hósdagur 19. mars 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
19
G
lastonbury festivalurin
í Sommerset í Ong
landi er avlýstur.
Festivalurin skuldi
haldast seint í juni mánaði,
men fyrireikararnir hava nú
boðað frá, at tað er vónleyst at
skipa fyri festivalinum, sum um
støðurnar eru blivnar.
– Hetta skuldi verða okkara
50 ára hátíðarhald, men við
átøkunum hjá stjórnini og
óvissuni í huga ber ikki til at
halda festivalin í summar, siga
fyrireikararnir í fráboðan.
Glastonbury verður roknaður
sum heimsins størsti festivalur
av sínum slagi, og hann hevur
verið fyrimynd fyri aðrar festi
valar. Umleið 200.000 fólk vitja
á hvørjum ári Glastonbury, og
avlopið av tiltakinum verður
latið til vælgerandi endamál.
Umleið fimta hvørt ár verður
Glastonbury ikki hildin fyri at
spara økið og hvíla tey sjálv
bodnu. Í 2018 hildu tey frí, men
nú mugu tey taka enn eitt fríár
orsaka av corona-sjúkuni.
Mítt vikuskifti
Hvat fert tú at gera
um vikuskiftið?
– Hetta vikuskiftið fari eg –
fyri eina ferðs skyld – bara
at taka tað róligt. Annars er
vikuskiftið hjá mær mangan
so, at tá er mest at gera:
Leygarmorgun skipi eg fyri
einum tiltaki bara fyri menn
í Missiónshúsinum á Viðareið,
nevnt »Orðið á borðið«. Og
sunnudag spæli eg fast í
Viðareiðis kirkju og luttaki
í sunnudagsskúla og/ella á
møti. Orsakað av Covid-19
liggur alt hetta í dag stilt, so
tað verður bara avslapping,
hugni saman við familjuni,
okkurt húsligt arbeiði inni
og okkurt ítriv uttanfyri – og
halda hvíludag. Hetta sær
lovandi út!!
Hvønn vikuskiftisdag
dámar tær best?
– Sunnudag – tí hann er bæði
ein hvíludagur, og ikki minst
ein halgidagur fyri meg. Og so
kann ein samstundis síggja
fram til at sleppa til arbeiðis
dagin eftir!
Hvussu dámar tær
hesa árstíðina?
– Hvussu dámar tær hesa
árstíðina? Hetta er ein veldig
árstíð, nú alt byrjar at spretta
og spíra, fuglaljóð hoyrist
uttanfyri og tað gongur
móti lýðku og vári. Og so er
summarið her, áðrenn vit
vita av!
Um tú vildi viðmælt
fólki at lurta eftir
einum sangi um
vikuskiftið, hvør skal
tað vera?
– »Her glaður eg ferðist á
ungdómsins veg, tí eg eigi
Jesus og Hann eigur meg«,
sum Magni Christiansen
syngur.
Festivalrisin Glastonbury
hevur avlýst tiltakið í summar
orsaka av corona-sjúkuni
F
yrr í hesum mánaðinum spældi
Teitur Lassen konsertir í Týsk
landi, men áðrenn hann var komin
ígjøgnum ætlaðu konsertirnar,
raktu korona-tiltøkini týska samfelagið,
og Teitur mátti avlýsa tvær konsertir.
Nú hava korona-tiltøkini rakt um
fatandi konsertferð, sum Teitur skuldi á
í Danmark. Ætlanin var at spæla heili 19
konsertir kring Danmark í mars og apríl,
og fleiri av konsertunum eru útseldar.
Fyrsta konsertin skuldi vera í Gimle
í Roskilde í gjárkvøldið, og síðani skuldi
Teitur spæla í býum sum Aalborg, Odense,
Keypmannahavn, Aarhus, Vejle og
Silkeborg. Seinasta konsertin skuldi vera
á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn
tann 29. apríl – konsertin er útseld.
Nú er greitt, at fyrsti parturin av
konsertferðini verður ikki hildin. Teitur
hevur á heimasíðuni boðað frá, at allar
konsertirnar í mars mánaði eru avlýstar.
Nú verður arbeitt við at flyta tær til seinni,
tá ið umstøðurnar í samfelagnum aftur
eru vorðnar sum vant.
Enn standa konsertinar, sum skulu vera
í apríl, á skránni, men ivasamt man vera,
um tað ber til at halda tær, tí sannlíkt er, at
fleiri av tiltøkunum í móti korona-sjúkuni
fara at halda fram inn í apríl mánað.
Fleiri av stóru tónleikatiltøkunum í
vár og í summar vera møguliga avlýst.
Aðrastaðni her á síðuni ber til at lesa um,
at risastóri Glastonbury festivalurin í
Onglandi er avlýstur, og tað sama er við
Eurovision kappingini, sum skuldi verða
í mai. Roskilde festivalurin í Danmark
hevur hinvegin boðað frá, at tey ætla at
halda festivalin. Enn standa øll tey stóru
føroysku summartiltøkini – Voxbotn,
G! Festivalurin, Summarfestivalurin,
bátastevnur og summarstevnur – á
skránni.
Teitur Lassen skuldi
á drúgva konsertferð
í Danmark, men
hevur avlýst allan
mars mánað í fyrsta
umfari. Óvissa er um
konsertirnar í apríl
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Teitur Lassen hevur avlýst konsertir í Danmark
Snorri Brend
Teitur
Teitur
avlýst
avlýst
útseldar
útseldar
konsertir
konsertir
Glastonbury festivalurin
í Onglandi verður ikki
hildin í summar
Glastonbury festivalurin er avlýstur