hósdagur 19. mars 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
23
vísa seg uttan fyri tað nýggja
sjúkrahúsið – at síggja til hálvliðugt
– og um 17-tíðina komu fólk í
stórum tali at síggja og hoyra.
Tveir pylsuvognar vóru har, ein
park skal vera. Í løtuni ikki annað
enn skervur og mold og runa.
Klokkan
19
stundisliga
fór
klokkan í dómkirkjuni at ringja. So
fór skrúðgongan – professararnir
og lektararnir og annars øll, ið
starvast á Setrinum: granskarar,
lærarar, húsavørðar, systkinabørn,
kenningar og annað gott fólk – til
gongu. Eisini teir báðir, professarin
og lektarin, við hvør sínum leypi
á baki. Øll í føroyskum búna.
Rektarin við stavnhettu.
Tá ið professarin og lektarin
høvdu sett leyparnar frá sær inni
í móttøkuhøllini (veitsluhøllini), og
skrúðgongan var komin til røðara
pallin, fór tann fyribilssetti sjúkra
hússtjórin upp á pallin í túninum
og segði, at nú verður vígslan sett.
Tórshavnar manskór fór so á pall
in og sang eina kantatu, gjørd til
vígsluna.
Hon varð væl fagnað av mann
amúgvuni. Dirigenturin, sera liv
andi og sigandi og kensluborin,
minti ikki sørt um Waagstein, tá ið
hann dirigeraði sína nýggju kan
tatu á Tinghúsvøllinum ta minn
iligu ólavsøkuna 1930. Navnið á
skaldinum
og
komponistinum
verður kunngjørt og heiðrað av
einum landstýrismanni, tá ið tey
800 innbodnu hava etið galladøg
urðan. Fyribilssetti sjúkrahússtjór
in kunngjørdi eisini, at ein lands
stýrismaður fer, tá ið døgurðin er
etin, at tilnevna tríggjar læknar og
formannin í granskingarráðnum til
professarar í medicini. Ein góð løta
gekk so, áðrenn nakað hendi. Tað
var farið at regna. Sum morgun
roðin hevði fráboðað, tá ið hann so
vakurt fór í havið við morgunsólini.
Tey fáu frá einum ferðamanna
skipi høvdu paraply.
Loksins kom so fyrrverandi
landsstýrismaðurin á pallin. Hann
var landsstýrismaður, tá ið hann
fyri nøkrum árum síðani setti
hakan í bøkkin og tessvegna, sum
longu sagt, nú heiðraður við einari
standmynd. Eins og allir hinir
landsstýrislimirnir er hann í før
oyskum búna við reyðari húgvu.
Men hann hevur knív í træslíðra
við vovnum bandi um miðjuna.
Hann gevur sær góðar stundir.
Skoðar yvir ta stóru mannamúgv
una: ”Hetta er ein stórur dagur
fyri allar rættar føroyingar,” segði
hann við sigursrødd. Aftur ein
steðgur. ”Fyri nøkrum árum síðani
varð kunngjørt, at okkara nýggja
universitetshospital skuldi handast
Føroya fólki liðugt at taka í nýtslu
23. februar 2019. Hesa tíðarætlan –
deadline – kann eg ikki siga nakað
um, men hon skal haldast. Av
átrokandi orsøkum er tað longu
nú neyðugt – tað má eg tíverri
sanna – at taka 2. hædd í nýtslu
við trimum seingjarplássum. Dag
urin í dag er sostatt stórur fyri
allar rættar føroyingar,” tók hann
uppaftur. Aftur ein steðgur. Hann
tyktist at hava trupulleikar við at
lesa tað, hann hevði í hondini.”Eg
eri eingin stórur telvari, men so
mikið veit eg um mannagongdina,
at um eg megni at læsa inni alt
fólkið á talvborðinum hjá mót
støðumanninum, so hann fær ikki
flutt hvørki kong, drotning ella
fólk, so er støðan patt. Í dag hava
vit sett okkara mótstøðufólk patt.”
Nógv ung fólk róptu hurrá og ”patt,
patt, jú, tað er satt” upp í saman.
So kunngjørdi røðarin ikki sørt
breggjandi, at tríggir oljuknarkar
(ætlaði óivað at siga oligarkar),
vórðu sama morgun innlagdir til
ymiskar serviðgerðir á 2. hædd á
okkara nýggja ríkishosp..(stuttur
steðgur) tjóðhospitali. Eitt sindur
av lógvabresti. Ein kona og ein
maður teskaðu sínámillum.
Konan: “Eg skilji ikki eitt orð av
tí, hasin maðurin sigur.”
Maðurin: “Júmen, hatta er ikki
annað enn volapykk.”
Konan: “Jens, her eru so nógv fín
fólk.”
Maðurin: “Eltibløðrur; og tig so.”
Tá ið røðarin fór av pallinum,
spurdu nøkur fólk frá ferðamann
askipinum, hví hann hevði so stór
an knív uppi á sær. Landsstýris
maðurin dróg knívin úr slíðranum,
vísti teimum bandið og slíðran og
knívin hvørt sær. Sveiggjaði so alt
yvir høvd og segði við stoltleika í
røddini: ”Made in Faroes.”
Stuttur steðgur. Ein maður trok
aði seg fram at mikrofonini: Tað er
okkum kunnugt, at sjúkrahúsverk
ið skyldar nógvar milliónir í ógoldn
um lønum, og at vit ikki hava ráð at
senda sjúklingar til ókeypis viðgerð
á sjúkrahúsum í Danmark. Fara tit
at steingja sjúklingahotellið Tórs
havn í Keypmannahavn?
Landsstýrismaðurin
svaraði
ikki, og tann forvitni maðurin
hvarv í fólkarúgvuni.
Sum rosinan í pylsuendanum
kom ein vælupplagdur løgmaður
upp á pallin og boðaði frá við odol
smíli, at nú fóru tey til borðs. Hon
um á baki leyp ein fróður og glaður
borgmeistari fimur upp á pallin
og segði, at nú kunnu øll, ið vilja
og tíma, sláa ring og fáa pylsur til
midnátt, men tá skulu serviðgerð
arsjúklingarnir á 2. hædd helst
hava frið.
...framhald á næstu síðu
Standmyndin av Áarstovubrøðru
num, sum stendur á Áarstovugrund
– har Áarstova stóð og Janus og
Hans Andreas Djurhuus vuksu upp