týsdagur 21. desember 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Navn: Finn Johannsen
Aldur: 56 ár
Úr Skopun
Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør?
– Nei. Men eg ynskti, at tað fór at
ganga mær sjálvum og familjuni
væl alt árið.
Hevur tú nakað nýggjársynski fyri
komandi í ár?
– Ja, tað verður tað sama. Alt tað fer
at ganga familju, børnum og
abbabørnum væl.
Hvat ynskja føroyingar
Navn: Maibritt Torfinnsdóttir
Mørkøre
Aldur: 18 ár
Havn
Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør?
– Ja, eg setti mær fyri at vera meira
sunn.
Hevur tú hildið tað?
– Nei, eg havi faktiskt ikki hildið tað
so væl...
Hevur tú nakað nýggjársynski fyri
komandi ár?
– Eg kann ikki koma í tankar um
nakað serligt'
Navn: Ásbjørn Nielsson
Nattestad
Aldur: 25 ár
Havn
Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í
fjør?
– Nei, ikki nakað generelt. Men so
er tað altíð klich'in um, at gerast
eitt betri menniskja
Hevur tú hildið tað?
– Tað hopi eg, men tað er ringt at
svara uppá.Tað mást tú spyrja hini
um.
Hevur tú nakað nýggjársynski fyri
komandi ár?
– Eg havi ikki hugsað um nakað
serligt. Nei, haldi faktiskt ikki.
Navn: Jón Jákupsson Holm
Aldur: 23 ár
Av Argjum
Setti tú tær nakað nýggjárslyfti
í fjør?
– Ja, eg skuldi steðga við at roykja
Hevur tú hildið tað?
– Nei, ikki heilt, men tað er batnað.
Eg royki ikki so illa, sum eg gjørdi
fyrr.
Hevur tú nakað nýggjársynski fyri
komandi ár?
– Nei, tað haldi eg ikki
Navn: Elin Sjúrðardóttir
Aldur: 22
Hoyvík
Setti tú tær nakað
nýggjárslyfti í fjør?
– Ja, at eg skuldi trena
meiri, og koma í form
Hevur tú hildið tað?
– Nei, eg havi ikki yvirhildið
tað
Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár?
– Eg vóni at fáa egið firma...
Navn: Hanus Mikal
Andreasen
Aldur: 16
Havn
Setti tú tær nakað nýggjárs-
lyfti í fjør?
– Nei, einki
Hevur tú nakað nýggjársynski
fyri komandi ár?
– Nei, einki serligt. Eg skal
skifta skúla, so eg hopi, at tað
fer at ganga væl. Annars einki.
Navn: Heidi Norðoy
Aldur: 45
Havn
Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør?
– Nei, eg seti mær sjáldan nakað
nýggjárslyfti. Eg seti mær heldur lyfti
ígjøgnum árið, soleiðis, tá eg føli, at tað
treingir til. Ikki endiliga á nýggjárinum...
Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár?
– Eg vóni at fáa eitt gott, róligt og friðarligt
ár. Og at øll koma at hava tað gott.