Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020 SOSIALURIN 34 30 TRÓNDUR ARGE M a g n i M o h r , krops­ligur venj­ ari í fótbólti og professari í fysio­ logi, sigur at ein fótbóltsspælari skal venja nógv í hesum døgum, um hann skal viðlíkahalda venjingarstøðuna. Í samrøðu við “Playmaker”, sum er danskt fótbóltspoddvarp, sigur hann at spælarar skulu venja nógv og eftirlíkna dystarstøður. Hetta skal vera einavenjing og í tráð við trygdarleiðbeining frá heilsu­mynduleikunum. Hann sigur millum annað, at tað er væl møguligt at halda venj­ingarstøðuna í hesum døgum, tá hópar ikki kunnu venja saman og liðini ikki sleppa at spæla dystir. Tað krevur tó, at tú ert sinnaður at venja nógv og hart einsamallur. - Um venjingin inniheldur venj­ing í høgum intensiteti,tað vil siga harða intervalvenjing, so kanst tú viðlíkahalda kropsligu venj­ingarstøðuna í fýra til seks vikur, sigur Magni Mohr. Hann tosar í hesum førinum mest til fótbóltsspælarar. Magni vísur í poddvarpinum til kendu Yo-Yo intervaltestinar, sum flestir fótbóltsspælarar hava roynt. Hesar kunnu eisini nýtast til at endurskapa kropsligu strongd­ina í dysti. Tað er tá tú rennur 20 metrar á gangin, meðan tíðarbili minkar so hvørt tú hevur runnið. Til seinast mást tú sprinta teir 20 metrarnar til ongin orka er eftir. -Hetta er nakað, sum tú kanst venja á einum lítlum øki. Tað einasta tú skal gera er at taka niður ljóðið frá internetinum. Tað er ókeypis. Ein test svarar áleið til trýstið fyri ein hálvleik av fótbólti, sigur Magni Mohr. Hann vísur á, at amatørar skulu helst venja tríggjar ferðir um vikuna og hava eina venjing aftur­at, sum svarar til dyst. Tað kundi tí verið tvær Yo-Yo testir, har tú hevur hálvleik í eitt korter í millum, sigur Magni Mohr. Hann leggur afturat, at fyri fótbóltsspælarar er tað týdn­ ingarmikið at gera nakrar av hesum renningunum á graslíki í gagg­um. Hetta fyri, at kroppurin skal halda fram við at kennast við trýstið av at renna á graslíki. Størsta dentin leggur hann á, at tú mást venja við høgum intensi­teti. -Tú skal ímynda tær, at hetta er ein venjingarlega, har tú skal venja nógv. Velur okkurt felag at venja minni enn vanligt, so er tað alt avgerandi at tú venur við høgum intensiteti, sigur Magni Mohr. Gjørt uppskot til venjing Magni Mohr hevur í hesum sam­bandi eisini gjørt uppskot til hvussu tú kanst halda venj­ingar­støðið við viðlíka, ella enntá betra tað. Fyri amatørspælarar merkir tað at venja eitt nú mánadag, mikudag og fríggjadag, umframt at hava eina dystarlíknandi venjing um viku­skiftið. -Her byrjar venjingin við góðari upphiting, síðani eitt sind­ur av skjótleika venjing fyri at aktivera vøddarnar, sum skulu brúkast til sprint. Eftir hetta er tað venjing við høgum intensiteti, har tú arbeiðir alt tað tú klárar í áleið 30 sekund og síðani hevur ein steðg áðrenn tú endurtekur eitt nýtt arbeiðs­ interval. Eftir hetta kanst tú gera styrki venjing, har tú brúkar kropping sum mótvekt, sigur Magni Mohr. Hann hevur eisini gjørt eitt upp­skot til yrkisspælarar, men her verður eisini víst á, at teir mangan hava góðar venjarar, ið kunnu avgera hvussu venjingin kann síggja út. -Ein amatørspælari klárar seks til átta intervallir við høgum intensiteti, har dygdin er í ordan við eftirfylgjandi steðgi, meðan yrkisspælarar klára upp til 10 til 12 intervallir. Við slíkari venjing kanskt tú eisini venja í styttri tíð enn við øðrum venjingum og fáa góð úrslit, sigur Magni Mohr. Tað er eisini umráðandi, at tú hugs­ar um hvussu tú rennur. Í staðin fyri at renna beint fram í 30 sekund, so kann tað verða bæði skaðafyribyrgjandi og meiri dystar­kent, at gera rennibreytir við vinkulbroytingum, sum minna um dystarstøður. - Tú skal hugsa sum ein fót­ bólts­spælari og hvussu tú rennur vanliga. Tí er tað týdn­ingar­ mikið, at tú gert rennibanar, sum ikki bara eru beint fram, men eru fótbóltsrelevantir, sigur Magni Mohr. Ein stórur partur av at verða í form er kosturin. Her hevur nýggi kropsligi venjarin hjá lands­liðnum eisini nøkur góð ráð. -Tað er týdningarmikið at halda kostin viðlíka, og ikki byrja at eta ósund og drekka alko­hol, ella stressa, tí tú ikki sleppur at venja sum vanligt. Tú skal hugsa um hetta sum ein venjingarlegu, har tú enntá hevur møguleikan at betri um summi ting, sum tú ikki hevur tíð til í einum kappingarári. Eitt nú um tú ert ein skaddur spælari, sum skal hava serstaka venj­ing, so hevur tú møguleikan nú, sigur Magni Mohr. Serstakar venjingar til einstaka spælaran Í løtuni venja flestu feløgini í smærru bólkum, har tað eru tveir til tríggir í hvørjum ból­ki. Onn­ur feløg hava renni­venj­ ing­ar, har tað eru minst fimm metrar millum spælararnar. Í uppskotinum hjá Magni Mohr verður tó bara við­mælt einavenjing fyri at tryggja, at til­mælini frá heilsu­myndug­leik­ unum verða hildnir. Tó er boð­ skapurin, at hetta er ein møgu­ leika at venja ting, sum tú ikki altíð hevur stundir til í einum kapp­ingarári. -Umstøðurnar eru øðrvísi, men her eru møguleikar at gera serstakar venjingar til tann einstaka spælaran. Eitt nú kann ein málverji venja tekniskar før­leikar sum sítt útkast ella út­spark, miðverjin kann venja longu avleveringina, bakkurin venur innlegg, miðvallarin ger tekniskar vendingar, meðan Føroyskur ítróttur liggur stillur í hesum døgum, men tað merkir ikki at spælararnir og íðkararnir nýtast at gera tað sama. Ráðini eru at tú skal ímynda tær, at tú ert á venjingarlegu og venur nógv. -Feløg kunnu velja at síggja hetta sum ein vansa, ella tey kunnu síggja hetta sum ein møguleika at venja tað, sum tú annars ikki altíð fær tíð til, sigur Magni Mohr Magni Mohr um koronasteðgin: NÓGVIR MØGULEIKAR AT NÓGVIR MØGULEIKAR AT VENJA VENJA EINSAMALLUR OG EINSAMALLUR OG EINSAMØLL Í STEÐGINUM EINSAMØLL Í STEÐGINUM