Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020 SOSIALURIN 34 26 Óli Jacobsen Óli Jacobsen H endingin við Erne­ stinu er væl kend, og tað er nokk so nógv skrivað um hana. Men nú 90 ár eru farin, skal í hes­ um parti gerast ein sam­an­dráttur av hesi ótrúligu bjarg­ing, sum prógvar, hvussu nógv fólk kunnu avrika, tá ið veruliga stendur á. Á kvøldi tann 26. mars 1930 sigldi Ernestina við 26 monnum í vindi og kavaroki á eitt sker við Bjarn­víkarberg nærindis Thor­ leifs­høfn á Suðurlandinum í Ís­ landi. Manningin visti sær eingi onn­ur ráð í fyrsta umfari enn at fara upp í rigningin. Men gjøgn­ um náttina fóru ein fyri og annar eftir til sjós, og tá ið morgunin kom, vóru átta menn burtur, og teir, sum eftir vóru, kundu vænta sær somu lagnu, sum var tann vissi deyðin. Men tá er tað, at Ziska Jacobsen tek­ur upp á seg at svimja í land við eini línu hóast hetta tóktist vón­leyst. Men úrslitið kundi bara ger­ast verri við einki at gera. Men tað eydnaðist Ziska at koma í land og at fáa ein enda av skip­inum bundnan í ein stein. Hetta gjørdi tað møguligu hjá teim­um átjan monnunum, sum vóru eftir, at koma í land. Her komu teir í enn eina deyðs­ fellu, tí bratt og glerstoytt berg var upp fyri. Tá er tað aftur Ziska, sum gongur á odda. Hann høggur spor upp gjøgnum glerstoytta bergið, og tað eydnaðist teimum øll­um at koma upp á bakkan. So var at fara til gongu, tá fall ein maður frá og doyði. Men hin­ir komu frá tilburðinum við lív­in­ um. Minningarhaldið í 2000 Í ár 2000 skipaðu avvarðandi hjá manningini á Ernestinu fyri eini ferð til Íslands at vitja staðið, har hetta hendi. Har var eg sjálvur við, og nýtti høvið til at kanna hesa søgu nærri, eisini við samrøðum við tey avvarðandi. Her kom nógv tilfar burtur úr, sum fyllir ein fittligan part í bókini ”Havið tók teir”. Hetta er mest umfatandi frásøgn, sum er skrivað um hesa hending. Bókin er útseld men kann í síni heild lesast á heimasíðuni: www.olijacobsen.com Frásøgnin um Ernestinur byrj­ ar á síðu 165. Her skulu takast nøkur brot burt­urúr, sum lýsa umstøðurnar, sum tær kundu vera hjá fiski­ monn­um tá í tíðini. Pápi kemur skjótt Ein kelda er ein útvarpssamrøðu, sum Niels Juel Arge hevði við Erik Lassen í Klaksvík í 1979. Í flestu førum eru skip farin við all­ari manningini, og tað hevur eingin verið at greiða frá seinastu løtuna. Men í hesum førinum fekst ein nemandi frásøgn, sum kundi lýsa hetta. Erik greiddi frá, at sum náttin leið bleiv alt óhugnaligt. Serliga var tað óhugnaligt, tá menn fóru burt­urav, og teir hoyrdu neyð­ar­ róp­ini frá teimum. Tveir feðgar vóru úr Tjørnuvík, Jógvan Elias og Jógvan Henrik Heine­sen. Sonurin fór fyrst, og hann rópti neyðarróp til pápa sín. Pápin svaraði aftur í neyðini, at ”pápi kemur skjótt”. Tað kom hann eisini, og teir sameindust í deyð­anum. Erik Lassen og Tummas í Svín­ oy stóðu við spælkoppin og hildu sær. Teir royndu at halda fast, hvørja ferð, óløgini komu. Eina ferð misti Tummas fótafestið, og hann fór til sjós. Tað hoyrdist nógv til hann, men so bleiv tøgn. Tað sama greiddi Eliseus á Syðra­dali konu síni, Lisu, frá. Hann segði m.a., at tað kendist sum ein lætti, tá ið neyðarrópini tagn­aðu! Hann var merktur av hesi hending alt lívið. Tað varð ein long nátt. Teir hoyrdu neyðarróp, tá menn mistu takið. Eingin kundi gera nakað. All­ir bíðaðu eftir somu lagnu. Undrið hendi Men tá hendir undrið, tá ið Ziska Jacobsen heldur seg til at svimja í land, tá ið morgunin kom. Erik greiddi frá: ”Ziska loraði seg niður eftir ein­um enda, so var hann leysur. Hann svam inn eftir. So bleiv hann burtur í brotunum. Tá vit sóu hann aftur, sá tað út, sum hann ikki hevði tað skil, sum hann skuldi. Hetta var ein myrk løta. Men tá kundu vit síggja, at tað var ein onnur makt upp í verk­inum – uppi í tí heila. Aftur kom eitt óløgi, sum tók Ziska so langt niðan, at hann lá eftir í fjør­ uni. Hann fór eitt fet niðanfrá, so at næsta óløgi ikki fekk fatur í honum. Hann fór til gongu nið­an undir klettin og inn í eina gjógv, og vit mistu hann burtur. Hann kom tó til sjóndar aftur. Tá vakt­ ist aftur ein vón. Vit fóru at fáa fatur á ein enda, sum kundi røkka av skipinum í land. Tað fingu vit eisini.” Teir tóku bjargingarbeltið av einum av manningini at binda í endan. So loraðu teir út, endin kom í land, og Ziska bant hann í ein stein. Menninir stjóraðu seg í land ein og ein. Ziska greiddi frá Ziska vildi ongantíð tosa um hetta. Ofta er tað soleiðis, tá ið fólk hava verið úti fyri ógvusligum hend­ingum. Men tá ið Ziska var 71 ára gam­ al fekk Eskild Norðbúð ”lokkað” Ziska at greiða Árna Absalonsen, sum tá arbeiddi í útvarpinum, frá hesi hending. Tá vóru 41 ár liðin. Pápi Eskild, Poul, var eisini við Ernestinu. Tveir teir seinastu partarnir hava verið til minnis um teir føroyingar, sum fórust á sjónum í 1920. Men tað hava eisini verið verulig bjargingarbrøgd. Eitt tað kendasta var í 1930. SIÐSØGA EITT 90 ÁRA MINNI: SØGULIGA BJARGINGARBRAGDIÐ VIÐ ERNESTINU Ziska og konan Johanna. Málningur hjá William Smith, sum hann ímyndar sær støðuna hjá Ernestinu