týsdagur 21. desember 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
av nýggja árinum?
Navn: Birgith Lassen
Aldur: 14
Havn
Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør?
– Ja, hvat var tað nú tað var... Ájú, at eg skuldi
royna at bøta um karakterirnar í skúlanum.
Hevur tú hildið tað?
– Nei
Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár?
Tað sama, at karakterirnir skulu blíva betri
hjá mær
Navn: Sámal Joensen
Aldur: 25
Hoyvík
Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í
fjør?
– Nei tað gjørdi eg ikki. Sjálvt um
man sjálvandi altíð kann royna at
verða eitt betri menniskja
Hevur tú nakað nýggjársynski fyri
komandi ár?
– Eg haldi ikki. Eg havi tað gott, sum
er, og eg kann ikki koma í tankar um
nakað ynski, sum so...
Anna Sørensen
36 ár
Klaksvík:
Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør?
– Nei, tað gjørdi eg ikki.
Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár?
– Nei, tað havi eg ikki. Eg trúgvi ikki upp á
slíkt, tí man heldur tey jú ongantíð. Og hartil
haldi eg, at tað ikki nýtist at vera júst til
nýggjárið, at man setur sær nakað fyri.
Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro
29 ár
Viðareiði
Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør?
– Nei, tað trúgvi eg aldrin, at eg gjørdi.
Hevur tú nakað nýggjársynski fyri
komandi ár?
– Nei, tað er ikki nakað, sum eg gangi
og hugsi um í øllum førum. Men
sjálvandi, man vil jú ongantíð taka
uppá ella nakað. Nýggjárslyfti eru bara
skek. Summi seta sær eitt, og tey klára
eisini at halda tey. Men so er tað
sjálvandi eisini ofta, at man ikki klárar
at halda tey.
Maud Næs
Hvalba
Síðsta nýggjár hevði eg onki nýggjárlyfti, tí tað plagi
eg ikki at hava. Men nú eg eri farin um tey fýráti í ár,
skal mítt nýggjárslyfti vera, at eg skal vera meiri
tilvitað um mín lívshátt, so eg ikki gerist eitt offur fyri
vælferðasjúkum, ið raka einstaklingar og
vesturlendska samfelagið í dag. Saman við onrkum
starvsfelaga á miðnámsskúlanum havi eg sostatt sett
mær fyri at sleppa av við nøkur kilo.
Annars ætli eg, at halda á fram at royna at vera eitt
positivt og skapandi menniskja.Vónandi fái eg eisini
so mikið av orku, at eg kann hjálpa rundan um meg,
har tað er neyðugt. Annars fari eg at nýta høvi, at
takka øllum tykkum, ið gjørdu mær føðingardagin so
hugnaligan og ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól
og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.
Norðleif við Krógv
Hvalba
Eg hevði onki nýggjarslyfti sum so í fjør,
men eg hevði kortini tað ynski, at tað
skuldi gangast mær og mínum væl og
tað hevur eisini eydnast so hampuliga
við tí.
Vanligu nýggjárslyftini plaga at vera
halda uppat at roykja, at drekka minni
ella at ansa eftir vektini. Men núeri eg í
teirri støðu, at eg hvørki royki ella
drekki og eg vigi heldur ikki ov nógv, so
í so máta eeru ongar lastir at sleppa av
við.
Kortini havi eg sett mær fyri at røra meg
eitt sindur meir í tí nýggja árinum, tí tað
kundi trongt til og somuleiðis fari eg at
royna at økja um handilin og tað
virksemi, eg havi í Hvalba.