hósdagur 19. mars 2020síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020
SOSIALURIN 34
27
Komandi partur
Í komandi parti hava brot úr søguni hjá
Apolættini, eisini grundað á nýggja bók
um Sannu Apol.
Her skal verða endurgivið brot
úr hesi samrøðu.
Ziska greiddi millum annað
Árna frá, at tá ið hann hevði
svomið í land, var hann fullkomi
liga lúgvaður og føldi seg ikki
føran fyri at taka sær nakað til.
Men tað sum gav honum nýggja
megi var, tá ið hann hoyrdi rópini
frá sínum framvegis neyðstøddu
feløgunum umborð á sundur
knústa skipinum.
Árni spyr:
Tá ið tygum komu á land,
hvussu var so at koma upp?
Tað var grúiliga strævið at
koma úr briminum upp í urðina.
Tað var leingi, tað var tað, men
eg slapp upp á land. Teir róptu
so grúiligt úti frá skipinum, tað
hoyrdi eg, men eg hoyrdi lítið,
hvat tað var. Men sum eg skilti,
knýttu teir eitt bjargingarbelti í
eina línu at reka í land. Tað kom
inn móti landi. Tað gekk illa at fáa
tað, men til alt held var ein fiska
haki komin har. Hann var nokk
so langur og eg fekk í bjargingar
beltið. So skundaði eg mær at fáa
fatur í ein stein, ein klett. Tað tók
eina góða løtu, so nú byrjaðu teir
at koma í land.
Teir komu inn eftir endanum?
Ja, eftir endanum. Vindurin
var nú grúiliga nógvur, men tað
vísti seg sum at tað bleiv minni
brim, tá fjøra bleiv.
Men eg fór so alt fyri eitt, tá ið
nakrir vóru komnir, at fáa at vita,
hvussu vit kundu sleppa upp úr
fjøruni. Har var so grúiliga høgt,
høgur bakki. Skalvurin var so
stórur, men eg slapp upp gjøgn
um kavan.
Teir vóru forskelligir, sum
hjálptu meg upp. Eg var ógvuliga
illa komin. Eg minnist til tað, tá
eg kom upp á bakkatromina. Tað
var nokk so langt millum kavan
og bakkan, tað var opið niður
ímillum. Eg skavaði og skavaði.
Tað endaði við, at eg slapp upp,
men eg var grúiliga illa fyri.
Kláraðu allir menninir seg,
allir teir, sum komu í land?
Illani. Eg var uppi í teimum
fyrstu, (sum kom upp á bakkan).
Teir royndu at fáa meg heim
fyrst. Summir vóru næstan nakn
ir, aðrir vóru skóleysir.
Høvdu teir so hingið hálv
naknir í rigninginum alla náttina?
Ja, tað kunnu vit kalla. Tað
vóru fáir, sum vóru í oljuklæðum.
Eg var so ikki. Eg hevði ongan
húgvu, tað minnist eg væl. Eg
hevði arbeitt í lastini og fór bein
anvegin upp í rigningin.
So fór eg niður aftur, tí eg visti
ikki, hvar eg skuldi vera. Alt kundi
fara hvørja løtu. Tað var meira
brim enn so.
…
Hvussu komu tit so heim aftur?
Vit komu við Verdandi. Elias
Sofus Hansen í Norðragøtu
førdi hana. Hann førdi okkum
til Grindavíkar. Har komu bilar
eftir okkum og koyrdu okkum til
Reykjavíkar.
Ziska, tygum fingu fleiri heið
urstekin fyri hetta bragdið?
Ja, eg fekk fleiri heiðurstekin.
Eg fekk eitt gullur frá sjófarts
ministerinum. Og so fekk eg eina
medalju frá Carnegiefondinum
Og tygum fingu pengar eisini?
Ja, pengar eisini. (Hann fekk
800 krónur frá Carnegie grunnin
um, ein góð ársløn hjá fiskimanni
tá í tíðini).
Beskeðin hetja
Her endaði samrøðan. Ziska
hevði ikki hug til at tosa um tann
heiður, sum var vístur sær. Men
her kann verða skoytt upp í, at
Ziska frá teimum sum komu frá
vanlukkuni við lívinum, fekk eina
myndabíbliu og eina ljósakrúnu.
Eisini varð hann heiðraður av
danska forsætisráðharranum
Stauning.
Tað er eingin ivi um, at restina
av lívinum var sterkt samband
millum Ziska og bjargaðu menn
inar. Ein teirra var Ísak Justinus
sen úr Árnafirði. Sonur hansara,
Torleif, greiddi í 2000 á samkomu
í Reykjavík frá, at eina ferð tað var
grind í Klaksvík fór hann sum
smádrongur saman við pápan
inn til Ziska.
Eina ferð, hann hyggur inn í
stovuna, sær hann fýra mans sita
og halda um hvønn annan. Teir
sótu púra kúrrir og hugdu fram
fyri seg. Tá vóru tað skipsfelagar
frá Ernestinu, sum sótu og mint
ust hesa lagnuløtuna.
Jógvan hevði sangin
til sína jarðarferð
í lummanum
Ein maður doyði eftir at vera
bjargaður í land. Tað var Jógvan
Thomassen úr Miðvági, sum var
trúlovaður við Andreu, systir
skiparan, Dáva í Gerðum og reið
aran, J.F. Kjølbro.
Hann hevur helst fingið ein
snudd, tá ið hann kom í land, tí
hann orkaði ikki at ganga eftir at
vera komin upp á bakkan. Hann
var so settur undir ein stein, til
menn kundu koma eftir honum.
Men tá var hann deyður.
Tá varð í lummanum hjá hon
um funnin ein sangur, sum hann
hevði yrkt, har fyrsta versið var
soljóðandi:
Hvør veit at siga tíð og stund
tá eyga leggjast skal í blund
og ikki opnast aftur her,
tí kaldi deyðin komin er.
Hesin sangur kundi næstan
sigast at vera profetiskur. Hann
varð sungin, tá ið líkini komu til
Reykjavíkar og eisini á minning
arhaldinum í Íslandi í 2000.’
Jógvan var missiónsmaður og
hevði eisini yrkt aðrar sangir.
Hvør var Ziska?
Ziska var sonur tann í Klaksvík so
væl kenda Gøtu Jákup. Jákup var
ættaður úr Tjørnustovu í Norðra
gøtu, og stóð til at arva festið har.
Men hann fann sær konu, Marin
Malenu, í Klaksvík og búsettist
Millum Garðarnar. Tey fingu
níggju børn, og eru tey í dag ein
stór ætt í Klaksvík.
Ziska vaks upp millum Garð
arnar við Borðoyarvík. Har lærdi
hann at svimja, sum kom honum
og øðrum til góðar við Ernestinu.
Ziska giftist í 1923 við Johonnu
Johansen hjá Lamba Johan, og
tey fingu níggju børn. Í 1931 fór
hann við nýbygda Skálanes hjá
Kjølbro, har skiparin á Ernestinu,
Dávur í Gerðum, var skipari.
Hann var við til at stovna
Klaksvíkar Útróðrarfelag undir
krígnum og var eisini í nevndini.
Seinni gjørdist hann arbeiðsfor
maður hjá Kjølbro.
John Reid Bjartalíð skrivar í
1985 í minningarorðum um Ziska
m.a.:
”Hann átti fólkatekki, lættur
var hann á sær og kimiligur, væl
sintur og sum fuglurin á morgun
stundini. Hann var sínum heimi
ein góður húsfaðir.
Lítið er at ivast í, at sum tann
trúgvi kirkjugangarin hann var,
so var tað ein holl og dygg lívs
styrki at seta sítt álit á Harran.
Tað gjørdi Ziska”.
Ziska var føddur í 1900. Tí
kann hetta eisini vera ein 120
ára minnisgrein um hann.
Ítøkilig minni um hann í dag
er bjargingarbáturin Ziska og
standmynd av honum í svimji
høllini í Klaksvík.
Teir sum
fórust:
Jóan Magnus Høgnesen,
bestimaður, Klaksvík,
giftur, fýra børn
Jógvan Elias Heinesen,
Tjørnuvík, 45 ár, giftur.
Jóan Hendrik Heinesen,
Tjørnuvík, 21 ár, ógiftur.
Faðir og sonur.
Jógvan Thomassen, 2.
bestimaður, Miðvágur,
trúlovaður
Rasmus Jacobsen, Kunoy
39 ár, giftur, fimm børn
Karl Joensen, úr
Gerðum, Klaksvík,
22 ár, trúlovaður.
Óla Jákup Hansen,
kokkur, á Selheyggi,
Klaksvík, 44 ár,
einkjumaður.
Thomas Thomassen,
Svínoy, giftur
Hans Jacob Andreassen,
Langasandur, 44
ár, einkjumaður.
Hesir
bjargaðust:
Dávur Joensen,
skipari, Klaksvík
Ziska Jacobsen
Erik Lassen
Poul Joensen
Eli Elttør
Óli Martin
Samuelsen
Eliseus Jacobsen
Syðradalur K.
Ísak Justinussen
Árnafirði
Hans Kristoffur Olsen
Kaj Thomassen, Svínoy
Mikkjal P. Eliassen, Kirkju
Kristian Karl
Christiansen, Leirvík
Olaf Hjalmar
Johansen, Hvalvík
Thomas Thomassen,
Miðvági, beiggi Jógvan
Samuel Ellingsgaard,
Miðvági
Sigmundur B.
Thomsen, Skúvoy
Frederik Mikkelsen,
Skúvoy
Ein av manningini Poul Joensen, lá leingi á Ríkissjúkrahúsinum
eftir hesa hending. Tá lá hann saman við einum dana,
sum dugdi væl at tekna. Út frá frágreiðingunum hjá
Poul teknaði hann hesa myndina av Ernestinu!
Her sæst Jákup Ziskason, við
ljósakrúnu, sum pápi hansara
fekk frá sínum skipsfeløgum.
Jógvan Thomassen og Jóan Magnus Høgnesen liggja lið
um lið í kirkjugarðinum í Klaksvík. Seinni kom kona Jóan
Magnus, Turid, at liggja undir liðuni á honum og Andrea
kom at liggja undir liðuni á Jógvani. Á myndini eru v.f.
Símun og Hjalmar Waag Høgnesen, synir Jóan Magnus.