Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020 SOSIALURIN 34 25 6000-8000 fólk inn í bjarginarskipanina Hjálparpakkin frá tí almenna hevur gildi frá 12.mars, men ALS kann ikki byrja at arbeiða fyrr enn í dag, tá ið kunngerðirnar eru lýstar ÁRNI GREGERSEN O ngin dugir enn beinleiðis at siga, hvussu nógv fólk fara at fáa útgjald frá ALS, eftir at Løg­ tingið hevur gjørt broytingar í lóg­ini um arbeiðsloysistrygging í sam­bandi við korona-smittuna. Men metingin er, at eini 6000- 8000 fólk rættuliga skjótt eru við í skipanini, tí so nógv virksemi í landinum er lagt stilt ella koyrir við lágum blussi. Skipanin, sum bleiv samtykt seinna­partin mikudagin, sigur, at øll, sum eru millum 16 og 67 ár fáa pening frá ALS, verða tey send heim ella noyðast niður í arbeiðs­ tíð. Tiltøkini, sum verða framd fyri at tálma coronasmittuni her og úti í heimi, hava við sær, at fleiri fáa minni at gera. Í Føroyum hevur tað við sær, at færri ferðafólk koma til Før­oya í summar, og tað rakar ferða­vinn­ una meint. Virksemið í samfelagnum verð­ ur eisini merkt av, at vit skulu vera meira heima og minni úti. Eis­ini verða Føroyar ávirkaðar av bú­ skap­argongdini úti í heimi, og eftir­spurn­ingurin eftir føroyskum vør­um minkar. Í hjálparpakkanum eru fýra ítøkilig átøk, sum hjálpa sjálv­ støðugum vinnurekandi, starvs­ fólki, sum eru sett niður í tíð, og teim­um arbeiðsgevarum, sum rinda løn undir sjúku. Somuleiðis verð­ur gjaldførið hjá fyritøkum styrkt. Sjálvstøðug vinnurekandi Stuðul verður veittur øllum sjálv­ støðugum vinnurekandi, ið ikki fáa rikið sítt virksemi í sama mun sum fyrr. Treytin er, at við­ kom­andi er millum 16 og 67 ár og hevur bústað í Føroyum, og hevur teknað sjálvbodna trygging fyri sjálv­støðug vinnurekandi. Fólk, sum tekna trygging, hava eisini rætt til útgjald frá tí degi, tey tekna tryggingina. Stuðulin er í mesta lagi 20.000 krón­ur. Tað vil siga, at verður virk­ semið skert 100 prosent, verð­ur stuðulin 20.000 krónur um mán­ aðin. Verður virksemið skert 25 pro­sent, verður stuðulin um 5.000 krón­ur um mánaðin. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um umsókn, hvørjar upp­lýsingar ALS skal hava, út­ gjaldstíðarskeið, freistir og so fram­vegis. Dagpengalógin Dagpengalógin verður broytt, so fólk sum verða sett í sóttarhald, fáa dagpening sum undir sjúku. Ein afturrindanarskipan er eisini gjørd fyri privatar arbeiðs­ gev­arar, sum gjalda løn undir sjúku. Tað vil siga, at arbeiðsgevarar fáa afturgoldið hesa lønarútreiðsluna, tó í mesta lagi við upphæddini, ið svarar til sjúkradagpening. Fyri sjúkradagpening eftir sjúkra­ dag­peningalógini rindar lands­ kassin nú fyri fyrsta og næsta sjúkradagin, sum arbeiðsgevarin annars hevur goldið fyri. Vinnufyritøkurnar verða eis­ ini hjálptar eftir at broytingar eru gjørdar í MVG-lógini. Í staðin fyri at gjalda MVG fyri fyrsta árs­fjóðring 10.mai er tað gjaldið útsett til 15.november. TRÚGVA FRAMVEGIS AT TAÐ ER RÆTT AT KANNA NÓGV Landslæknin og heilsumyndugleikarnir halda fram við at tak nógvar royndir, tí tað halda tey framvegis er skilagott ÁRNI GREGERSEN N eyvan nakrastaðni í heimi verða lut­ fals­liga so nógv fólk kanna, sum í Føroy­ um í sambandi við korona-smitt­ una. Tá ið mikudagurin var far­ in afturum, vóru tilsamans 1221 fólk kannað. Skuldu tey lut­fals­ liga havt kannað eins nógv í Dan­ mark, so skuldu tey hava kannað meira enn 130.000 fólk. Har høvdu tey um somu tíð kannað millum 8000 og 9000 fólk. Át íðindafundi, har sum lands­ læknin, Landssjúkrahúsið og heilsu­málaráðið vóru umboðað, segði landslæknin. - Eg haldi at vit gera tað rætta. Tað ger sjálvandi at vit finna nógv, sum eru smittað, men tað gev­ur okkum møguleika fyri at seta tey í sóttarhald eins og vit kunnu spora, hvørjum tey hava verið tætt saman við og eisini seta tey í sóttarhald. Landslæknin sigur, at tey undr­ast eitt sindur yvir, at fólk, sum hava sitið í sóttarhaldi sam­ an við smittaðum fólki, ikki eisini fáa smittuna. -Men kanska er tað ikki so løgið, tí tey sum arbeiða við hes­ um aðrastaðni halda, at smittan kanska spjaðir seg ymiskt. Tað kann vera ein orsøk, segði lands­ lækn­in. Hann segði eisini, at higartil er ongin smittaður funnin á ellis- og røkt­arheimum. Um nær trýstið fór at lætta seg hann seg onki kunna siga um, men hann segði seg vera eitt sindur bjartskygdari nú enn hann anrs hevur verið í sein­ast­ uni. Landslæknin takkaði - eins og Margit Stórá og Bjarni á Steig – øllum starvsfólkum, sum taka tung tøk í hesum døgum. Landslæknin er heldur bjartskygdari nú, men hetta fer at taka sína tíð Tingið var saman mikudagin og samtykti hjálparpakkan. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum, legði eitt av uppskotunum í hjálparpakkanum fram. POLITIKKUR