hósdagur 19. mars 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
20
Nýggj sjónarmið í grein um
fátækradømið í Føroyum
Rolf Guttesen
4. mars 2020
Í greinini tekur Gestur støði eina
aðra staðni enn vanligt er. Í fá
tækraforsorgini, hvussu hon var
í gamlari tíð. Hvussu hon hevur
verið innrættað og broyttist
gjøgnum tíðir. Hvussu samfelagið
avspeglast í henni. Og hin vegin,
hvussu fátækraforsorgin avspegl
ar samfelagið, bæði hugsjónarliga
og materielt.
Samfelagið speglast
í fátækraforsorgini
Hann skrivar:” … at færøsk
historiografi for en stor dels
vedkommende har orienteret
sig mod at belyse konflikten
og dominansforholdet mellem
centrum, det danske regime,
og periferien, de færøske inter
esser.” Greinin roynir at gera per
spektivið breiðari. Og tað ger hon
(s. 408) upp á 3 mátar:
•
Hon vísir á, at nógv hendi
í føroyska samfelagnum
áðrenn 1850-ini.
•
At drívkraftin í
broytingunum var
embætismannaklassin.
Broytingin kom at kalla úr
erva.
•
At moderniseringin í
Føroyum var ein tilgongd
(proces), sum bæði var
politiskt sett í gongd og
planløgd. Eisini úr erva.
Tað fátæka fólkið kundi bæði
vera eitt sosialt problem (s.410),
men eisini vera ein møguleiki, sum
kundi útviklast í einum komandi
kapitalistiskum samfelagi. Ella
sum Gestur nevnir tað: den
markedsliberale samfundsorden.
Skipanir av fátækraforgini
Fyrsta skipanin um fátækrafor
sorg kom í gildi í 1767, tá ein al
mennur fátækrakassi var stovn
aður. Skipanin var galdandi í
nærum 100 ár. Men hóast skipanin
var tann sama, so broyttist hand
faringin so líðandi. Nýggj skipan
kom í 1855. So líðandi kom tann
føroyska skipanin – við ávísari
seinking – at líkjast skipanum í
Danmark og øðrum europeisk
um londum. Men altíð kom hon
at tilpassast teim serligu viður
skiftunum í landinum. Til dømis
var vanligt aðrastaðni at hava
fátækrahús og arbeiðs-”anstaltir”.
Í staðin var vanligt í Føroyum, at
óarbeiðsfør og onnur vóru send
út til teir stóru og vælstandandi
garðarnar.
Bóndin fekk so eina samsýning
fyri at átaka sær hesa uppgávu.
Kongsbóndin í Kirkjubø var ein
teirra. Til dømis í 1839 fekk hann
”en fast årlig understøttelse af 2
Tønder Byg for tvende udtjente
Karle hos ham, navnlig Daniel
Simonsen og Isaak Joensen” (s.
420). Har eru fleiri onnur dømir
um støðuna hjá fátækrafólki bæði
í Havn og á bygd. Ofta var tað ein
syrgilig elendigheit.
Fattiglemmer, óarbeiðsfør
og uppslitin fólk
Umframt at tey gomlu, uppslitnu,
óarbeiðsføru fólkini, sum á hend
an hátt kundu fáa eitt stað at liva
síni seinastu ár, so vóru eisini
fattiglemmer, sum til dømis vóru
kropsliga ella mentalt brekaði og
eisini djúpt fátækar einkjur við
børnum í ringastu korum. Jens
Kjeldsen í Havn vendi sær til
Fátækrakommissiónina í 1851, sum
bar so í bandi, at 54 ára gamla systir
hansara fekk eina fasta hjálp. Hon
var illa fyri, hon ”…ejer hverken
Huus eller Jordegods, og lige fra
sin Barndom har været fjollet, og
hverken forstår at spinde eller
strikke, eller at giøre nogen anden
Gierning” (s. 421). Sjálvur var Jens
ein fátækur maður, men hevði
forsyrgt systrini einsamallur í
mong ár. Í fólkateljingini 1850
stendur um han, Levede af Fiskeri
og Haandværk.
Der måtte skaffes ham
en Baad med 4 Aarer
Eitt gott dømi um at Kommissiónin
hevur arbeitt við skili, er søgan um
Samuel Lindenskov, sum var ”en
af de mest trængende familier her
i Byen.” (s. 423) Han var skómakari
og útróðrarmaður, var giftur
og hevði seks børn. Samuel var
noyddur at søkja um stuðul, tá
sjúka rakti ella fiskiskapurin
sveik. Men í 1847 var báturin hjá
honum í so ringum standi, at hann
ikki kundi brúkast. Men hann
fekk hjálp frá Fátækrakassanum
til at koma fyri seg aftur. Tað var
samtykt, at ”der måtte skaffes
ham en Baad med 4 Aarer, som
kunde benyttes og vedligeholdes
af ham, men tilhørte Fatigkassen.”
Arbeiði hjá Fátækrakommis
siónini í Føroyum fylgdi at kalla
somu reglum sum í Danmark.
Fyrst var at skilja ímillum værdigt
og uværdigt trængende. Tey verd
ugt treingjandi fóru í 3 bólkar (s.
422) :
1.
Gamle, syge og svækkede
2.
Faderløse og moderløse
børn eller børn af forældre,
der var ude af stand til at
forsørge dem
3.
Familier og enkeltpersoner,
som af forskellige årsage
ikke tjente tilstrækkeligt til
livets ophold.
Einasti almenni stovnur, sum
í ringastu førum kundi hjálpa
var Gamla Hospital, ella Færø
Amts Hospital, sum tað nevndist.
Tað bleiv bygt í 1829 (s. 418), og
einstøk fátæk og kronisk sjúk
fólk kundu fáa fast uppihald har.
Hetta hospital stendur enn í dag
úti í Skiparagøtu, men bleiv flutt í
heilum líki, tá Skipasmiðjan skuldi
víðka.
Fátækraverkið og
samfelagsgongdin
Út frá eini lýsing av fátækraverk
inum, fer Gestur at draga nakrar
konsekvensir ella avleiðingar um
samfelagsgongdina sum heild,
sum fátækraverkið er ein íbundin
partur av. Tað at Føroyar gjørdist
Amt í 1816 var eitt stórt framstig á
leiðini. Hann skrivar s. 426: ”Med
en Amtmand placeret på Færøerne
skabtes nemlig grundlaget for, at
der mere effektivt kunne beslutt
es, administreres og planlægges
ud fra principper om oplysning
og rationalitet.” Gestur nevnir,
at samfelagsbyggingin kann per
sónificerast í framburðshugað
um og upplýstum amtmonnum,
sum Tillisch-brøðurnir, Pløyen
og Dahlerup. (s. 426) Her undr
ar tað meg, at tann fyrsti amt
maðurin, sum var Löbner, als
ikki verður nevndur. Hann, sum
var amtsmandatorius frá 1806,
førdi landið heilskapað ígjøgnum
krígs- og hungursárini 1807-14, sat
í starvinum, tá staturin í 1813 fór
bankarott og ring og fátækslig ár
fylgdu. Eg meini, at hann hevur
fortjent eitt frægari eftirmæli, enn
fleiri autoriseraðar søgubøkur
hava givið honum.
Amtmaðurin Pløyen eigur ein
stóran part av æruni fyri, at hann
tíðarskeiðinum 1837-48 gjørdi
fyrireikingar til fríhandil. Nevn
ast kunna úthandlarnir og Het
landsferðin. Eitt lítið mistak er
á s. 429, har Pløyen í 1835 verður
skírdur kommandantur. Tá fylgd
ust kommandanta- og amtmans
embætini, og tá - í 1835 - var tað
F.F. Tillisch.
Føroyskir bøndur vóru
ímóti fríhandli
Hinvegin ger Gestur eisini vart
við, hvat tað var, sum dróg hin
vegin, og sum gjørdi at fríhandilin
kom so seint til landið. ”Blandt
disse er, at bondeeliten og mange
embedsfiolk havde fordel af det
etablerede system, og at befolkn
ingen i bred forstand var imod
ændringer.” (s. 429). Kornið, sum
teir keyptu í Handlinum var bíligt,
og hosupørini, sum bøndurnir lótu
aftur ímóti fingu góðan prís.
Men eisini Pløyen var varin, og
skrivar longu meðan hann var fúti
í 1835 hesi orð, at: ”.. da kommer
man til den Overbevisning, at en
ikke omhyggeligen forberedt Fri
givelse af Handelen ret vist kunne
Viðmerkingar