hósdagur 19. mars 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
18
Prei!
Prei!
SO SIGA TEY!
TÁ SÓTTIN
REYÐA KOM
SUM GRÝLA
Í 1842 útgav kendi
amerikanski rithøvundin
Edgar Allan Poe
stuttsøguna »The Masque
of the Red Death«,
og hon kann kennast
viðkomandi í hesum
døgum. Ein umfarssótt
herjar, og nógv fólk
doyggja. Prospero prinsur
rýmir til fjart landaøki,
har hann byrgir seg
inni í borg saman við
túsund kátum monnum
og kvinnum. Har halda
tey sær á glemi, til ein
fremmandur maður
knappliga er partur av
grímuveitslu. Stuttsøgan
finst á netinum í fullari
longd á enskum máli.
Agnar Artúvertin
hevur týtt søguna til
føroyskt. Hon er í bókini
»Smettihjartað og aðrar
søgur«, og heitið á søguni
er »Tá sóttin reyða kom
sum grýla«.
Dagførda útgávan av
bókini kom í 2011 og
hevur hvíta permu.
VERA VEIT
Kriminalløgreglukvinnan
Vera Stanhope dugir
at síggja ígjøgnum
lygnir og dulsmál, og
hon uppklárar morð
og onnur brotsverk
í Northumberland í
Onglandi. Krimirøðin
»Vera« var fyrstu ferð
send í 2011, og nú eru 10
sesongir gjørdar. Brenda
Blethyn er framúr í
leiklutinum sum tann
milda, men sera gløgga
Vera – sum ein nútímans
Miss Marple. »Vera«
kann síggjast á DR1.
Leygarkvøldið kl. 21.30
verður ein partur sendur,
og nakrir partar eru
tøkir at hyggja eftir á
netvarpinum hjá DR.
KAJ SKIPANES, SUM VAR FYRSTI FØROYINGUR, IÐ FEKK CORONA-SJÚKUNA
(IN.FO)
HJALTI GUNNARSTEIN, LANDSAPOTEKARI (KVF)
MARGRETHA DROTNING HELDUR LÍTIÐ UM, AT FÓLK HALDA
FØÐINGARDAGAR OG VEITSLUR Í HESUM DØGUM
Eg føli meg frískan,
so eg gleði meg at
sleppa til arbeiðis
aftur
Tað er ongin orsøk til at
spritta seg fleiri ferðir
um dagin, um fólk hava
atgongd til vatn og sápu
At tit koma
tykkum
F
ilmsvinnan er meira ella
minni uppsteðgað, nú
strong tiltøk eru sett í
gildi í nógvum londum
kring heimin. Filmsupptøkur
eru steðgaðar, biografar hava
latið aftur, og frumsýningar
eru útsettar til seinni í ár. Stór
ur spenningur var til dømis
um nýggja James Bond filmin,
sum skuldi frumsýnast í apríl
mánaði, men frumsýningin er
nú flutt til november, og vit
mugu bíða tað longri eftir at
vita, um Føroyar verða at síggja
í filminum.
Meðan filmsvinnan er í
kreppustøðu, hava stoyming
tænasturnar gyltar dagar. Fólk
stroyma sum ongantíð, og Net
flix hevur í onkrum landi hótt
við at avmarka atgongdina, tí
stroymingarnar hava verið so
nógvar og lagt trýst á servarar
og dataferðslu.
Virus-filmar
Tveir av kendastu virus-film
unum eru sera væl umtóktir á
stroymingtænastum í hesum
døgum. Síðani covid-19 veruliga
fór at gera um seg kring heimin,
er stroymingtølini fyri filmarnar
»Outbreak« og Contagion« farin
til skýggja. »Outbreak var í
vikuni triðmest sæddi film
ur á amerikanska Netflix, og
báðir filmarnir eru ovarliga á
hitlistanum hjá Apple TV her á
okkara leiðum.
Báðir filmarnir snúgva seg
um deyðiligar umfarrsóttir, sum
herja land og ríki, og stjørnurnar
í filminum royna at stríðast
ímóti.
Tað eru júst 25 ár liðin,
síðan »Outbreak varð útgivin.
Í høvuðsleiklutum eru Dustin
Hoffmann, Rene Russo og
Morgan Freeman. Eitt útbrot
av ebola-líknandi virus er í Zaire,
og seinni kemur smittan til USA.
Filmurin viðger eitt nú, hvussu
langt myndugleikar og hervald
vilja fara fyri at steðga sjúkuni.
»Contagion« er nýggjari film
ur – frá 2011 – og hann snýr seg
um eitt illa smittandi virus, og
hvussu serfrøðingar royna at
steðga útbreiðsluni av smittu.
Filmurin vísir eisini, hvussu
samfelagsligur og sosialur ordan
fer av lagi, tá ið sjúka og ótti raka
samfelagið. Í høvuðsleiklutum
eru Marion Cotillard, Matt
Damon, Laurence Fishburne og
Jude Law.
GAMLIR VIRUS-FILMAR
ERU AFTUR Á HITLISTUM
Áhugin fyri kendum filmum, sum snúgva seg um
umfarssóttir, er sera stórur í hesum døgum