður tveittur úr Tjóð-
veldisflokkinum, tí útihýs-
ingarreglan kann ikki setast
í verk við afturvendandi
kraft. Spurdur, um tað kann
hugsast, at Høgni Hoydal
og Tórbjørn Jacobsen verða
á sama lista til Fólkatings-
valið svarar Høgni Hoydal:
Hatta havi eg onga við-
merking til. Í samband við
val eru ávísar manna-
gongdir, sum skulu fylgj-
ast, og hatta er fyrst og
fremst eitt mál hjá valfe-
løgunum at taka støðu til.
Tingbólkurin
hevur talað
-Eg havi verið tjóð-
veldismaður síðan eg
var tannáringur.
Hóast eg møguliga
ikki verður partur av
tingmanningini fara
eg at føra sama poli-
tikk, eg havi gjørt
síðan eg gjørdist
politikari- har verður
eingin broyting, sigur
Tórbjørn Jacobsen,
sum bíðar eftir niður-
støðuni frá tingbólk-
inum
EYKAFLOKSTING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Harðmælti skiparin situr
spentur og bíðar á Langa-
nesi. Hann er vanur við at
sita einsamallur á brúnni og
stýra, men lagnan hjá
baldrutta eysturoyarting-
manninum, Tórbjørn Ja-
cobsen, er ikki longur í
hansara egnu hondum.
Eykafloksting Tjóðveld-
isfloksins mælti leygar-
dagin tingbólkinum hjá
Tjóðveldisflokkinum til at
seta Tórbjørn Jacobsen utt-
an fyri tingbólkin, og
møguliga er tíðin hjá skip-
aranum
sum
tinglimur
Tjóðveldisfloksins er við at
renna undan.
- Tað stóð als ikki á dags-
skrá til eykaflokstingið
leygardagin, at eg skuldi
setast uttanfyri tingbólkin,
men kortini gjørdist tað
høvuðsniðurstøðan á fund-
inum. Eg helt, at flokstingi
skuldi nýtast til at samla
flokkin aftur, og ikki spjaða
hann enn meir enn framm-
anundan, sigur Tórbjørn
Jacobsen
Sambært floksformann-
inum, Høgna Hoydal, er
lítil ivi um, at Tórbjørn Ja-
cobsen er á veg úr ting-
manningini. Tingmanning-
Tobbi í bíðistøðu
Heidi Petersen:
Tingbólkur Tjóðveldisfloksins hevur
langt síðani tikið støðu til málið um
Torbjørn Jacobsen. Tað gjørdu vit
longu fyri einum mánaði síðani við
okkara egnu undirskrift. Tá varð
samtykt, at Torbjørn skuldi
sanktionerast fyri sín atburð, sum tó
ikki merkir, at hann skal eksklu-
derast. So okkara áskoðan er heilt í
tráð við tilmælið frá flokstinginum
um vikuskiftið.
Hergeir Nielsen:
Eg havi onga við-
merking til málið í
løtuni.
Vit
skulu
fundast í næstum, og
ikki fyrr enn eftir
fundirnar kann eg
neyvari
viðmerkja
málið.
Páll á
Reynatúgvu:
Eg havi onga við-
merking til mína
egnu
sannføring,
men eg vil undir-
strika, at eg á ongan
hátt ætli mær at lýða
harraboð í hesum
máli. Eg fari treytaleyst at fylgja míni egnu sannføring
uttan ávirkan frá uttaru umstøðum.
Karsten Hansen:
Tingmanningin hevur tikið støðu til
málið fyri einum mánaði síðani.
Tað, sum hendi í vikuskiftinum, var
ein viðurkenning og undirtøka frá
flokstinginum fyri okkara upp-
runaliga útspæl. So meirilutin í
tingbólkinum hevur givið sína
áskoðan til kennar, og í vikuskiftin-
um fingu vit so undirtøku frá
flokstinginum.
Annita á Fríðriksmørk:
Eg havi onga viðmerking til
málið í løtuni.
Finnur Helmsdal:
Aðrastaðni í blaðnum í dag
hevur Finnur egnar viðmerk-
ingar til málið við yvirskriftini
"Høgni Hoydal og moralurin".
Í Útvarpi Føroya segði Torbjørn Jacobsen
sunnudagin, at hann bíðaði eftir sínum
dómi frá tingbólki Tjóðveldisfloksins. Her
eru ítøkiligu viðmerkingarnar hjá
tinglimum floksins:
EYKAFLOKSTING
Heini í Skorini
Heini_skorini@yahoo.com
-Fyri einum mánaði síðan skrivaði tingbólkurin undir eitt
skjal, sum mælti eykaflokstinginum til at seta Tórbjørn
Jacobsen uttanfyri tingbólkin, og tí skilji eg ikki, at
fjølmiðlarnir enn einaferð rógva fram undir, at tað skal verða
spenningur um, hvørja støðu tingbólkurin fer at taka í
málinum.
Mynd: Savnsmynd