Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020 SOSIALURIN 34 28 Merkisdagar Brúðleyp ÚTSETT Brúðleypið sum skuldi vera 28. mars 2020 hjá Biritu Gunvør Johannesen og Boga Vík, er fyribils útsett vegna smittuvandanum av Corona/covid19. Birita og Bogi. Brúdleyp Vit hava valt at ganga saman í hjúnaband tann 04.04.20 Vígslan verður í Nerija á Skála, Skálavegur 220, kl.13:30. Eftir vígsluna verður móttøka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúðarhús verður dagin eftir, 05.04.20, í Brekkutún 5, í Hoyvík kl.17-22. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar, og hátíðarhildið hesar dagar saman við tykkum, sum vit byrja okkara ferð saman sum hjún. Vinaliga heilsan Dina J. Bech & Evald Norðberg Silvurbrúðleyp Mikudagin 11. mars hava vit verið gift í 25 ár. Dagurin veður hildin fyri innbodnum í Skálanum, leygardagin 14. mars kl. 18.00 Vinarliga Meiken og Jógvan Súni Michaelsen. Kunoy BÝLI Í FØROYUM Íbúð ynskist Húsini vit búgva í eru seld so dótttir mín og eg leita eftir íbúð í Tórshavn sum skjótast, havi fast arbeiði og gjaldi til tíðina. 510654 INNBÚGV Møblar til sølu vegna flyting. -alt til eitt heilt heim Antik møblar, hvítvørur, spísborð, stólar og nógv annað til sølu, vegna flyting. Um tit hava áhuga fyri at síggja møblarnar, kunnu tit ringja +45 52589598, teir standa í Porkeri, skiparavegur 9. Ella alt samla fyri 60.000 kr +45 52589598 LÝSINGARTORG 85 ára føðingardagur útsettur. 85 ára føðingardagurin, sum skuldi verða leygardagin 21. mars er fyribils útsettur. Nærri kunning seinni. Erling Joensen Gjógv Góðu tit øll Vit fara at giftast tann 30. apríl. Vígslan verður í Eiðis kirkju klokkan 16.00. Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin til ein drekkamunn og køkur heima hjá okkum á Seyðagøtu 3, frá kl. 17.00 til kl. 19.00. Seinni verður døgurði fyri foreldrum og systkjum við familju. Tað hevði glett okkum, um tit vildu komi at deilt løtuna saman við okkum. Elin & Jógvan Gullbrúdleyp Leygardagin 9. mai hava vit verið gift í 50 ár Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar at hátíðarhildið dagin saman við okkum Leygardagin 9. mai kl 18:00 í Bygdarhúsinium í Leirvík Vinarliga sigi frá á 218301- 218710 innan 24.04 2020 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Brynjálvur Nattestad, Kálvalíðvegur 2, 370 Miðvágur, føddur tann 04.10.1928, deyður tann 12.12.2019 og fyrr deyða hjúnarfelaga Ása Margreta Nattestad, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Lucas Debesargøta 8, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 423/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 10. marts 2020. Skifteretten har den 13. marts 2020 afsagt kendelse om gældssanering for Jan Erik Jacobsen, Vágsgeil 5, 700 Klaksvík, Sks. 3-130/2018, på følgende vilkår: Usikret gæld stiftet af Jan Erik Jacobsen inden den 20. februar 2019 nedsættes til 5,5406 %, der betales over en 5-årig periode, således at der betales 1,1228 % den 1. december 2020, 1,1044 % den 1. december 2021, 1,1044 % den 1. december 2022, 1,1044 % den 1. december 2023, og 1,1044 % den 1. december 2024. Retten på Færøerne, den 16. marts 2020 TAKK Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi, andaðist og varð jarðaður Gunleif Johansen f. 6. sept. 1943 - d. 26. febr. 2020 Takk til starvsfólkini á B7 fyri, at tit vóru so væl um hann, og takk fyri tykkara umsorgan. Takk til prestarnar Una Næs og Sonju Klein fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk til berarar, takk til urguleikarar og takk til sangarar úr Argja Kirkju fyri vakran sang. Takk til tykkum øll, sum bakaðu og hjálptu til. Takk fyri kransar og blómur og takk fyri gávur til Javna. Takk til øll, ið hava vitjað, ringt og skrivað. Takk til øll, ið fylgdu Gunleif til hansara seinasta hvíldarstað. Ruth Johan Petur, Sonja, Rasmus, Olivia og Dánial Magnus og Anja Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á fyrst og fremst