Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MARS 2020 SOSIALURIN 34 31 Feløgini taka atlit: TRÓNDUR ARGE F øroysku fótbólts­ feløg­ini eru í einari nýggjari støðu, har tey ikki sleppa at venja eftir vanligum treytum. Trý føroysk feløg hava alment boðað frá hvørji atlit tey taka venjingarnar hjá besta mans­ liðnum í felagnum. Tilmælini herðast í hvørjum, so tað broytast skjótt, men higartil eru út­ meld­ingarnar at spælar­ar­nir skifta heima, venja í mesta í bólkum við tveimum ella trimum og halda annars frá­ støðu og gera kropsligar venj­ ingar. Tað gera teir millum annað í HB. – Vit halda allar spælar­ ar­nar í gongd, og hava givið teim­um eina venjingarskrá, sum teir skulu fylgja heima við hús. Við hesi skrá kunnu teir viðlíkahalda konditións- og styrkivenjing. Tá tað kem­ ur til bóltvenjing, eru teir settir saman í smáum bólkum á tveir til tríggjar spælarar. Hesir møtast so hvør sær at venja, og hava einki samband við restina av hópinum. Eisini skulu teir hava í huga, hvørjum teir eru saman við í gerandisdegnum, sigur Jens Berthel Askou, venjari hjá HB. HB hevur eisini stongt HB- húsið, so fólk ikki samlast har. Skálamenn skifta heima Á Skála eru strong krøv til spælar­arnar, sum tó venja. Teir venja í smáum bólkum og ikki á sama sta á vøllinum. Teir skifta heima og ongin venjari er til staðar. Nøkur av teimum tiltøkunum, sum Skála hevur sett í verk fyri besta liði eru: Allar felagsvenjingar úti og inni eru steðgaðar, spælararnir brúka sín egna drekki­dunk, spælararnir verða býttir í smábólkar á tríggjar til fýra spælarar og at bólk­arnir venja hvør sær og ongantíð samstundis á sama øki. Tá teir venja við bólti er tað uttan kropskontakt, og vaska og spritta hendur áðrenn og aftaná venjing. Hartil hava spælararnir fingið venjingarskrá til egin­ veningar sum innihalda renni­venjing, styrkivenjing og úthaldnisvenjing. Spæl­ ar­ar møta til venjing í venj­ ingarklæðum og fara bein­ leiðis avstað aftur eftir venj­ing, og at spælarar ferðast hvør sær. Venjarar luttaka ikki fysiskt til venjingar, men senda venjaraskrá og hava online samskifti, skrivar Skála á heimasíðuni. TB sissar suðuroyingar Aldursforsetin hevur eisini meldað alment út, at besta mansliðið venur í smáum bólk­um. Hetta mest fyri eisini at sissa tey, sum koma framvið vøllinum, at øll atlit eru tikin til venjingarnar. -Spælarar møtast í bólkum, ið ikki fara yvir tað, ið heilsumyndugleikararnir mæla til. Møtt verður bein­ leiðis á vøllinum, tí húsið við Stórá er stongt. Venjingin verður løgd soleiðis til rættis, at spælararnir alla tíðina halda tilmældu frástøðuna. Til ber at renna, hava skot­ venj­ingar og annað tílíkt, uttan at bróta tilmælini. Eftir venjingina fara spælararnir beinleiðis heim til sín sjálvs. Tvøroyrar Bóltfelag sendir hesa kunning út nú, so­leiðis at fólk vita, at hóast aktivitetur sæst á vøllinum av og á, so verður alt gjørt fyri at fylgja tilmælunum frá heilsumyndugleikunum, skrivar tb.fo. Venja í smáum bólkum Feløg sum HB, Skála og TB hava alment víst á hvussu tey gera við venjingunum hjá besta liðnum hjá monnum. Felags fyri allar partar er, at spælararnir venja í smáum bólkum á tveimum ella trimum, skifta heima og venja meiri kropsligt áleyparin skjýtur upp á mál, sigur Magni Mohr og leggur aftur­at: -Hevur tú ein lista við hesum ser­teknisku eginleikunum fyri hvørja positión, so kanst tú knýta okkurt av hesum upp í venjingina. Hartil arbeiða við onkrum av tí, sum tú ikki hevur møguleika at venja, tá allur hópurin er til venjing. Tú kanst eisini brúka hesa tíðina til taktiska venjing, men tað má gerast yvir netið, har ein venjarin kann vísa og viðgera sjónbandabrot, sigur Magni Mohr. Møguleiki heldur enn vansi Vit skulu heilt aftur til seinna heimsbardaga fyri finna slíkar remb­ingar í fótbóltinum, har allar deildir í Evropa liggja stillar og eitt EM-endaspæl er útsett. Hetta er óhoyrt, men fyri tað er tað ikki bara ein vansi, heldur professarin í fysiologi. -Sum heild kunnu feløg velja at síggja hetta sum ein vansa við øllum avmarkingunum, ella tey kunnu síggja hetta sum ein møgu­leika at gera venjingar, sum tú ikki altíð fær tíð til. Hetta er ein møguleiki at lyfta spælararnar upp á eitt kropsligt hægri stig. Tú kanst arbeiða við spælarum einkultvís og styrkja teir veikleikar og økir, sum teir skulu arbeiða við. Tú kanst møtast við spælarunum á netinum og gjøgnumganga taktisk viðurskifti, heldur Magni Mohr fyri. Hann heldur eisini, at hetta er ein frálíkur møguleiki hjá venjartoymunum at fyrireika seg. -Hetta er eisini ein møguleiki hjá venjaratoyminum at gjøgn­ um­ganga ting, sum tað ikki verður tíð til í kappingarárinum. At greina tøl og aðra dátur, sum tey hava til taks, sigur Magni Mohr. Hetta kanska meiri relevant fyri donsku feløgunum, sum eru mitt í sínum kappingarárið, men tað er ongin ivi um at føroysku feløgini skulu til at fyrireika seg upp á eitt tætt pakkað kapp­ ingarár. TRONDUR@SOSIALURIN.FO