hósdagur 19. mars 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
22
Nær munnu óvan
ligar tíðir hava sett
djúp spor eftir seg í
Føroyum?
2. partur
Heri Mohr
Framhald úr mikudagsblaðnum:
Sleyg og slatur og ósannindi áttu
ikki at verið sett alment upp á
prent, tí ilt er at byggja borð fyri
báru:
Fyri nøkrum árum síðani setti
ein landsstýrislimur hakan í ein
moldklump úti í Sandagerði við síð
una av Landssjúkrahúsinum sum
fyrsta stig til bygging av einum
universitetshospitali.
Sum kunnugt rennur tíðin sum
streymur í á. Sandáin rennur, til
tíðir eymliga og til tíðir í fossandi
øði í almáttuga váta favn Atlants
havsins. Í hesum økinum millum
Landssjúkrahúsið og tann gamla
próstagarðin verður longu um eina
viku tað nýggja universitetshospi
talið víkt við veitsluhaldi.
Í einari skrá Okkara Tjóðsjúkr
ahús 2019 – eins prýðilig sum loys
ingarproklamatiónin
2000
Frá
heimastýri til fullveldi – er ná
greiniliga greitt frá hesum stóra,
søguliga tiltaki:
Ein fríggjamorgun, morgunroð
in fór so vakurt í havið, vóru øll
tey mongu, ið starvast á Setrinum,
komin út á Debesartrøð. Rektarin,
í myrkamorreyðari troyggju við
blonkum knappum um hálsin,
svørtum vaðmalsbuksum, ullintum
hosum og spenniskóm, helt eina
stutta røðu um introspektión við
grundhugsan: ”Vit eru føroyingar,
serstøk tjóð við felags lagnu, eitt
felags blóð.” Beint eftir røðuna av
dúkaði hann eina standmynd av
landsstýrismanninum, sum fyri
nøkrum árum síðani setti hakan
í jørðina til eitt føroyskt univers
itetshospital.
Standmyndin,
úr
føroyskum gróti, er ein maður í
føroyskari húgvu, posatroyggju
við
knappum
vinstrumegin
á
hálsinum, knæbuksum, hosum og
hosubondum og húðarskóm við
tveingjum. Í høgru hond hevur
hann ein haka. Ella er tað kanska
eitt pinnagrev. Í málmplátu í neðra
á standmyndini er rist navnið á
landsstýrismanninum og mono
gramm og fylgjandi tekstur: Tú
vart eitt grev, tá ið á stóð.
Standmyndin er ikki stór. Tó so,
einar tvær ella tríggjar ferðir størri
enn standmyndirnar av teimum
andabornu Áarstovubrøðrunum,
krympaðir til tvær sálarleysar
dukkur niðri á Áarvegnum, beint
har teirra barndómsheim, Áarstova,
stóð, áðrenn tað varð tikið niður
fyri umleið 85 árum síðani. Undir
liðini á Nýggjustovu, har Nólsoy
arstova var, bygdi beiggi Niels R.
Finsen, Olaf Finsen, fyrst í farnu
øld nýtt stásiligt hús í romantikk-
arkitekturi til apotek og annað
endamál. Misrøkt – sum hevur
hetta fyrr so stásiliga hús ongan
góðan – er hetta nakað av tí fyrsta,
fremmandafólk síggja, tá ið okkara
høvuðsstaður verður vitjaður.
Áðrenn øll húsini í Gongini
vórðu burturbeind, og bóndahúsini
Húsagarður vórðu flutt til ”Mex
ico”norðan fyri Gundadal, var
Áarvegur – við ánni og trøðum og
gullregni og sóljum í tøttum gróðri
móti Amtmansborgini – saman
við Bringsnagøtu, Gongini, úti
á Reyni og Tinganesi sjálv sálin
í okkara fitta, lítla høvuðsstaði.
Har vóru eingi tóm, illa hildin
hús.
Nógvir
turistar
vitjaðu
Havnina um summarið. Tá komu
turistskip inn á Nólsoyarfjørð, og
turistarnir vórðu fergaðir inn á
Kongabrúnna við bjargingarbátum
frá avvarðandi skipum. Miðskeiðis
í farnu øld varð Tórshavnar havn
útbygd so mikið, at pláss var fyri
størri ferðamannaskipum og fleiri
ferðafólkum.
Aftur til Debesartrøð
Tá ið avdúkingin av standmyndini
var liðug, kunngjørdi rektarin, at
vígslu- og veitsluhaldið skuldi byrja
í tí nýggja universitetshospitalinum
stundisliga kl. 19, og at allir
professararnir og lektararnir og
annars øll, ið starvast á Setrinum,
skulu vera á Trøðni hálvgum sjey.
Ein professari og ein lektari skulu
bera øll sangheftini [sum eisini er
veitsluskrá] í einum rimaleypi og
einum tættleypi við fetli oman í
móttøkuhøllina. Ætlanin er, at teir
báðir undir borðhaldinum skulu
greiða frá týdninginum
av tí føroyska leypinum í
miðøldini. Borðreitt verður fyri
800
innbodnum.
VIP-flogførini
við gestum, sum áttu at komið
við leiguflogførum, vórðu darvað,
men til alla Guds lukku lendu tey
í góðari tíð á midnátt.
Fólk vóru so smátt farin at
Um at missa fótafestið
Áarstova, sum varð tikin niður mið
skeiðis í tríatiárunum. Her vuksu
skaldabrøðurnir Janus og Hans
Andreas Djurhuus upp. Niðanfyri
síggjast Knútstova og Vertshúsið,
sum í dag hýsa matstovuni, sum er
uppkallað eftir Áarstovu
Havnin fyri aldarskiftið fyrra. Ljósa húsið er Nólsoyarstova, har beiggi Niels R. Finsen, Olaf Finsen, fyrst í farnu øld bygdi nýtt stásiligt hús í romantikk-
arkitekturi til apotek og annað endamál