Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020 SOSIALURIN 34 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24 Borðhaldið Øll 800 fóru til borðs klokkan tjúgu. Inni í forhøllini var ein stór hurð við stórum stavum LYFT/ ELEVATION. Inni í lyftini vóru fleiri knøtt­ar at trýsta á, alt eftir, hvar ein hevði ørindi á ymisku hæddunum. Eitt nú: L E I Ð B E I N I N G/ GU I ­DA NC E , VATNHÚS/TOILET, HÆDD/ FLOOR, SETSTOVA/LIV­ING ROOM, YVIR­ SJÚKRA­RØKT­AR­ FRØÐ­INGS­VAKT­AR­HALD/NURSE IN CHARGE o.s.fr. Skeinkjarar stóðu í durunum við fløsku og steypi til væl­fagn­að­ arskál. Tá ið øll vóru komin til teirra borð­reiðing, og háborðið var mannað, reisti fyribilssetti sjúkra­ hússtjórin seg við mikrofon í hond og segði, at øll vóru vælkomin. Mikro­fonin riggaði ikki heilt væl, hon var kanska vorðin vát, meðan hon varð brúkt til vígsluna í regn­ inum úti í túninum. Hann royndi so at siga okkurt um matseðilin, og at orðið ikki var frítt. Enn einaferð: væl­komin øll somul. Meðan tær mongu tæn­astu­ gent­ur­nar skonktu í víngløsini, reisti tjóðarkitekturin seg – hann sat til háborðs – tók mikrofonina og segði, at hann hevði staðið fyri tí estetiska arkitekturinum í hesum meistaraverki, og at tann dugnaliga 5-mannaða bygginevndin var fram­ skyggin, tá ið hon setti fleiri mill­ iónir av til vígslu, leiguflogfør til innboðin, vígslu- og veitsluhaldið og onnur neyðug tiltøk. Sær kunn­ ugt hevði borgmeistarin í Havn lovað at gjalda helvtina av øll­um hesum, tí, sum hann segði, so er hetta tiltakið eins gott íkast til ferðamannavinnuna í høvuðs­ staðnum sum nøkur sólarmyrking. Og arkitekturin helt fram: Tað er fallið mær í lut at siga nøkur orð um ta søguligu gongdina og støðið undir hesum okkara stóra degi. Hann hugsaði seg um eina løtu við ongum handriti. ”Hetta verður ongin drúgv tala,” byrjaði hann. ”Kanska eg kann byrja við einari skál,” segði hann so, og bað øll reisa seg. ”Skál, øll som­ul,” segði hann og setti seg, í tí hann tømdi tað stóra vínglasið. So reisti hann seg aftur: ”Vit minnast øll, tá ið landsstýrið, minnist meg rætt, fyri 17 árum síðani tveitti 366 mill­iónir á bláman sum fyrsta søgu­liga tiltak í burturbeining av donskum armóðspeningi til okk­ara sjúkraverk, skúlaverk og al­manna­ for­sorg. Eg havi áhaldandi biðið lands­ stýrið fáa hetta søguliga tiltakið end­a­liga avgreitt: Eitt er blokkurin, sum varð ávegis svavdur fyri 17 ár­um síðani, annað er yvirtøka av øllum ognunum, sum eru gold­nar av ríkiskassanum: Eitt nú Lær­ar­a­ skúlin við Venjingarskúla og rekt­ar­ a­húsi á Frælsinum, sum ríkiskassin hev­ur staðið fyri og goldið sam­an við Tórshavnar býráði, hús­ini hjá Sernám á Frælsinum, sum ríkiskassin lat byggja og rind­a­ði 75%, Tekniski skúlin við ogn­um í Havn og í Klaksvík, sum ríki­s­ kassin hevur goldið og staðið fyri, Før­oya Handilsskúli í Havn, sum rík­is­kassin hevur goldið og staðið fyri, Næmingaheimið í Havn, sum ríkiskassin hevur goldið og umsitið frá fyrsta degi, Drottning Ing­ridar Barnagarður í Havn, sum ríkis­ kassin hevur goldið. Mær vit­andi eru meira enn 115 milliónir í stats­ kassalánum tinglisin í fleiri av nevndu ríkiskassaognum.” Arkitekturin helt fram: ”Eg havi sum sagt áhaldandi biðið lands­ stýrið fáa yvirtøkuna 1. januar 2001 end­aliga avgreidda. Hóast 17 ár eru lið­in, er eigaraskiftið av nevndu ogn­um og tinglesing ikki endaliga avgreitt. Fyri 50 árum síðani flutti Føroya Læraraskúli í ta nýggju glæstriborgina og rektarahúsið úti á Fræls­inum. Ríkiskassin rindaði all­an byggikostnaðin. Av tí at hend­an byggingin eisini fevndi um bygging av einum nýggjum Venj­ing­arskúla, varð ein býtislykil gjørdur (býtið 60/40), sum Tórs­ havn­ar kommuna kundi brúka, til tess at rinda kommununna part av byggikostnaðinum viðvíkjandi Venj­ing­arskúlanum. Í 2008 hvarv Føroya Læraraskúli, og í staðin fekk skúlin navnið Náms­vísindadeildin. Føroya Læraraskúli, sum so­ leiðis hvarv, hevði annars um nakr­ ar mánaðar verið 150 ár. Í jólavikuni 2001 váttaðu tveir landsstýrislimir og tveir stjórnarlimir í tí donsku stjórnini á hvør sítt A4 pappírsark við ongum høvdi og ongari journalisering og ongari parafering, at ávís øki í ríkiskassablokkinum skuldu strikast í blokkinum 1. januar 2002. Tað er illa hugsandi, at tveir pappírslepar, sum hesir, hava løg­frøðiligt virði. Eg loyvi mær tessvegna frá hesum borði at heita á løg­tingið um at fáa umrødda yvirtøkumál viðgjørt av nýggjum fyri at fáa ognarviðurskiftini í eina trygga legu. Framdar yvirtøkur 1. januar 2001 mugu sjálvandi væl og virðiliga fáa løgtingsviðgerð, áðrenn írestandi yvirtøkur verða endaliga avgreiddar av Føroya løgtingi og Fólkatinginum. Nú ein dagin skeitti eg í bókina Frágreiðing um 80-árini, sum løgtingið gav út í 2000. Har sá eg, at landskassans milliónaútlán og veð­haldsútlegg tryggjað við 1. veðrætti víktu fyri 4. veðrætti. Altso: 4. veðrættur var tryggari enn 1. veðrættur. Ei dáni í, at landskassin fór av knóranum! Slíkir ræðuleikar henda vónandi ikki aftur, nú dugnaligir akademikarar ráða fyri borgum.”