Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. desember 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 21. desember 2004 7 - Ein heilur flokkur og eitt yvirornað politiskt endamál er druknað í einum stríðið millum tveir persónar, m.a. tí aðalstjórn floksins ikki hevur verið vakin og røkt sína skyldu, sigur fyrrverandi formaður Tjóðveldis- floksins, Signar á Brúnni EYKAFLOKSTING Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com Saman við stórum parti av Føroya fólki eygleiðir Signar á Brúnni í hesum døgum turbulentu gongd- ina í umstrídda Tjóðveld- isflokkinum. Og fyrr- verandi floksformaðurin er alt annað enn nøgdur við stýring og leiðslu í sínum egna flokki. Aðalstjórnin svikið Fyrrverandi formaðurin og royndi politikarin metir, at um Tjóðveldisflokkurin hevði havt eina virkna og professionella aðalstjórn, hevði stríðið millum Tor- bjørn Jacobsen og Høgna Hoydal ongantíð komið so langt, sum tað í dag er komið. - Aðalstjórnin skuldi ver- ið virknari og komið inn í málið nógv fyrr, og sam- stundis skuldi hon syrgt fyri, at konfliktin millum Høgna og Torbjørn ikki gjørdist so ógvuslig og fekk so stóra ávirkan, sigur Signar á Brúnni. Hann heldur, at ein meiri vakin og framsíggin aðalstjórn hevði loyst trupulleikan á ein skilabetri hátt. - Gongdin í flokkinum kemur á ongan hátt óvart á meg, og tí skilji eg ikki, at stjórnin og leiðslan sum heild ikki hevur sett forð- andi tiltøk í verk fyrr í prosessini. Í staðin er flokkurin í dag komin so langt út á eitt síðuspor, at nýggjar bindandi reglur hava um vikuskiftið verið neyðugar at samtykkja á eykaflokstingi Tjóðveldis- floksins, sigur Signar á Brúnni. Hann heldur, at slíkar skrivligar reglur um atburð høvdu verið óneyðugar, um leiðsla hevði borið seg rætt at frá byrjan, men tá stríðið er vorðið so stórt, er tað møguliga í dag vorðið neyðugt at áseta karmar og spælireglur. Men hvussu kann ein leiðsla og ein aðalstjórn verja seg fyri tí, Torbjørn Jacobsen hevur borðreitt við? - Eg havi t.d. fyri langari tíð síðani boða avvarðandi frá, at hesir trupulleikar fyrr ella seinni fóru at koma. Tað hevur ikki verið torført at spáa um, hvussu gongdin í flokkinum fór at vera, um einki varð gjørt, og hetta havi eg sagt við leiðslu og Høgna Hoydal sjálvan, langt áðrenn núver- andi stíð tók seg upp mill- um Torbjørn Jacobsen og floksformannin, sigur Signar. Spurdur, hvussu hann kann hava verið so vissur í, at slíkir trupul- leikar vóru á veg, er Signar greiður. - Persónssamansetingin í flokkinum hevur m.a. verið ein vandi, og í dagliga arbeiðinum hevur hædd ikki verið tikin fyri hesum og øðrum vandum. Ov lítið hevur verið gjørt fyri at skapa harmoni og semjur. Úrslitið er, at vit í dag sita við eini flokssamtykt, sum bindur politikarar og skerjir frælsið hjá politisku aktør- unum í Tjóðveldisflokkk- inum. Tjóðveldisfólk hava nú orsøk at óttast og hugsa seg fleiri ferðir um, áðrenn persónligar áskoðanir verða bornar fram, og hetta kann vera ósunt og skaðiligt, sigur fyrrverandi formað- urin. Horvin politikkur Signar á Brúnni metir tað vera stak óheppið, at per- sónsmál heldur enn politisk mál eftirhondini seta dags- skránna í Tjóðveldisflokk- inum. - Aðalstjórn, leiðsla, politikarar og tjóðveldis- fólk sum heild áttu ikki at funnið seg í, at Høgni Hoy- dal og Torbjørn Jacobsen seta dagsskránna í flokkin- um, og at persónar sum heild eru vorðnir tað pri- mera fram um politikk. Ein heilur flokkur við eini politiskari visión er horvin orsakað av einum persóns- stríðið, og hetta er ein ábending um, at onkustaðni er stýringin í flokkinum ikki, sum hon eigur at vera, finnist Signar at sínum egna flokki. Eysturoyingar avgerandi Signar á Brúnni er varin við at úttala seg um framtíðina hjá Torbirni Jacobsen í Tjóðveldisflokkinum, men hann leggur dent á, at eksklusiónir altíð hava negativar avleiðingar á ein ella annan hátt. Eitt fólka- tingsval stendur fyri dur- um, og Signar dugir ikki at spáa, um Høgni og Tobbi vera á sama lista. - Eg meti, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag verður av- gerandi fyri framtíðina hjá Torbirni Jacobsen. Higartil hava eysturoyingar stuðla Høgna í hesum máli, og tað er møguliga ein ábending um framtíðina hjá Tobba, men sum heild er torført at spáa um framtíðina, sigur fyrrverandi tjóðveldishøvd- ingurin at enda. Høgni fær fullan stuðul Í samband við eyka- flokstingið hjá Tjóð- veldisflokkinum leygar- dagin er soljóðandi yvirlýsing send fjøl- miðlunum: Eykaflokstingið veitir floksformanninum sín fulla stuðul. Eykaflokstingið tekur avgjørda frástøðu frá framferðini hjá Tórbirni Jacobsen, løgtings- manni. Eykaflokstingið mæl- ir tingmanningini til at boða løgtingsformann- inum frá, at hon setur í verk samtykt sína, um at tingfólk, sum í fjølmiðl- um fremur persónsálop á annað tingfólk, setur seg uttan fyri tingbólk- in. Hetta ber í sær, at Tórbjørn Jacobsen verð- ur settur uttan fyri ting- bólkin og kann ikki umboða flokkin í nevndum ella øðrum álitissessum, tað ið eftir er av valskeiðinum. Soleiðis samtykt á eykaflokstingi Tjóð- veldisfloksins hin 18. desember 2004. Karsten er nýggjur næstformaður Frá Eykaflokstingi Tjóðveldisfloksins leyg- ardagin er sent soljóð- andi tíðindaskriv: Á eykaflokstingi í Tórshavn hin 18. de- sember 2004 hevur Tjóðveldisflokkurin m.a. viðgjørt hesi mál: 1. Karsten Hansen varð valdur næstfor-mað- ur við 39 atkvøðum, meðan mótvalevnið Tórbjørn Jacobsen fekk 7 atkvøður. 2. Uppskotið frá starvs- nevndini um at seta í verk útihýsingarregl- ur í Tjóðveldisflokk- inum varð samtykt við 32 atkvøðum fyri og 14 ímóti. 3. Uppskotið frá starvs- nevndini um at broyta reglurnar fyri innkalling til eyka- floksting varð sam- tykt við 35 atkvøðum fyri og tveimum ímóti. 4. Flokstingið viðgjørdi støðuna í flokkinum og samtykti hjáløgdu yvirlýsing. in hjá Tjóðveldisflokkinum er áður komin til ta niður- støðu, at Tórbjørn Jacobsen eigur at vera settur út um tingbólkin, tí hann fór út um mark, tá hann legði eftir formanninum í tveimum lesarabrøvum í oktober mánaði. Hevur tú nakran stuðul í tingmanningini? Tað veit eg ikki, eg havi ikki tosað við nakran eftir flokstingið. Satt at siga áni eg ikki, hvørja støðu ting- manningin tekur í mun til niðurstøðuna hjá aðal- stjórnini, er stutta viðmerk- ingin hjá Tórbjørn Jacob- sen. Framtíðin Tórbjørn Jacobsen ætlar ikki at fella í fátt, hóast hann møguliga verður settur út um tingbólkin. Hann slær fast, at velur tingmanningin endaliga at seta hann uttanfyri, fer hann kortini at reka tjóð- veldispolitikk í løgtingin- um. - Eg havi verið tjóðveld- ismaður síðan eg var tann- áringur. Hóast eg møguliga ikki verður partur av ting- manningini fara eg at føra sama politikk, eg havi gjørt síðan eg gjørdist politikari- har verður eingin broyting. Eg gjørdist limur í Tjóð- veldisflokkinum fyri 30 árum síðan, og eg havi framvegis somu hugsjónir, sigur Tórbjørn Jacobsen. Í Danmark verður dúg- liga gitt, at Fólkatingsval verður í komandi mánað. Spurdur, um hann ætlar at gera eina roynd at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin á komandi Fólkatingsvali, svarar hann: - Hatta taki eg ikki støðu til, fyrr enn tingmanningin hevur tikið støðu. Eg meti meg sum part av flokkin- um, tí eg eri framvegis limur í flokkinum, men tað er givið, at tá eykafloks- tingið mælir til, at eg ikki skal fáa nakað álitisstarv í flokkinum, so verður tað torført at gerast valevni fyri flokkin, sigur Tórbjørn Jacobsen at enda. Signar revsar síni egnu - Aðalstjórn, leiðsla, politikarar og tjóðveldisfólk sum heild áttu ikki at funnið seg í, at Høgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen seta dagsskránna í flokkinum, sigur fyrrverandi tjóðveldisformaðurin Signar á Brúnni