hósdagur 19. mars 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
21
berige eet og andet Individ, men at
den ogsaa vilde aldeles tilintetgøre
de fattige.” (s. 429).
Eitt nýtt
samfelagsgrundarlag
Niðursetubygdir og uppdyrking
av traðum saman við vaksandi
útróðri gav tí vaksandi fólkatalin
um eitt livigrundarlag, og í hesum
vaks ein nýggjur samfelagsligur
klassi fram. Og hyggja vit longur
fram, so kann man siga, at tað var
fiskaríið, sum upp á longri sigt
skuldi blíva tann berandi vinnan.
Men tað var ikki so lætt og líka til.
Tað skuldi lærast, eisini mentalt.
Nógvar royndir við skipsfiskiskapi
miseydnaðust, tí tað var fólkinum
nakað fremmant. Pløyen skrivar
eina staðni ”… hvor svært det var at
faa Almuen til at slippe de gamle
Vaner og lære dem, hvad det nye
Arbejdsliv krævede …at man ikke
skulle hjem hver aften, når man
var paa Fiskeri.” (s. 432).
Men tað kom at vera hesi - bøn
arfólk, ullabiddarar, tey fátæku,
traðar- og útróðrarmenn, tey
subsistensleysu - sum gjørdust
fortreytin í nýggja samfelagnum
, sum bygdi uppá havfiskarí við
sluppum, og sum gjørdust oddin
og grundarlagið í gongdini burtur
frá tí gamla bóndasamfelagnum.
Her kom, sum nakað nýtt, frí
arbeiðskraft og kapitalur at
sameinast í framleiðsluni.
Ikki so lætt lisin, men gevur
vitan og innlit
Greinin hjá Gesti er spennandi
lesnaður, men er ikki heilt lætt
lisin. Hetta er ein faklig, vísindalig
grein, við nýggjum sjónarmiðum
og ’vinklum’. Men er áhugin, so
ber til at fáa nýggja vitan um og
innlit í Føroya søgu. Og nakað at
hugsa um.
Skotar í øðini
Kári Thomsen
Íbúgvar á oynni Arran mótmæla
ætlanini hjá Scottish Salmon
Company / Bakkafrost at skipa
eitt av stórstu alibrúkunum í
Onglandi tætt upp at einum av
mest virðismettu frítíðar- og
náttúruøkunum við fjørðin Firth
of Clyde. Ætlandi skal alibrúkið
verða tætt við Lochranza á
norðurendanum á oynni Arran,
og í stødd tvífalt flestu alibrúk í
Skotlandi.
Scottish Salmon Company
hevur søkt býráðið fyri North
Ayrshire um loyvi at leggja
20 aliringar í økið í vídd góðar
97.000m2 og góðar 200 metrar ur
landi.
Ìbúgvar á Arran mótmæla og
hava skipað mótmælisgongur, og
vilja ikki góðtaka stóru nøgdirnar
av skarni ájavnt við ein bý við
66.000 íbúgvum, ið uttan septik
tanga ella reinsiverk lata alla sína
skræpu beint út í fjørðin, næst at
ultraljóð skal leggjast í fjørðin at
styggja kóp og springara burtur,
og at høgt metta náttúran vil
verða fyri vanbýtið.
Alibrúk í ætlaðu stødd eru
sjáldsom við skotslu strendurnar
har bert 26 av 217 alibrúkum eru
í slíkari stød og við loyvi at ala
upp til 2,500 tons um árið. Hesum
tekur Bakkafrost ikki so álvar
samt og boðar frá, at brúkið við
Millstone Point verður í tveimum
hópum – tó at hesir liggja síð um
síð.
Robert Cumming, fyrrverandi
lækni i Lochranza, ið hevur mót
mælt aliætlanini hjá Bakkafrost,
sigur í samrøðu við The Guardian,
at íbúgvar á oynni eru í øðini, og
ikki vilja góðtaka at fáa kroyst
slíka ætlan yvir seg vegna pen
ingalig áhugamál, og uttan at
lokalsamfelagið hevur minsta
gagn av ætlanin, men missur eitt
avbera vakurt og óspilt náttúru
øki, ið ynskt verður vart til kom
andi ættarlið.
Býráðið í North Ayrshire skal
viðgera aliumsóknina og kem
ur innan leingi við einari niður
støðu. 243 mótmæli eru løgd
in til býráðið og eisini hevur
friðingarnevndin hjá skotsku
stjórnini, Scottish Natural Heri
tage, lagt inn eitt formligt mót
mæli. Nevndin sigur ætlanina
verða eina hóttan móti villa laks
inum í gýtur í ánni River Endrick,
ið eisini er lýst friðað sum ser
stakt og vart náttúruøki.
Skotski havgranskingar
stovnurin, Marine Scotland
Science, hevur reist ivamál tí
ætlaða alibrúk er ov tætt við
sjúkufyribyrgjandi øki, og er
brot á reglurnar fyri hav- og
sjóplanlegging. Eisini sigur
granskingarstovnurin seg iv
ast í sjálvvirkandi tøknini hjá
Bakkafrost at taka upp deyðan
alilaks, tí henda tøkni ikki er
sædd ella brúkt áður í Skotlandi.
Bakkafrost býður seg fram
við 10 nýggjum arbeiðsplássum
í økinum – (kendur taktikkur
her í landinum) – og at innkeyp
og vørur verða handlaðar lokalt
við góðum 10 mill.kr.
Heldur ófrættakent sigur the
Guardian frá, at Bakkafrost ikki
vildi gera samrøðu, men boðaði
frá, at fleiri av umhvørvis iva
málunum vóru umrødd í ali
umsóknini. Talsmaður hjá
Bakkafrost fekst tó at siga, at
”umhvørvismál og fiskaheilsa
eru grundleggjandi mál - just
sum ávísa aliøki og valið er ein
álvarsom tilgongd.” Víðari segði
umboðið hjá Bakkafrost, at
”aliætlanin er skipað við fyrilitum
at tryggja at umhvørvisárin
verða so smá sum til ber, og
við innovativari tøkni og góð
um stýringsamboðum at røkka
besta virkishátt. Vi slíkum atlit
um hava eingi árin verið at sæð
á náttúru og umhvørvið”.....Her
hugsar umboð Bakkafrost´s
nokk um hvussu væl stendur til
við hundratúsundtals deyum og
sjúkum alilaksi í føroyskum áum
og vøtnum, og at villur laksur so
at siga er horvin kring oyggjar
nar.
Paul Chandler, formaður fyri
havumhvørvisverndarfelagið
Coast, mótmælti fleiri av upp
áhaldum Bakkafrost´s . M.a.
segði hann at tey 10 nýggju størv
ini ikki vildu koma frá oynni,
men vóru størv har alivinnan
longu er virkin. Eisisni vísti hann
á, at Milestone Point var í norður
endanum av Arran og friðhalgað
náttúra, ið var sjónlig frá stranda
økinum har túsundatals ferða
fólk vitjað á hvørjum ári, og at
hetta varð klárt brot og ágangur
á teirra menningarætlan fyri
náttúru- og umhvørvisvernd.
Eisini vísti Paul Chandler á,
at ætlaðu 32 órógvandi ljótól, ið
skuldu setast niður við aliring
arnar, ikki vóri í samsvar við
lógliga vard djór sum kóp og
springara, ið vóru av tídningi fyri
vistfrøði-ferðavinnuna á Arran.
Samumtikið
segði
Paul
Chandler, at aliætlanin hjá Bakka
frost gav greiðar orsøkir at
nokta hesum í einum náttúru
vardum øki, við ikki brúkiligari
menningarætlan og á einum
skeivum stað. Úrslitið verður
ljóðdálking, sjónlig dálking og
ítøkilig dálking á náttúru og um
hvørvið.
https://www.theguardian.
com/environment/2019/dec/31/
protest-plans-salmon-farm-
lochranza-arran